fólkið, men spyrja vit eitt nú finnar ella estar ella litavar, sum á sinni smakkaðu tann russiska koyrilin, so eru teir flestu menninir í hesum landi drápsmenn og neyðtøkumenn. Fara vit nú til hitt stórveldið [...] við trý tey týdningarmestu málini í okkara oyggjalandi beint nú, nevniliga fólkaræði, uttanríkismál og mentan. Vit føringar eru so hepnir, at vit búgva í einum demokratiskum landi. Orðið “demokrati” er grikskt [...] tað eru vit so hepnir, at vit samstundis hava vinarligt samstarv á jøvnum føti við eitt granna- og frændaland, sum er størri og sterkari enn okkara og hevur ávirkan í Europa og heiminum. Hyggja vit okkum
saman vóru komin til hátíðarhaldið. Í røðu síni segði hann, at dagurin í dag er ein góður dagur. Ein dagur, sum fólk í Fámjin hava bíðað eftir í tolni í næstan 30 ár. Gamli vegurin um Øraskarð er nú vorðin [...] vorðin søga. Ein mynd av farnum døgum. Í staðin hava vit fingið eina nýggja, trygga og nútímans farleið. Eina farleið, sum fer at vera til stórt gagn fyri alt nærumhvørvið her. Eina farleið inn í framtíðina [...] . Við dugnaskapi, dirvi og treysti hjá Landsverki, byggifeløgum og verkafólki kunnu vit her í dag hátíðarhalda hesa løtuna. Takk fyri tykkara tøk og væla verk. Til lukku Fámjin, hetta er tykkara dagur
aktørurin, vit longu uppliva okkum sum, sigur fólkatingsumboðið hjá Javnaðarflokkinum. At fremja hetta í eini tíð uttan kreppu ella konflikt millum londini heldur hann vera strategiskt skilagott. – Nú ber til [...] um hesa ætlanina. Bæði søguliga, mentanarliga, politiskt, fíggjarliga – og ikki minst familjuliga – eru Danmark og Føroyar so samantvinnað, sum tvey lond næstan kunnu vera. Loysing er ikki ein møguleiki [...] einfalt ikki til, sigur hann. – Tað er ein ræðumynd, tá ið sagt verður, at tað merkir loysing, um vit broyta teir formellu karmarnar fyri ríkisfelagsskapin. Tað boðar frá einum ómetaliga fátæksligum og
Nú Fámjinstunnilin letur upp seinnapartin í dag, er hetta ein stórur dagur hjá bygdarfólkinum í Fámjin. - Tú kanst ætla, at vit her í bygdini eru glað og ógvuliga takksom, nú dagurin er komin, at tunnilin [...] av tilflyting, nú vegasambandið verður trygt og gott. - Í løtuni eru vit eini 72 fólk í Fámjin, men tað er bara ein veruleiki, at her sær ikki gott út. Jóanis Lisberg leggur dent á, at nú verður tað so [...] foreldrini vóru stúrin. - Nú verður alt øðrvísi, og í dag eru vit hjartans fegin, sigur Jóanis Lisberg, sum vegna kommununa takkar øllum, sum hava viðvirkað til, at Fámjinstunnlin nú er veruleiki.
