kinnareytt andlit. Hann hevði ein gamlan toyposa at goyma soviposan og teppið hjá sær í. Tómoygdur stóð hann har, skitin og ússaligur á at líta, og hugdi at impulsiva fólkalívinum á gøtuni. Sum ein fremmandur [...] d´Orsel. Tað gjørdi hann fáar tímar eftir, at handlarnir á gøtuni høvdu latið aftur fyri dagin. Um dagin helt hann til onkra aðrastaðni í býnum, tí tá var onki óvanligt at síggja á gongubreytini. Stutt áðrenn [...] mær at taka eina mynd av manninum við fartelefonini, men júst tá ið eg gjørdi fototólið klárt, hugdi hann meg beint í eyguni, og ongin mynd varð tikin. Eg var annars farin út við tí fyri eyga, at fáa nakrar
aðrar knokkar, men eg fari tó at gera vart við tað heldur óvanliga, at bókin leggur út við einum samandrátti. Vanligt ella neyðugt er at hava lisið eina bók lidna fyri at kunna fata ein samandrátt, mótvegis [...] hevur lovað, at líknandi kanningar fara at verða gjørdar á skjalasøvnunum handan jarntjaldið, ið var, tá ið neyðug peningajáttan frá løgtinginum fyriliggur. Ætlanin við hesi lítlu grein er ikki at ummæla bókina [...] eftir at arbeiða eftir galdandi reglum, sum fyriskipað var, herundir at alt varð journaliserað. Henda profiessionella skráseting og umsiting var ósvikalig í 40 ár, men so fór at bila, ikki tí at dugnafólk
útlendingum er, at hóast danir royndu at koma í stevnublaðið á Midem, so eydnaðist tað ikki. Men eftir støðugar royndir, eydnaðist tað at fáa føroysku luttøkuna nevnda. Tónleikur við rót byrjar at vekja áhuga [...] Cannes var, at DR2 hevði samrøðu við Rakul. Hetta tí, at DR2 tosaði við størsta luttakaran. So var eisini áhugavert at hitta tann minsta og vita, hvørji ørindini vóru á Midem. Rakul metir, at tað í dag ikki [...] Phono. Digitalur eftirbátur Ein av metingunum hjá Rakul Guðjónsson, eftir at hava vitjað Midem, er at framtíðin liggur í, at keyparin sjálvur velur sær út tann tónleik, hann hevur áhuga í. Royndir eru
hevur havt annað at gjørt. Hetta er høvuðsorsøkin til, at tíð ikki hevur verið at broyta lógir o.a. Í staðin fyri at viðurkenna hetta, kappast løgmennirnir báðir um bæði tíðliga og seint at skylda upp á Danskar [...] Fólki. Harumframt er neyðugt, at fara til arbeiðis beinan vegin. Tað er neyðugt, at vit arbeiða nógv og væl, soleiðis at vit verða meira sjálvbjargin. Sambandsflokkurin ynskir at gera hetta undir skipaðum [...] síðan at geva avkast seinni. Hví fara menn so ikki til arbeiðis? Jú øll orka verður løgd í at fáa loysing, sum teir sjálvir siga, einki endamál hevur í sær sjálvum. Samstundis verður tosa um at fáa so
hyldnast sera væl at nøra um tilveruna á ein slíkan hátt, at sigast má, at hetta er eindømi at greiða staðarnøvnini á henda hátt. Ein leskiligur bóklingur at hava í hendi og forvitnisligur at blaða í. Bøkur [...] staðarnøvn í Fuglafjarðar sókn. Ein bók er ein bók, men bøkur eru ymiskar bæði í dygd og skapi. Tekur tú bók í hondina kann tað kennast á skapinum , at vera leskiligur lesnaður- nøkunlunda, sum tá ið mett verður [...] í fleiri pørtum, so hesi tøl vóru størri; men tað er altíð so, ofta er ivingarsamt um peningurin, sum tú hevur til taks til bókaútgávuna, fer at røkka ella ikki. Tað kann hugsast, at soleiðis hevur tað
