Schiehallionøkinum. Shiehallion-oljukeldan varð funnin á heysti í 1993 av boripallinum Ocean Valiant. Keldan liggur á 375 metra dýpi í teigunum 204 og 205., ikki so langt frá føroyska fiskimarkinum. Mett verður [...] er nærum 11 milliardir krónur. Umleið 80% av øllum arbeiðinum er gjørt av fyritøkum í Bretlandi. Ikki færri enn 3000 fólk hava havt tilknýti til verkætlanina. Umstøðurnar vestan fyri Hetland eru rættiliga
Skaðarnir hava tó ikki havt so nógv uppá seg, og í gjár vóru tey flestu sluppin heim aftur. Sjálvur hevur Anders bara arbeitt á Landssjúkrahúsinum í stutta tíð, og veit hann tí ikki, hvussu tað hevur verið [...] frá, at tað hevði verið friðarligari á skurðdeildini enn væntað. Konan, sum varð innløgd eftir ferðsluóhappið í Havn ólavsøkudag, hevði ikki fingið stóran skaða. Hon hevði verið uttan vit í stutta tíð og [...] Tað hevur ikki verið so nógv eyka at gjørt á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum um ólavsøkuna í ár. Vakthavandi yvirlækni á skurðdeildini í gjár, svenskarin Anders Larsson sigur, at tað hava verið nakrir
førunum varð avgerðin funnin við lutakastið. Reglarnir siga, at um tað stendur á jøvnum, so skal nevndin lata tí bátinum, sum hon heldur vísti besta róðurin á ólavsøku, steypið, og um hon ikki heldur seg til [...] Vit fara ikki at siga, at tað var tí, at vit í blaðnum beint eftir vestanstevnu komu við uppskotinum, men tað er í hvussu so er ein veruleiki, at bæði Havnar Róðrarfelag, ið hevur ábyrgdina av steypinum [...] Eysturoyingur skuldu fáa Kolturs steypið. Luturin fall á Junkarin. Anfinn Kallsberg, løgmaður, nýttist ikki at draga lut um útvarpssteypið. Nevndin, sum av útvarpinum er sett at avgera henda spurningin, broytti
Fólk, ið fáast við at virka ymiskt, syndu fram vørur. Tað er ikki treyt, at vørurnar skulu vera virkaðar úr føroyskum tilfari, bert skal framleiðslan vera føroysk. Nógv fólk løgdu leiðina niðan í høllina [...] bóli við vøkru brúkslist síni. Erik er ættaður úr Rituvík, men hevur búð 25 ár í Íslandi, haðani konan er, og nú búgva tey í Danmark, har tey hava búð í 19 ár. Ymiskt til undirhalds var á skránni, tónleikur
uttan mun til ójavnar í umstøðum, evnum og førleika. Ikki er tað so langt síðani at valstríðið leikaði á, ikki hava vit gloymt hvussu allir flokkar, ikki minst Tjóðveldis- og Sjálvstýrisflokkurin, lovaðu [...] eru slík sum støðugt mugu vera undir koyrli, tí annars kunnu tey ikki finna útav at klára seg. Eitt uppskot sum fakfólk mæla frá, tí tað ikki tænir nøkrum positivum endamáli. Hin nýggjheitin er ætlanin um [...] ørviti við hvørt - sum løgmaður segði tá hann umskyldaði atburðin hjá Óla Breckmann. Tí hevur man ikki rættiliga viljað tikið orðaljóðið í samgonguskjalinum fyri fult. Vónað var at løgmansrøðan fór at
Danielsen heldur fram sum venjari hjá kvinnunum. Strandingar hava ikki mist nakað fólk, burtursæð frá at onkur spælari bert er við, tá ið hann ikki er til sjós. Hetta er serliga galdandi fyri Tummas Johansen [...] nú skal hann so venja Neistan. Enn er sáttmálin ikki undirskrivaður millum Neistan og Andreas, men tað verður væntandi seinni í hesi vikuni. Tað er ikki ætlanin, at Andreas sjálvur skal spæla, tí at hann [...] royndarvenja við hoyvíkingum. Hetta verður heldur ikki avvíst av H71, so okkurt er helst um slaturin. Einasti spælari, sum higartil hevur boðað frá, at hann ikki verður við komandi ár, er Andreas F. Hansen,
búskapurin er »voldsom overophedet». Tók ikki ávaringarnar fyri fult? ? Vóru ávaringarnar hjá Ráðgevandi nevndini ikki tiknar til eftirtektar. Hevði forsætisráðharrin ikki skyldu at gera nakað fyri at steðga [...] fyri. So hevði tað ið hvussu so er ikki verið ein gleðilig hending, so sum eg fegin vildi, sigur Poul Schlüther. Lættari at varðveita ríkisfelagsskapin ? Var tað ikki uppgáva tín sum forsætisráðharri at [...] Var hetta málið ikki avgreitt í 1992, so høvdu vit fingið rættiligt kríggj í spurninginum um suverenitetin í dag. Nú ber til at samráðast um hesar spurningar í øllum góðum. Tað hevði ikki verið veruleiki
Kallsberg. Samstarva longu nú Hóast tað nú verður gjørd ein avtala um samstarv, so merkir tað ikki at londini ikki hava havt samstarv sínámillum. Tað er longu eitt ávíst útnorðursamstarv. M. a. er eitt gott [...] Íslendski forsetin, David Oddson og konan hava hesa vikuna verði á almennari vitjan í Grønlandi. Í hesum sambandi hava hann og grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt, gjørt eina samstarvsavtalu [...] føroyingar bodnir við til stjórnarleiðarafundin. Vit hava spurt Anfinn Kallsberg, løgmann, um tað ikki hevði verið rættari hjá føroyingum at verði ein partur av avtaluni. ? Jú, sigur løgmaður, men tað
leita í Sandágerð góðveðursdagar, ikki minst børn, men í seinastuni hava fleiri klagað um, at pisshúsið er stongt. Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, váttar, at húsið ikki altíð er opið, men leggur afturat [...] afturat, at nú er ein fyribils loysn funnin. Húsavørðirnir hjá býráðnum hava fingið til uppgávu at lata upp og aftur, og dagstovnarnir í kommununi hava lykil til húsið. - Arbeitt verður við eini endaligari [...] endaligari loysn, har tað verður fastlagt, nær húsið er opið, men tann skipanin er ikki klár at seta í verk enn. Hevur veðrið verið ringt hevur onkuntíð verið stongt, sigur Marius Müller á byggi- og býarskipa
við løgmann, ið varðar av samráðingunum við bretar um landgrunsmarkið. Vónandi verður um ikki langa tíð funnin ein samráðingarloysn á marknatrætuni, soleiðis at sleppast kann undan at leggja málið fyri [...] sum bert førir til avmarkað virksemi, tá leitiboringar fara fram. Eg eri ikki samdur við teimum sum halda, at um politisk støða ikki verður tikin til útgerðarstøðir beinanvegin, so hava politikkarar fráskrivað [...] sínu skoraði undir hugsjónir mínar um oljumál. Umhvørvismál Eg skal ikki gera nógv burturúr umhvørvismálum ídag. Tey fylla heldur ikki stórvegis í løgmansrøðuni. Kortini verður í røðuni nevnt, at møguleikarnir