fegnaðust teir óført um, og lótu teir eisini Havnarbátin vita av hesum, tá steypið varð handað. Regattain hevur øll árini havt tvær høvuðshendingar, kappróðurin tíðliga seinnapartin og so dansin um kvøldið. Vanliga [...] hjá teimum at fáa fólk at vera verandi. Tað tyktist, sum um fólk vóru glað fyri tónleikin í teltinum, og nógv av eldra fólkinum fór ikki fyrr enn um tíggjutíðina, sigur hon. Diana greiðir frá, at tey hava [...] Neystið latið søluna av mati frá sær, men fáa so prosentir av søluni. Hetta hevur lætt eitt sindur um, og riggar øgiliga væl. Hetta er annað ár á rað at Stina stendur fyri hesum, og hon er dugnalig og
felagið hugsar ikki minst um at vaksa um GSM-partin, og so kemur eitt nýtt tilboð um breiðband til internet seinni í ár. ? Gongdin higartil í ár vísir, at vit økja framvegis um okkara sølu, og tí er tað [...] Kall setti sær sum mál fyri 2003 at vaksa um marknaðarpartin innan fastnettelefoni og at økja munandi um GSM-søluna. Eisini setti felagið sær fyri at vaksa um søluna til virki og at hava beinleiðis yvirskot [...] hjá Kalli innan uppringt internetsamband er eisini 21 prosent. Her er talið á kundum minkað seinasta árið, men teir kundarnir, sum nýta internet frá Kalli, nýta internetið meira, so sølan er kortini økt.
19 gamla Barbara Poulsen var liðug við tíggjunda flokk, var hon ikki í iva um, hvat hon skuldi finna uppá. Hon hevði hugsað um at fara á eftirskúla í Danmark í eina tíð, men tað bleiv ikki fyrr enn skúlin [...] tá ganga lærararnir runt og vegleiða teimum, um tey ivast í onkrum og ansa eftir, at skúlatingini verða gjørd. ? Tað virkar slettis ikki so longi, sjálvt um summir dagar eru rættuliga langir, sigur Barbara [...] enn fólkaskúlin. Mær dámdi so væl á skúlanum, sigur Barbara. Barbara viðmælir øllum ungum, sum hugsa um at fara á eftirskúla at fara avstað. Hon sigur, at tey fara ongantíð at angra tað. ? Hevði eg vitað
sum talufeilirnir í útvarpinum, so ikki er hugsingur um at fara stytsta veg ígjøgnum hagan. Men veðrið er so gott at vit takka nei til óføra tilboðið um at verða koyrdir niðan. Vegurin út í Akraberg er a [...] sjóverki tømt sær vælindini so leingi nakar kann minnast. Einaferð gingu suðuroyingar kravgongu við boðum um at "ogur eiga Smyrol". Nú mugu tigor gjarna eiga hann, hugsi eg, men unni teimum kortini betur. Hetta [...] søludegi og treingist til at verða annaðhvørt umvælt ella útskift. Alt bendir á at tað seinna fer at henda um stutta tíð, men lat okkum nú ikki skjóta skinnið fyrr enn gamli Smyril er seldur, og yvirmenninir hava
80 fólk á fundi, har eisini áðurnevndi Niels Mikkelsen helt fyrilestur um ymisk viðurskifti, sum hava við blóðgávu at gera og um, hvussu hesi viðurskifti eru skipað uttanlands. Ì nevndini í Klaksvíkar [...] sigur, at endamálið við at vera blóðgevari er ikki júst, at tú skalt verða boðsendir tvær ferðir um árið at lata blóð. ?Tað er í lagi, at blóðgevarar ógvuliga sjálvdan, ella ongantíð verða boðsendir. Endamálið [...] Samson er virkin blóðgevari í Klaksvík og hann heldur, at tað hevur stóran týdning at upplýsa fólki um, hvønn týudning tað hevur, at føroysku sjúkrahúsini altíð hava nóg mikið av blóðgevarum. Og nú eru
Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið, ásetti umframt lønarhækkingar, eisini avtalu um virksemisøking. Henda øking snýr seg um ráðlegging, skúlabókasavn, leiðslu, KT-vørðar og annað. Hesar bindingar kosta 6 [...] fólkaskúlalógin varð sett í gildi, søgdu, at eftirútbúgvingin skuldi økjast við 1,8 mió. krónum um árið. [...] fólkaskúlan at gera so ella so. Har verður sagt, at fólkaskúlin er so illa fyri fíggjarliga, at talan er um, at fólkaskúlarnir ikki hava fíggjarligar karmar fyri at røkka lógarásetta tímatalinum. Hetta er sera
Marselisborg Slotti fyri donsku drotningina. Enn hevur hann ikki fingið prógv sum fotografur, tað verður um eitt gott ár, men hóast tað fær hann nógvar avbjóðingar undir lestrartíðini. Tað er ígjøgnum meistaran [...] frá. Uppgávan at taka myndir av Marselisborg Slotti er ógvuliga umfatandi og tíðarkrevjandi. - Sjálvt um tað krevur av mær, at eg skal arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð, var eg beinanvegin til dystin [...] rin hjá drotningini. Nakrar vikur á hvørjum summri býr hon á slottinum og annars av og á ígjøgnum árið. Í komandi mánaði steðgar hon í tríggjar vikur á slottinum, og tá skulu hópin av myndum takast. Rógvi
kappingina júst í tí hami og ferð, sum Pætur hevði smíðað tað, hugsið bert um Johnny Logan á sinni. Hetta er bara eitt dømi um, at føroyingar hava lítið og einki at siga í einum so kallaðum ?javnbjóðis [...] Eftir at hava lisið viðmerkingina hjá Jákupi Fróða Djurhuus um luttøkuna hjá Pæturi við Keldu í donsku Grand-Prix kappingini herfyri, verður ein ikki sørt ørkymlaður. Valevnið á Sambandslistanum í Suðurstreymi [...] mótsigur sær sjálvum. Hann slær fast, at luttøkan í kappingini og áhugin fyri henni í Føroyum ber boð um, at føroyingar eru ein serstøk tjóð. Men samstundis mælir hann Pæturi til at siga tað vakra føroyska
gamalt og nyttuleyst. Lógin er eisini skikkað soleiðis, at tú kann avskriva ein part av virðinum um árið í einum vinnutóli og soleiðis sleppir tú bíligari í skatti. Tað vil siga, at peningur átti at verið [...] prísurin er og hvussu nógv tey fiska. Tá tú keypir ein bil, so kann tú ikki rokna við, at um eini 10 ár, so kemur ein lóg um endurnýggjan av føroysku bilparkini. Bilurin minkar í virði fyri hvørt ár og tú verður [...] fiskiflotin er gamal. Fleiri skip nærkast teimum fýrati og sum náttúrligt er, so eru røddir frammi nú um at endurnýggja fiskiflotan. Hesar reglur eru skrivaðar, tí undirritaði ikki rættuliga skilir, at tað
sum er komið burturúr gjøgnum árið. ##med2## Skeið í tara og føroyskum klæðum Umframt skúlaárið frá august til februar er Húsarhaldsskúlin eisini karmur um styttri skeið um várið. Tað er altið stórur áhugi [...] at birta undir eina hugburðsbroyting hjá næmingunum, sigur hon. At vera á Húsarhaldsskúla fevnir tó um nógv annað enn at gera mat og vera í køkinum. Næmingarnir hava góðar møguleikar at arbeiða kreativt [...] framvegis, fortelur Jóhanna á Tjaldrafløtti. Eisini eru tey við í verkætlanini Matfrøði, sum fevnir um styttri skeið, har øll kunnu luttaka, bæði vaksin og børn. – Ljós verður varpað á føroyska tilfeingið