tíðarritið eru skeivar. »Hyggja vit at fíggjarlógini fyri í ár, so síggja vit, at vit bókstaviliga hava sett meginpartin av blokkstuðlinum á bók, og tí er tað beinleiðis ósatt, at tað fer út sum nýtsla« sigur [...] undir við ríkisfelagsskapinum og er eisini ætla at fáa fólk at fara betri um felagsskapin enn gjørt verður í løtuni. Kortini hava vit fest okkum við, at ein partur av talskjalaprógvunum í høvuðsgreinini [...] Rigsfællesskabet«, sigur Erik Laugesen Kristensen, at danski ríkisstuðulin til Føroya er 2,5 mia. krónur og at føroyska fíggjarlógin er upp á 5 mia. krónur. Hesi tøl eru skeiv og tí ringdu vit til Erik Laugesen
parinum Stoltenberg/Jagland verður at fyrireika eina umsókn. Arbeiðaraflokkurin skal hava landsfund í heyst, og tá kann flokkurin fáa eina semju um, at nú er tíðin komin til at senda eina nýggja umsókn. Thorbjørn [...] virknan og politiskan uttanríkispolitikk. Hann hevur týðuliga lagt herðslu á, at uttanríkismálaráðið eigur at virka fyri at hjálpa norskum útflutningi innan fíggjarfyritøkur, ídnað og serliga oljuvinnu [...] ES-limaskapi. Fyri tíggju árum síðani skrivaði Jagland bókina »Min europeiske drøm«. Í hesi bók vísti hann millum annað til, at »arbeiðararørslan varð borin í heim í Europa. Her eru vit framvegis sterk«. Støðan
edrúur maður, ikki tí at mær ikki dámar at drekka, heldur tí, at mær dámar alt ov væl at drekka, so væl, at eg havi slett ikki tíð at arbeiða, tíansheldur at røkja nakað sum helst annað í lívinum, tá ið eg [...] tú!? At nema við hetta viðkvæma evni kann lætt-liga føra við sær, at tú fær dómin at vera frelstur ella at tosa moral. Tað vil so vera. Og áðrenn eg sigi eitt sindur um meg sjálvan, kann eg siga, at gavst [...] alt fyri at fjala útyvir veruliga trupulleika, at tann bundni drekkur ov nógv. Hví tey gera so er ilt at siga, men hetta liggur djúpt í einum. Tað er so eymt og tað er so stór skomm ikki at duga at bera seg
vera best fyri Føroyar. Eg dugi ikki at síggja, at vit fara at klára okkum einsamallir. Kunnu vit prógva, at vit kunnu klára okkum, so er í lagi. Men eg fílist á, at teir ikki kunnu vísa á, hvussu vit skulu [...] duga at kjakast saman aftaná. Og soleiðis hevði tað ivaleyst eisini verið her hjá okkum. Jú, tað verður lætt at sættast. Tú noyðist at góðtaka tað, sum meiriluti er fyri. Men hví skal tað fara at ganga [...] So máttu teir hildið tað sama um lond, ikki so? Ber til at fáa føroyingar at arbeiða betur saman? -Tað dugi eg ikki at skoða. Men eitt veit eg, at øvundsjúkan er stór. Gongur einum væl, so verður tað honum
fyri at avmarka lántøkurnar uttanlands í 80?unum og soleiðis temja búskapin, so valdi landsstýrið at lata vera. Og hóast tað stóð Løgtinginum frítt fyri at tala at og geva landsstýrinum boð um at steðga [...] eisini, við hepni, at knýta bond longur aftur í tíðina. Hetta er ikki minst áhugavert, tí at slíkar royndir eru so forkunnugar. Forkunnug roynd Serliga forkunnugt er tó at lesa royndir at skriva nútíðarsøgu [...] seinni at fáa støðu sum ?søga?. Um so verður, er einki vunnið. Ikki ein søgubók Vit mugu vera púra greið um, at bókin hjá Høgna ikki er ein søgubók. Hon er ein bók, sum er skriva við tí fyri eyga, at rættvísgera