mars fingu Andras og Randi Nolsøe, Odense,ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3378 gr. 9. mars fingu Jeanne Waagstein og Louis Hansen, búsitandi í Malmø, ein son. Hann vigaði 4195 gr og var 54 cm langur [...] Laila Waag Høgnesen og Trygvi Dalsgaard, Hoyvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4300 gr. 20. mars fingu Joan og Gunnfríður Dahl-Olsen, Saksun, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4400. Systkin [...] fingu Silvia Maria og Eyðstein Skipanes, Runavík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4370 gr. 22. mars fingu Henny Mortensen og Fróði Nolsøe, Sørvági, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4190 gr
Ein bardagi í Klaksvík í nátt fekk ein álvarsligan enda, tá ið ein maður varð stungin í búkin við knívi. Tveir mans komu til tilnar í einum húsum og tað endaði við, at teir fóru útum. Tað, løgreglan veit [...] veit, er, at uttanfyri fara menninir umkoll og at annar fær ein knív í búkin. Løgreglan sigur, at sárið var djúpt og at maðurin varð fluttur á Klaksvíkar Sjúkrahús, har hann framvegis liggur. Hin maðurin [...] mikið gott yvirlit yvir tilburðin, at støða er tikin til um hann skal í grundlógaravhoyring ella ikki. Ein spurningur, sum greiða skal fáast á, er, hvussu tilætlað tað var, at maðurin var stungin og tað hetta
men ein bót fylgir altíð við. Men seinnapartin í gjár ringdi ein bilførari til løgregluna at boða frá, at hann hevði bakkað á ein bil. Hann fekk ikki fatur á eigaranum og tí hevði hann lagt ein seðil [...] tvær ferðir boð um ferðsluóhapp. Ta fyrra óhappið var í gjáramorgunin, har ein bilur ikki helt víkiskylduna, men rendi á ein bil. Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði var, men bilarnir fingu nakað av
undirritaði hevur fingið uppspurt, er tað neyvan hent áður, at ein kvinna hevur skipað donsku brúðarvísuna. Tað er tó komið fyri, at ein kvinnuligur skipari hevur verið til føroysku brúðarvísuna, men tað [...] ferð at so frægur kvøðari sum Martin Tórgarð hevði upplivað, at ein kvinna skipaði donsku brúðarvísuna. Í sama brúðardansi skipaði enn ein kvinna, Tanja Poulsen, Harra Pætur og Elinborg, so tað vóru kvinnur [...] degi. Væl eiga vit kvinnuligar kvæðakempur, og tiltikin man Elin Lamhauge úr Runavík vera. Hon er ein einari innan kvinnuligar kvøðarar, og ræðist ikki fyri at skipa Brynhildartátt, eitt kvæði upp á 232
var ein Mitsubishi iMiEV elbilur presenteraður. Á felags tíðindafundinum hjá Elfelagnum SEV og Dong Energy í Müllers Pakkhúsi varð ein Mitsubishi iMiEV elbilur presenteraður í sambandi við at ein avtala [...] i í Tórshavnar kommunu. Tey sum royndarkoyrdu bilin vóru samd um, at hann var ein sera positiv uppliving. Hann er sum ein vanligur bilur at koyra. Størsti munurin er tó, at hann er so gott sum fullkomiliga [...] við SEV hevur tikið stig til samstarvið. Í sambandi við fundin høvdu feløgini bæði fingið til láns ein Mitsubishi iMiEV elbil, sum varð sýndur fram og royndarkoyrdur eftir tíðindafundin. Milum tey sum
árstíð. Gávukortið gevur tó ikki atgongd til ein møguligan vinardyst, um føroyska landsliðið spælir ein slíkan á heimavølli í 2009. Við einum gávukorti kann ein eisini tryggja sær eitt gott pláss á Tórsvølli [...] sær sjálvum - til jóla. Við einum gávukorti sleppur ein vaksin persónur til allar tríggjar HM-undankappingardystirnar hjá føroyska A-landsliðnum fyri ein samlaðan kostnað uppá 350 krónur. Eitt barn sleppur [...] rættiliga umfatandi avsláttur. Gjøgnumsnittsprísurin plagar at liggja um tær 200 krónurnar, so fyri ein vaksnan persón eru umleið 250 krónur at spara. Og so slepst sjálvandi eisini undan bíðurøðunum, sum
øll fólk, ið eru 67 ár og eldri. Somuleiðis hevur Landslæknin mælt til, at ein slík skipan verður sett í verk í Føroyum, eins og tær eru í øllum grannalondum okkara. Eftir uppskotinum skal landsstýrismaðurin [...] gjørt fyri at tað skal bera til at bera skjótt at, vísir tað seg at ein bráðkomin tørvur verður á at koppseta ímóti onkrari sjúku. Ein fyribils meting sigur, at hendan tænastan fer at kosta umleið 1,3 millión [...] verður tí at søkja um eykajáttan, og tá verður ein greinað kostnaðarmeting løgd fyri Løgtingið. At koppseta pensjónistar ókeypis ímóti influensa, er ein tænasta, sum bæði kommunulæknar og landslæknin taka
skipanina. Í skipanini eru eins og áður teldutøk streymkort, fiskimið, streymkurvar, umframt at skipanin kann nýtast sum plottari, um ein GPS-antenna verður sett til telduna. Eisini er ein meira umfatandi leiðbeining [...] Seinasta útgávan av HÚK-skipanini er nú klár at heinta niður av netinum. HÚK-skipanini er ein GPS-plottari við streymkortum og fiskimiðum, ið er mentur og framleiddur í Føroyum. Seinasta útgávan av skipanini [...] Skipanini verður tøk ókeypis umvegis eina heimasíðu. Eitt av endamálunum við HÚK er at varðveita ein part av gomlu útróðrarmentanina, sum fiskimiðini er. Í skipanini eru trý miðasøvn løgd inn. Harumframt
talan um ein sera koloristiskan málning, nevnliga motivið: "Upplestur". Motivið sum setti flest spor var málningurin: "munnkurv", hetta var ein ordans gysari-málningur! Listamaðurin hevur ein sera mon [...] tað sum málað verður er uttan feilir og lýti. Ein málningur hekk uppiyvir øllum hinum, og var tað motivið: "Sandur í Afrika". So at siga øll motivini høvdu ein sera greiðan boðskap, tó ikki tann eini málningurin [...] málningurin, sum var "addressuleysur". Men tað er ikki nakað, sum man skal reklamera fyri! Ein sera dramatisk framsýning, har tað klappaði væl!
fylgja unga manninum í framtíðini. Og hevur ein í huga, at hetta er fyrsta framførslan hjá Martini og bólkinum, so var tað ein ómetaliga góð byrjan, og ein kann bara vænta, at framtíðin er ljós hjá teimum [...] teir vóru um á ein oftani skemtingarsaman hátt, og hetta kom hann eisini væl frá. Tónleikurin minti eitt skifti um Boys In A Band, men oftari leitaðu tankarnir til karismatiska Nick Cave. Eins og Cave, syngur [...] einari djúpari og ofta eitt sindur ótamdari rødd. Mitt í einum sangi fór gøtumaðurin av pallinum og tók ein dans við systir síni. Eitt annarleiðis og frískt íkast. Í einum øðrum sangi fekk hann hjálp frá Annbritt