Á súkklu


Úr Norðsjónum draga vit oftast fisk. Og eisini olju. Nú kunnu vit leggja frítið og ítrótt afturat hesum landafrøðiliga øki. Tí nú verður lýst við súkkluferðum kring Norðsjógvin. Ikki er tað tí, at ein nýggj vatnsúkkla er í umfari. Nei, tað eru norðmenn, sum hava tikið stig til at merkja allar tær leiðir á landi, har súkklast kann kring Norðsjógvin. Tilsamans 6.000 kilometrar.

Á heimasíðuni www.northsea-cycle.com verður verkætlanin boðin fram til øll tey, sum hava hug at súkkla og halda frí á henda hátt. Merkta súkkluleiðin fer gjøgnum Noreg, Svøríki, Danmark, Týskland, Niðurlond, Ongland og Skotland. Eru heilsan og hugurin ikki til allan teinin eftir einum sumri, so ber sjálvandi til at taka hann í pettum. Og tá sagt verður, at súkkluleiðin er 6.000 kilometrar, eru ymsu ferjunar ikki tiknar við.

Hóast norðmenn eru uttanfyri ES, so er tað ein økismennandi ES-grunnur, sum í eitt trý ára skeið hevur fíggjað verkætlanina. Tilsamans 70 landspartar eru knýttir saman og vara av hesi ætlan, sum byrjaði á heysti í 1989.

Flestu vegir og stíggir, súkklast kann á kring Norðsjógvin, eru fyrndargamlir. Tí hevur fyrireikandi arbeiðið fyri mesta partin verið at merkja og upplýsa. Til tess at gera vart við verkætlanina verður nýggja norðsjóarsúkkluleiðin tó hátíðarhildin í Hamburg hin 5. mai. Tá verður leiðin ?latin upp? og henda dag verður eisini ein stafettkapping á súkklu.