Løgreglan: soleiðis skal tað vera

Ein bilførari, sum var orsøkin til eitt ferðsluóhapp, bar seg rætt og sømiligt at

Um vikuskiftið fekk løgreglan tvær ferðir boð um ferðsluóhapp. Ta fyrra óhappið var í gjáramorgunin, har ein bilur ikki helt víkiskylduna, men rendi á ein bil. Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði var, men bilarnir fingu nakað av skaða. Tá ið óhapp henda, tí at bilførarar ikki halda víkiskyldu, endar tað ofta við, at bilførarin fær klipp í koyrikortið, men onkuntíð verður koyrikortið eisini tikið, tað veldst um umstøðurnar, men ein bót fylgir altíð við.

 

Men seinnapartin í gjár ringdi ein bilførari til løgregluna at boða frá, at hann hevði bakkað á ein bil. Hann fekk ikki fatur á eigaranum og tí hevði hann lagt ein seðil undir viskaran við navni og nummari á. Men fyri at vera heilt tryggur, ringdi hann eisini til løgregluna at boða frá óhappinum.

 

Løgreglan sigur, at soleiðis skal tað vera, tí soleiðis bera ábyrgdarfullir bilførarar seg at. Annars fáa tey javnan fráboðanir um, at parkeraðir bilar eru ákoyrdir, uttan at tann, sum koyrir á, sigur frá. Tað er annars ókeypis at siga frá, tí so rindar ábyrgdartryggingin, men verður ikki sagt frá, rindar skrokktryggingin hjá tí, sum verður ákoyrdur, og aloftast kostar tað eigaranum nakrar túsund krónur í sjálvsábyrgd.