settur fast í hetta starv. Í 1852 varð hann valdur inn á ting og sat í 28 ár. Í 30 ár umboðaði hann Føroyar í ríkisráðnum, landstinginum og fólkatinginum. Í 1869 fekk hann um hendi postavgreiðsluna í Havn og [...] Rasmus, sum var kolonistjóri í Grønlandi, b. Søren Emil, giftur við Margrethe Olsen úr Trøð í Havn, c. Sigrid gift í Danmark, d. Poul kolonistjóri í Grønlandi, e. Petra gift við Jens Olsen, keypmanni í Trøð [...] áðenn tær hendu. Hann sá yvir seg, sum tey søgdu. Ein slík vanlukka, sum hann sá, var tá ið Jørgin á Nesi gekk burtur í 1911. Jørgin á Nesi, sum tá var 69 ár, var í Havn við báti. Við sær hevði hann tveir
hava í hálvt triðja ár havt ein órógvandi frekens sitandi úti í Albert Hall, sum onkursvegna megnaði at tosa fólkið upp í lag. Soleingi tað vardi. Hann er nú farin í annað karrieruljós. Men, sum skaldið [...] hetta var sum at rópa út í oyðimørkina, har var heldur onki bergmál tá, frá hesum báðum spenstigu hanunum Óla Breckmann og John Johannessen, sum nú royna at skora nøkur bílig poeng í bankagøluni, sum teirra [...] hann hevur ferðast aftur og fram í keypsskálunum í Reykjavík og í Keypmannahavn í nakrar dagar. Og har eru tað ikki føroyskir tingmenn, sum áseta byrjanarkursin, soleiðis sum onkur búskaparfrøðingur nú so
Fiskidaganevndini sett í gildi, sleppa føroyingar ikki á fjørðin ella víkina at fáa sær eitt kók. Fiskidaganevndin er nú liðug við tilmælið, sum hon sambært lógini skal lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum [...] ini er í stuttum: Øll veiða á innaru fiskidagsleiðunum verður bannað frá 20. apríl og tríggjar vikur fram, øll veiða á firðum og sundum, eisini sokallaður frítíðarfiskiskapur, verður steðgað í tvey ár [...] steingjast fyri allari veiðu í tvey ár við undantaki av landssynningskantinum, Meirilutin í nevndini, vinnuumboðini, mæla til óbroytt fiskidagatal næsta ár. Formaðurin, Óli Samró, mælir til at skarva 20
venda tær til, formannin:?Frits Jacobsen, tlf. 332053 ella ein av nevndarlimunum. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst [...] 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 Hámessa v/ Jerzy Kruk, prestur í Mariukirkjuni. Aftaná verður kirkjukaffi. Síðsta sunnudag í hvørjum mánaði verður tilbiðjan av tí heilaga Sakramentinum í Mariukirkjuni [...] 18 møti, Stella Zachariasen sigur frá Ísraelsferð. http://www.gospel.fo Frá Meinigheitshúsinum í Havn Sunnudagin kl. 18.00 Møti v. Steen Palmqvist, evni: Felagsskapurin í meinigheitini. Sangbólkur syngur
hevur latið frá sær til reiðarar undir kreppuni í 90-unum. Millum hetta er ein lækking í ísfiskalínusáttmálanum frá 45% til 43% fyri skip, sum fingu sær svøvlalínu. Hetta var annars eitt stig, sum var við [...] munandi betri í dag, enn tá eg tók við í FF. Hann er eisini munandi betri enn til dømis tilsvarandi sáttmálar í Íslandi. Tað kann eisini skoytast uppí, at verandi inntøkutrygd, sum FF í míni tíð útvegaði [...] hjá fiskimonnum, hóast Jan sjálvur var í uppskoti og annars var sjálvskrivaður sum nevndarlimur. Tískil eru fiskimenn í dag einasti partur í ráfiskavinnuni, sum als ikki eru umboðaðir á hesum týdn
