ungt og gott orkestur hetta eru heilt nógvir av teimum næmingunum sum byrjaðu at spæla hjá Jens Knudsen og undirritaða sjálvum fyri gott fýra árum síðani, og eru hesir næmingar skjótt floygdir og farnir [...] okkurt aftur í lokal samfelagnum, og at musikkskúlin fylgir § 1. sum sigur, at musikkskúlin skal stimbra og stuðla lokalum tónleikabólkum so sum t.d sangkórum, Hornorkestrum, og øðrum lokalum rytmiskum bólkum [...] Vágs skúla uml. 350 og á Tvøroyra skúla beint undir 350. Í dag, 30 ár seinni, er barnatalið í suðuroynni næstan hálverað, 250 børn í Tvøroyrar skúla og beint undir 200 í Vágs skúla og fyri alla Suðuroynna
slíka terassu her við blómum og grønum trøum – har øll Havnin liggur opin framman fyri tær. Tí tá ið tú koyrir inn á Berbabrekku, er økið merkt av asfalti, betongi, bilum og avmarkað er av grønum vøkstri [...] útsynning er ein lítil lund, sum sæst frá Norðara Ringvegi. Tað er mamma Óluvu, Guðrun Dalsgarð, sum hevur plantað øll trøini, og fleiri teirra hava sína søgu. Nøkur hava uppruna á Eystara Ringvegi, har familjan [...] familjan hjá Óluvu Dalsgarð búði. Lesið meira í Vikuskiftis-Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa í talgildari útgávu á sos.fo ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## ##med7##
Andrias, Jónas og Elias, sum tú vart sera góður við og errin av og hevði við tær allastaðni til bar. Í 1972 bygdu tit húsini á trønni hjá abba. Vit vóru heima og ferðaðust, og babba og tú smíðaðu og løgdu ce [...] søgu at fortelja og eitt gott orð at bera. Sum systkin vóru tú og mamma serliga tætt knýtt og sum nærmasti granni í mong ár komst tú nærum dagliga inn á gólvið, og vit høvdu nógvar og stuttligar løtur [...] køkinum hjá mammu og babba. Tú elskaði at syngja, og dugdi so at siga alla Songbók Føroya Fólks uttanat og nógvar aðrar sangir. Ein sangur, sum tú mangan sang, var Dýrd á vík og vág og serliga orðini: “Hann
ljós. Suðuroyar Ullvirki samstarvar í dag við fleiri av okkara ungu og vónaríku sniðgevum m.a.tær, ið gera merkið Pau og við Guðrun Ludvig. Í dag verða mangar av troyggjunum seymaðar á seymistovu í Sandvík [...] Hóast søgan ikki er ulint, so er hon um ull, og eisini um eitt virki, ið av mongum varð mett at hava ringar framtíðar vánir, tá tað byrjaði í 1997, men sum hóast hetta hevur ment seg. Hósadagin var lítil [...] Vágsbotni í Havn upp. Á samkomu hósdagin segði Árni Brattaberg, stjóri, m.a. í vælkomurøðu síni, at tá hann og konan Karin so smátt byrjaðu í 1997, var ikki ætlanin at fara undir at framleiða lidnar vørur. Tey
ønina, og føroyska uppskotið til hana var Jóannes Nielsen fyri yrkingasavnið, Gudahøvd. Rakel Helmsdal og teknarin, Kathrina Skarðsá vóru í uppskoti fyri Føroyar til virðislønina fyri barna- og ungdóm [...] virðisløn frá Norðurlandaráðnum í kvøld. Fimm virðislønir eru lætnar í kvøld og føroyingar høvdu latið uppskot inn til fýra av teimum. Guðrun & Guðrum vórðu í uppskoti til umhvørvisvirðislønina, fyri at gera mótaklæðir [...] stríðið fyri at fáa politikarar at taka veðurlagsbroytingarnar í álvara. Men hon vildi ikki hava hana og segði hana tískil frá sær. Umhvørvið hevur ikki brúk fyri fleiri virðislønum, varð hon endurgivin fyri
Føroyum, har tað er ókeypis at vera við, og har øll eru vælkomin. Haldið byrjar á miðdegi, klokkan 12, tá ið Dugni borðreiðir við ókeypis kaffi, køkum og frukt, og síðani bjóðar Barbara á Tjaldrafløtti, [...] leikunum í ár, og Signa Vár Dávadóttir Joensen, sum var við á Special Olympics í fjør at siga frá, áðrenn Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, tekur samanum. Sangur og Tónleikur er eisini á skránni, og tað Eyðun [...] Eyðun Ásason, Guðrun Sólja og Janus Kampmann, sum fara at syngja og spæla. MBF leggur afturat, at teknmálstulkar vera við á fundinum.
