Verðsins gongd
Eisini Morning Star mátti at enda lúta fyri tíðarinnar tonn. Hon er avriggað og søkt. Sleipað út av Vágsfirði, har hon endaði sínar dagar á havsins botni.
Hetta stolta farið, sum í áravís hevur drigið so nógv upp úr havinum, varð nú latið hesum sama havi aftur. Hon var ikki tíðarhóskandi meira. Uppfylti ikki tey krøv, sum nútíðar fiskimaurin - av røttum - setir. Veiðiloyvið varð flutt á annað far, og Morning Star avriggað.
John Thomsen á Strondum hevur seinasta mannaminni ella so átt og ført Morning Star. Hann seldi skipið nakað fyri jól í fjør til felagið Line Fish við Norðskála, sum skal brúka veiðiloyvi til línuskipið Thomas Nygaard. Morning Star varð síðan seld Vágs Skipasmiðju, sum tók úr og av skipinum slíkt, skipasmiðjan kundi brúka, og síðan varð skrokkurin søktur.
Alt hevur sína tíð, staðfestir John Thomsen. Og soleiðis var eisini við Morning Star, sum útgjørd var til snelluveiðu. Hon hevur verið í hesi driftini í rættiliga nógv ár nú, og hava seinnu tíðina, síðan snellurnar gjørdust teldustýrdar, vanliga verið einir fimm til sjey mans við skipinum. Fyrr var vanligt við upp til 10 monnum. Morning Star hevði 14 snellur.
Seinnu nógvu árini hevur Morning Star bara veirð á ísfiskaveiðu, men umleið 1970 vóru teir eini fýra ár ella so til saltfisk undir Íslandi við henni. Tá var meira fólk við, eins og tað eisini var, tá teir vóru við gørnum.
Umstøðurnar umborð vóru ikki tær, sum fólk í dag vil hava, greiðir John Thomsen frá. Hóast lugarið var rættiliga gott, krevst meira í dag, og tí var ikki altíð líka lætt at fáa fólk.
?Eg haldi heldur ikki, at tað er rætt at gerast gamal við einum gomlum skipi, og tí gjørdi eg av at selja, sigur hann.
Morning Star var norsk. Hon varð smíðað úr furu í 1940 og var eitt av hesum ferniseraðu træskipunum, føroyingar kenna so væl, hóast hon her í Føroyum hevur verið hvít á liti. Morning Star var 114 bruttotons til støddar og hevði, nú hon varð seld, ein 200 HK M.W.M. motor frá 1970 ísettan.
Nógv fólk hevur gjøgnum tíðirnar verið við Morning Star, sigur gamli skiparin, sum heldur, at hann tekur ikki ov nógv til, um hann sigur, at mestsum allur ungdómurin á Strondum man hava verið onkran túr við Morning Star í byrjanini av síni sjómanstíð.
Hóast Morning Star er seld, hevurJohn Thomsen líkasum hug at halda seg til snelluveiðuna kortini. Hann hevur fingið sær ein minni bát. Ein 29 fót Hvalvíksbát, sum hann hevur róð út við í vár.
?Tað er heilt øðrvísi drift, hóast reiðskapurin er tann sami, heldur hann. Men prísin fýlist hann á.
?Hann er lækkaður heilt munandi í ár, vísir John Thomsen á. Sjálvur hevur hann bara fingið einar10,- krónur í meðal brutto. Eisini tá tann stóri toskurin er íroknaður. So har er veruliga ein broyting farin fram.