spennandi, og í løtum hekk spælið hampuliga væl saman. Styrkin í HB liðnum plagar at vera í álopspartinum, sum er mannaður við landsliðsmonnunum Christian Høgna Jacobsen og Rógva Jacobsen og við Tór-Ingar [...] Christian Høgni Jacobsen risa møguleika eftir góða fríspæling frá Rógva Jacobsen, men hann legði við høvdinum bóltin skeivu megin stólpan. Í 2. hálvleiki vóru fleiri krossbóltar. Men Óli Hansen og hansara [...] ímóti NSÍ, og í 2. hálvleiki hevði HB verið omaná. Tað lá í luftini, at um eitt mál fór at koma, so fór HB at fáa tað. HB saknaði skadda Jákup á Borg í høgra borði. Kortini vóru innleggini nógv. Í 1. hálvleiki
tónleikaframførslur vóru.Beinta bjóðaði vælkomið og greiddi í stuttum frá um Dávavirkið. Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri og Gunvá við Keldu formaður í mentanarnevndini hildu røður. Gunvá handaði ein málning [...] Fuglø, sum eisini hongur har. Áleið 600 fermetrar hevur Klaksvíkar Kommuna leigað frá Finni Johannesen, sum hevur innrættað átta størri og smærri venjingarhøli. Í miðjuni eru eisini størri rúm, sum kunnu [...] Leygardagin varð Dávavirkið tikið alment í nýtslu. Tónleikabólkar fáa nú framúr umstøður at venja í og kunnu eisini framføra tónleik á palli í snotisligum hølum. Væl av fólki møttu til hátíðarhaldið l
Eliasen (1951) og Magni (1959). Tey búgva øll í høvuðsstaðnum. Abbin á faðirsíðuni var Óli Arge, Bil-Óli, sum var ættaður av Argjum, og omman var Malla, sum var ættað úr Vestmanna. Á móðursíðuni var omman [...] partur av skránni. Sum stórur smádrongur fór Jógvan at ganga pápanum til handa, og nú hevur hann í eini fjøruti ár varpað fótbólt og kappróður út. Í tvey ár – 1978-1980 – var Jógvan formaður í ÌSF. Millum aðrar [...] og sjógvi, í friðartíð og krígstíð, heima á landi og úti í stóru verð og so víðari, eru perlur, sum eiga stóran týdning. Spell at hesar sendingarnar ikki longur eru á skránni í útvarpinum. Í 1980 gav Jógvan
Danielsen, sum var trúboðari í Kongo fyrst í hinari øldini Djóni í Geil, sum var virkin á mongum økjum. Hetta var ikki minni galdandi fyri hansara synir. Kristin í Geil er millum annað kendur sum blaðstjóri [...] gav eisini høvi til umrøðu í fjølmiðlunum. Tað er eisini sera gott, at vit hava eitt stað, sum vit kunnu seta í samband við fólk, sum hava havt stóran týdning í samfelagnum. Í veruleikanum er gamli kirkjugarður [...] kom til Føroyar í samband við havnargerð í Havn í 20-unum. Sum nógvir danir, sum komu higar tá, var hann ikki heilt vanligur. Hann helt saman við Ishøj, ein annan sermerktan dana. Tað, sum vit vita um Carlo
(1961). Jaspur býr í Havn, Andrias í Syðrugøtu, Óli Jacob í Grønlandi, Lena Jacobsen í Syðrugøtu og Marjun Johannesen í Hósvík. Eftir realprógvið í Klaksvík í 1964 fór Andrias at sigla sum fýrbøtari við S [...] Sjúrðarbergi í eitt ár. Í 1965 fór hann í Hoydalar, har hann leyk støddfrøðiligt studentsprógv í 1968. Eftir at hava verið vikarur í Klaksvík í eitt ár, fór Andreas til Keypmannahavnar, har hann í 1977 tók [...] embætisprógv sum lækni. Turnusskeiðið var Andreas á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í 1980 fór Andrias til Jönköping í Svøríki, har hann í fýra ár var undir útbúgving í almennum medisini. Í eitt