Manuela Stan í málinum vart fyri, og tá Regina so eisini misnýtti brotskast, fór av álvara at síggja svart út hjá VB. Tað eydnaðist teimum tó at stríða seg inn aftur í dystin, og eina løtu vóru tær eisini framman [...] Við at halda henni úti, mátti VÍF í øllum førum vera størstu skothóttanina fyri uttan, og tað var eyðsæð, at Guðrun í Lágabø hevði hampuliga gott tak á skotroyndunum frá hinum leikarunum. Ov einstáttað [...] royndina misnýtti Andrea, og tá VB so aftur fekk brotskast burtur úr returinum, misnýtti Christina tann møguleikan. Hetta tók á sín hátt seinastu restina av sjálvsálitið úr VB spælarunum, og nú gekk brádliga skjótt
VB, og tá VÍF so aftur fekk glið á, var mest sum liðugt. VB hevði snøgt sagt ikki orku til at fylgja við, og tá tað gjørdist greitt, at talan skuldi gerast um tap, fekk vónloysi eisini vald á VB, og seinasta [...] men VB tóktist als ikki at vera fyrireikaðar upp á hetta. Eitt fyri og annað eftir vórðu kanónskotini send móti VB málinum, har Guðrun í Lágabø ikki fekk gjørt stórvegis fyri at verja fyri. Tá VB endiliga [...] røkka einum sigri, og tað var eisini líkt til, at tær høvdu hetta í kvittanini, tá tær fóru út á vøllin. Alt fyri eitt fóru tær við ágangandi álopsspælið undir at minka uim leiðsluna, og eina løtu sá eisini
nú og í framtíðini. Gestarøðarar verða Margrét Sigrún Sigurðardóttir og Helga Valfells úr Íslandi, Kristian Riis úr Danmark, og sum eisini er kendur frá tónleikabólkinum Nephew, Guðrun & Guðrun og Heini [...] Uttanríkistænastan hjá Løgmansskrivstovuni, Invest in the Faroes og Mentamálaráðið fyri evnisdegi um kreativar vinnur. Tiltakið, ið er alment og ókeypis, verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Kreativu vinnurnar [...] í heiminum, og nýggjar kanningar vísa, at tær eisini í norðurlondum eru nógv størri, enn tey flestu hava givið sær far um. Í Danmark kunnu kreativu vinnurnar longu kappast við biotøkni og útflutningin
gøtunum og spæla, og tí er tað gott, at vit hava havt ein góðan urtagarð, har tey kunnu spæla. Børnini eru í góðum hondum, tí eg gangi heima og ansa eftir teimum, og fylgi teimum í skúla. Og eg eri eisini [...] hevur saman við manninum, Rúna og børnunum, Philip, Andreu og Guðrun búð í London-forstaðnum, Wimbledon hetta seinasta árið. – Tað er stórur munur á at búgva í Føroyum og í London. London er jú ein risastórur [...] tennis, og fer ein í býin, so eru nógv fólk, og tað følist ikki sum at ganga í býnum í Føroyum, staðfestir Guðrun. Guðrun sigur seg kortini tíma væl at fara heimaftur til Føroya. Hon gleðir seg at koma