og niður við teimum trimum merkjunum á, tí hetta arbeiðið skuldi gerast samvitskufult. Sum eg ofta stóð aftan fyri orglið sá eg mangan mín lærara í kristni koma upp á loftið. Hann hevði altíð nakrar sangfuglar [...] vóru komin at lýða á tað, sum presturin hevði at siga teimum, ella tá ið deknurin las lestur. Meg minnist við gleði tíðina sum lá fyri framman, tá ið eg skuldi fáa prestsins hond á høvdið, tí eg sum ungur [...] fisk upp, so var farið aftur til Grønlands, tá kundu vit á heystardegi koma aftur við fullum skipi, umframt at hava lagt fleiri hundrað skippund upp á land í Grønlandi. Sum árini gingu og eg gjørdist valbarur
tey eru vaksineraði ímóti ymsum sjúkum so sum Rabies. Eitt tekin skal eisini leggjast undir húðina á hesum húsdjórunum. Tað verður sagt at bert heilt fá nýta hendan møguleikan helst tí at hesin framfe [...] búgva tað bert eini 60 milliónir fólk í Bretlandið, so tað er lætt at gloyma at Bretland hevur serstøðu á onkrum økjum. Tað er eisini vert at leggja til merkis at eitt nú t.d. Norðmenn (og -kvinnur) kunna rættiliga [...] lesandi. Hetta er tí Norra er limur í EØS. Ung føroysk lesandi hava ikki somu møguleikar. Vinarlig heilsan Helgi Joensen 29 Brackley Queens Road WEYBRIDGE Surrey KT13 0BL UK Tel. +44 (0) 1932 82 90 27 Fax
»Freak Out« hvarv á einum ovastalofti heima á Sandi mitt í sjeytiárunum, tá eg goymdi ein kassa við plátum og øðrum, meðan eg búði á átta fermetrum í Havn. »Freak Out« er seinni komin á fløgu. Men tað er [...] vit spældu á studentaskúlanum á Akureyri, aftur og aftur, meðan vit fyrireikaðu 1. des. árshátíðina í 1971. Latið okkum bara taka hana fyrst. Frank Zappa og aðrir, sum spældu við, tosaðu nógv á konsertum [...] 1972. Á hesari plátuni hevur Frank Zappa ikki færri enn 21 sangarar og tónleikarar afturat sær. Hvør einasti hevur fingið eina fitta mynd á plátuhúsan. Frank Zappa dámdi væl at siga søgur. Av og á vóru
ýlir vilt, og bylgjan blá Á havinum, sum fyrr var stilt, Seg reisir há, Og neyð og vandi hótta meg Á trongu leið, Eg minnast vil: Her havi eg Mín búðstað ei. 4. Mítt føðiland er ei á fold, Men uppi har; Tí [...] ein miðdepil fyri forbøn og ákallan á Guð um linna og grøðing. Ólasa stutta lív hevur sett okkara lív í »relief« og vit hava hvør og ein fingið nakað at grunda á fyri Gudi. Hóast brekaður í eygum menniskjans [...] teg og fylgja tær Á míni ferð, Til Hann skal skyggja bjart um fjøll, Hin lívsins sól, Og savna síni egnu øll Umkring sín stól! S.G.F. Ærað verði minnið um lítla elskaða Óla. Heilsan mostir tín
finnast millum hesi fólk bøtir ikki um støðuna. Tað, sum eg leggi dent á í endanum á svarinum til Anitu á Fríðriksmørk, er at minna á ta óhepnu, ja, skaðiligu gongd, sum fer fram í samfelagi okkara, meðan [...] Ein luttakari undrast á málburð mín í aftursvari til Anitu á Fríðriksmørk. Spyr um stakkalastásið, tjóðveldisfólk berjast um, er sjálvsavgerðarætturin. Sjálvsagt er sjálvsavgerðarættur okkara ikki stakkalastás [...] fullveldiskeglinum, og tá fullveldið skal ganga fram um alt annað í samfelagskjakinum, so er vandi á ferð. Lat meg siga tað greitt, at fyri mær er fullveldisætlan landsstýrisins stakkalastás at rokna í
