í granskingini, sum fer fram á stovninum. - Í fyrstu atløgu arbeiða tær við ensymun frá nýranum í laksi, sum kunnu ávirka góðskuna á flakinum. Tað vita tey á Fiskaaling at siga. Lagt verður aftrat, at
prógv fyri at hava staðið dugnaskapsroyndina fyri skjóttgangandi bátar upp til 20 tons. - Hetta er fyrstu ferð, at frítíðarundirvísingin í Sunda kommunu bjóðar dugnaskapsroyndina fram sum lærugrein. Undirtøkan [...] verið so góð, at eitt skeið verður aftur í heyst. Tað sigur Sunda kommuna í dag, og samstundis nýta tey høvi at ynskja øllum teimum 13 tillukku við prógvnum, sum frítíðarsiglararnir nú hava fingið.
Týsdagin vórðu fyrstu elementini til nýggja dagstovnin í Hvalba sett upp. Elementini eru smíðaði av SH-bygg og eru øll komin á økið. -Og komandi dagarnir verða tey sett upp, og síðani verður farið at innilokað
eru vanliga sera væl vitjaðar, siga tey í Frelsunarherinum í Vági. Talan er um eini 15 harmonikuleikarar úr øllum Føroyum, sum fara til Suðuroyar at vitja. Hetta fyrstu ferð teir vitja í Suðuroy ,og er hetta
Hóskvøldið spælir heimskendi hittbólkurin Aqua fyri fyrstu ferð í Føroyum. Framførslan verður á Summar Festivalinum, sum verður komandi vikuskiftið. Aqua fekk rungandi gjøgnumbrot við risahittinum »Barbie [...] til Føroya at spæla, sigur Aqua í einari heilsan. Aqua kemur við vælmannaðum bólki til Føroya, og tey lova eina rimmar framførslu á Vágsbø hóskvøldið.
videomyndir sýndu, at hann sló Craig Fagan, tá Manchester United leygardagin spældi móti Hull. Í fyrstu atløgu mótmælti spælarin ætlaða bannið, og tí kundi hann vera við, tá United basti grannunum úr City [...] hálvfinaluni í Carling-Cup. Men nú fall hamarin, og tað er dyggur smeitur hjá Manchester United, har tey annars júst fegnaðust um, at Ferdinand var tøkur eftir langan skaðasteðg.
Eins og aðrir festivalar í landinum, fer Margarinfabrikkin nú at selja fyrstu atgongumerkini til Barnafestivalin í SMS. Fríggjadagin og leygardagin 6. og 7. mai, verður fyrsta startskotið til Barnafestivalin [...] verður í Grasagarði 2. juli. -Vit fara at gera ein mini Barnafestival í SMS hesar dagar, so at øll tey, sum ætla sær á Barnafestival í ár, kunnu síggja og uppliva nakað av tí, sum Barnafestivalurin hevur
við fjórða dags kanning eftir komu, og tey síðstu tvey eru smittað í Føroyum av kendum smittukeldum. Í løtuni eru 99 persónar smittaðir við covid-19. Hetta er fyrstu ferð í 10 dagar, at talið á smittaðum
dyrnar lætnar upp kl. 10 á morgni. Tey sum kortini ikki rúmast inn í kirkjuna til vígsluna kl. 11, fáa møguleikan aftur kl. 18, tá ein gudstænasta við altargongd verður. Fyrstu tíðina verða somu prestar í starvi
Seinastu dagarnar hevur fiskaríið verið gott, og nú er upsakvotan liðug Í gjár fór Skálaberg um tey 700 tonsini. Skálaberg er í Barentshavinum, og teir hava havt gott fiskarí seinastu dagarnar. Nú er [...] liðug, og teir royna nú eftir hýsu. Skálaberg fór av Klaksvík 7. januar, og 9. januar kastaðu teir fyrstu ferð. Tað eru 34 menn við Skálabergi henda túrin, og 4. mars vóru teir inni í Honningsvåg og skiftu