til tín. Og frá tær fáa øll somu viðferð, bæði høg og lág. Tað verður saknur í tær, nú tú verður pensjónerað, og vit vilja ynskja tær alt gott í pensjónistatilveruni.” Og um Beintu Sørensen segði borgarstjórin [...] eisini til eina góða fyrimynd. Vit fegnast um at hava teg í Heimatænastuni og síggja fram til nógv góð ár afturat hesum fyrstu 25.” Hetta skrivar torshavn.fo, og har eru eisini fleiri myndir frá løtuni [...] hjálp og stuðul í løtuni, so hevur rehabilitering eisini nógv at siga. Bæði starvsfelagar og borgarar eru góð við teg, ikki bara tí tú dugir títt arbeiði, men eisini tí tú er umsorganarfull og tá tað er brúk
Vance, við Fox News stutt eftir fráboðanina hjá Trump. – Vit arbeiddu faktiskt við tí beint tá eg fór úr Hvítu Húsunum fyri at koma higar. So tað eru góð tíðindi, at tað eydnaðist forsetanum at fáa tað yvir [...] Iran og Ísrael eru samd um vápnahvíldaravtalu. Hetta skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump um 23 tíðina á sínum sosiala miðli, Truth Social. Sambært Trump kemur fyrsta stigið í vápnahvíldini í gildi [...] avtalað millum Ísrael og Iran, at tað verður ein fullkomin og total vápnahvíld (um umleið seks tímar frá nú, tá Ísrael og Iran hava klárað og avgreitt sínar endaligu uppgávur) í 12 tímar, og eftir hetta verður
Strondum frá Bakkafrost, eftir at Bakkafrost hevði bygt sítt nýggja virkið á Glyvrum. - Vit samstarva væl, hóast vit eru kappingarneytar. Samstarvið er gott, sigur hann og leggur aftrat, at Bakkafrost viðhvørt [...] sigur, at felagið brúkti sjey ár til at fáa bilbugt við hetta harðbalnað aliøki, sum Sandsvág er, og nú hevur felagið havt eina útseting uttan lús. - Tað er góður aktivitetur á virkinum hjá felagnum á Strondum [...] hjá felagnum í Føroyum, bakkar inn til terminalin, og tveir tangabilar fyltir við nýblóðgaðum laksi eru í ferð við at pumpa fiskin inn á virkið. Nakað soleiðis skrivar www.ilaks.no í dag. Í grenini verður
tryggleika, ið júst eru lyklaorðini hjá LÍV og Norðoya Sparikassa, sum fáast við lívstryggingar og umsita pengar hjá øðrum. – Vit hava longu vant okkum við nýggja navnið og búmerkið, so nú gleða vit okkum bara [...] búmerkjakapping fyrr í ár, og eftir at hava viðgjørt oman fyri hundrað innkomin uppskot, er dómsnevndin nú komin ásamt um nýtt navn og búmerki. 52 fólk vóru við í kappingini, og inn komu oman fyri hundrað uppskot [...] uppskot. Norrøn gudalæra og serliga Óðin var afturvendandi tema millum mongu uppskotini. – Vit eru ovfarin av stóra áhuganum og vilja takka øllum, sum hava tikið sær stundir at sent okkum síni uppskot, sigur
Irak, og nú USA hevur lopið á Iran við bumbum, er vandi fyri, at støðin í Irak verður álopin. Ain-al-Asad-støðin, sum liggur í vestara parti av Irak, er fleiri ferðir áður álopin úr Iran. - Her eru út við [...] við 30 norsk herfólk, og nú vandin fyri álopum er øktur, eru trygdartiltøkini á støðini eisini herd. Hetta upplýsir norski obertsloytnanturin, Lars Strøm, yvirfyri www.tv2.no Hann vísir á, at norsku herfólkini [...] amerikansk herfólk vóru. - Tá fingu fleiri amerikansk herfólk løstir. Tað, sum nú verður gjørt, er, at størri trygdartitøk eru sett í verk til tess at tryggja herfólkini, sigur Tormod Heier, professari í
viðkomandi at dvølja við, hvussu okkara próvtøkur eru fyriskrivaðar í lógum, kunngerðum og námsætlanum. Ikki minst, tí at vitlíki broytir nakrar fortreytir, sum vit sum samfelag hava arbeitt eftir í mong ár. [...] Eisini síggja vit, at nýklaktir lærarar, námsfrøðingar og onnur verða útskrivað av Fróðskaparsetri Føroya, og mong hava júst endað sína tíð í fólkaskúlanum, antin við 9.floks ella 10.floks prógvi, og hetta [...] hetta er í stóran mun ein gleðistíð um tað, sum rokkið er, men eisini ein sorgblíð tíð, nú farið verður í ymsar ættir, frá tí kenda saman við góðum floksfeløgum til tað ókenda, sum er spennandi, men eisini