Stungin í búkin í Klaksvík

Ein bardagi í Klaksvík í nátt fekk ein álvarsligan enda, tá ið ein maður varð stungin í búkin við knívi. Tveir mans komu til tilnar í einum húsum og tað endaði við, at teir fóru útum.

Tað, løgreglan veit, er, at uttanfyri fara menninir umkoll og at annar fær ein knív í búkin.

Løgreglan sigur, at sárið var djúpt og at maðurin varð fluttur á Klaksvíkar Sjúkrahús, har hann framvegis liggur.

Hin maðurin varð handtikin og hevur verið til avhoyringar síðani.

Enn hevur løgreglan ikki so mikið gott yvirlit yvir tilburðin, at støða er tikin til um hann skal í grundlógaravhoyring ella ikki.

Ein spurningur, sum greiða skal fáast á, er, hvussu tilætlað tað var, at maðurin var stungin og tað hetta, og aðrar spurninga, sum løgreglan nú roynir at fáa greiði á.

Annars tók løgreglan í Havn ein mann í nátt fyri at koyra við kenning. Maðurin royndi at koyra undan løgregluni við nógvari ferð, men hann varð steðgaður og helt til beins. Tað eydnaðist kortini løgreglufólkunum at renna hann upp og at taka hann. Og tá vísti tað seg, at hann hevði heldur onki koyrikort.