ikki at koma í óføri á sjónum. Sjúkan gjørdi, at lagið á abba var skiftandi. Tað vísti seg, at tá lagið var gott, plagdi hann at práta um kríggið. Hetta var óivað, tí at kríggið brast á, meðan abbi var hálvvaksin [...] hevði verið ein túr á sjónum. Hann var komin aftur til Nólsoyar og fer sum vera man niðan í Krók. Hann kemur inn í køkin og sigur við mammu sína Elsbu, at hann helt seg hava fingið lús á túrinum. Gløgg kvinna [...] Vit hoyggjaðu, gingu á seiðaberg og gingu í kirkju við abba. So var eisini fjallgonga, heimaseyður, fletting og nógv annað, vit minnast um abba. Vit vilja her senda eina heilsan til ommu, sum nú má venja
allur samfelagsútviklingurin liggur á láni, tit gjalda loysigjald til verunligar politiskar rænarar og sjórænarar, men ikki so mikið sum Fíggjareftirlitið er komið upp á pláss. Eg havi ætlanir um at koma [...] samstundis vil eg framhaldandi royna at liva upp til eitt umdømi, sum sigur, at orð Atla kann ein líta á, at ein avtala vð Atla heldur o.s.fr., alt slíkt, sum Høgni kann spyrja eldri politikarar um, eisini [...] milliónum, hann ?hensynsleyst? hevur nýtt til fullveldispropagandu. Tað er Hvítabók, sum setir ljóskastaran á, at búskaparliga hongur tað ikki saman at taka eina milliard burturúr fíggjarlógini og so vænta, at
leiðir á landi, har súkklast kann kring Norðsjógvin. Tilsamans 6.000 kilometrar. Á heimasíðuni www.northsea-cycle.com verður verkætlanin boðin fram til øll tey, sum hava hug at súkkla og halda frí á henda [...] Tilsamans 70 landspartar eru knýttir saman og vara av hesi ætlan, sum byrjaði á heysti í 1989. Flestu vegir og stíggir, súkklast kann á kring Norðsjógvin, eru fyrndargamlir. Tí hevur fyrireikandi arbeiðið fyri [...] súkkluleiðin fer gjøgnum Noreg, Svøríki, Danmark, Týskland, Niðurlond, Ongland og Skotland. Eru heilsan og hugurin ikki til allan teinin eftir einum sumri, so ber sjálvandi til at taka hann í pettum. Og
Ferðavinnuna í Norðoyggjum, Finn Johannessen, á móttøku fyri nýggja leiðaranum í Norðoya Kunningarstovu. Christian Olsen tók við nýggja fulltíðarstarvinum á Kunningarstovuni hósdagin, og tá var móttøka [...] góð til at samstarva, segði Christian Olsen á móttøkuni. Borgarstjórin í Klaksvík helt eisini stutta røðu, og ferðavinnuumboð úr høvuðsstaðnum bóru eisini heilsan til nýggja leiðaran.
búð nærum øll árini á sjálvum Kirkjuváli í Tvøroyrar hjarta. Á hesu kirkjugrund fekk eisini fakrørslan sær miðstøð, og kom haðani íblástur til nógv av tí, sum gjørdist vinnulívssøga á Tvøroyri, skapti virksemi [...] megi hann átti, hóast lagnan hevði lagað tað so, at heilsan mátti sigast at vera sera viðbrekin. D. J. Jensen var ein teirra, sum fekk smittuna umborð á trolara, og hevur tuberklasjúkan givið honum nógvar [...] hevur kent samhaldsfesti við hesa stætt og sýnt tað í verki Hansara lívsverk var fyrst og fremst útinnt á havinum fyrst við sluppum og trolarum, men síðan seint í fjørutunum sum útróðrarmaður burturav. Hann