Lukkan hevur svikið HB

NSÍ styrkti um sína støðu við góðari verjuskipan og arbeiðssomum miðvølli, sum er betri skipaður enn áður

Fótbóltur

 

HB plagdi at hava marginalirnar á sínari síðu. Tað eru tey góðu liðini, sum søkja eydnuna og finna hana, plagdi at verða tikið til.

Um hetta hevur nakað við veruleikan at gera, so boðar úrslitið leygarkvøldið frá, at NSÍ nú eigur eitt betri lið, enn meistararnir í HB eiga.

Á vøllinum var tað tætt, intenst og spennandi, og í løtum hekk spælið hampuliga væl saman.

Styrkin í HB liðnum plagar at vera í álopspartinum, sum er mannaður við landsliðsmonnunum Christian Høgna Jacobsen og Rógva Jacobsen og við Tór-Ingar Akselsen. Hjá NSÍ liggur styrkin í verjupartinum. Álopið var aftur hesa ferð óvanliga tunt. Men tá ið tað eydnast at halda tætt í hinum endanum er eitt mál nóg mikið fyri at vinna.

Einsamalla málið skoraði innskiftur miðvallari, tá ið tað bara var ein lítil løta eftir.

Ryggurin á HB spælarunum var ikki so rankur, sum hann ofta hevur verið, tá ið teir eru farnir av vøllinum.

Leikliga hevur tað ikki hingið serliga væl saman í ár. Men hesa ferð spældu teir við væl uppløgdum Milan Kuljic á sentralum miðvallarplássi saman við arbeiðssama Kára Nielsen, upp ímóti NSÍ, og í 2. hálvleiki hevði HB verið omaná. Tað lá í luftini, at um eitt mál fór at koma, so fór HB at fáa tað.

HB saknaði skadda Jákup á Borg í høgra borði. Kortini vóru innleggini nógv. Í 1. hálvleiki hevði Christian Høgni Jacobsen risa møguleika eftir góða fríspæling frá Rógva Jacobsen, men hann legði við høvdinum bóltin skeivu megin stólpan.

Í 2. hálvleiki vóru fleiri krossbóltar. Men Óli Hansen og hansara menn vóru sum oftast fyrstir á, og verjan lá so mikið aftarlaga, at tað var millum lítið og einki øki hjá Rógva og teimum at renna seg leysar í.

Hans á Lag varð settur fram sum síðsta álopsessið. Mest merkisvert var tað, tá ið dómarin vísti honum av vølli fyri at hevna seg.

 

Tannleysir

NSÍ hevur skift ham. Í staðin fyri nógvar langar sendingar, sum hevur verið vørumerkið, tá ið Christian Høgni í fremstu røð ornaði so nógv einsamallur, so royna teir nú at samanspæla. Nenad er drúgvur, og hóast skaddi Bogi Løkin varð saknaður, so hekk tað ikki so galið saman.

Broddur og tyngd sást ikki nakað serligt til í álopspartinum hjá NSÍ. Tað hjálpti, tá ið unglingaspælarin Øssur Dalbúð loysti Andersson av. Løtan hjá Øssuri var sera stutt, men sum so mangan áður fyrr í ár, so var tað, eftir at hann var skiftur á vøllin, at NSÍ skoraði.

Pól Thorsteinsson varð fyri fyrstu ferð síðani tíðliga í vár á vøllinum. Snildi veteranurin varð skiftur inn á sentrala miðvøllin, og tann leiklutin megnaði hann væl. Hjalgrím Elttør var aftur hesa ferð sera arbeiðssamur. Liðavrikið var samanhangandi, og tá ið eydnan er lopin av HB skútuni og yvir á NSÍ skútuna, so ber tað ivaleyst eyka orku og sjálvsálit við sær undan næstu uppgávuni, sum stendur fyri framman í strembanini at halda tørn um oddasessin.