Krisjan kom í starv á Sosialinum í januar 1984, og undan tí hevði hann starvast innan fiskivinnu og byggiarbeiði frá 1964?68. í 1969 fór hann undir lestur og í 1973?77 starvaðist hann í uttanríkismálaráðnum [...] aráðnum. Í 1977?83 arbeiddi hann innan fiskasølu og á Nordafar, og í 1984 kom hann so í starv sum fyritaksstjóri á Sosialinum. Nógvar broytingar vóru farnar fram á blaðnum. Blaðhúsið var nýtt og somuleiðis [...] Í gjár 11.januar andaðist Krisjan Dahl eftir langa sjúkralegu. Krisjan gjørdist bert 50 ára gamal, nú hann slóknaði. Fyri góðum ári síðan gjørdist hann sjúkur og kom ongantíð fyri seg aftur. Fyri okkum
er løgd til rættis í samstarvi við Statoil vegna AMG (Atlantic Margin Group). Skrá fyri kunningarfundir í Føroyum um oljuútbúgvingar í døgunum 12.?16. januar 1998 Mánadagin 12. januar kl. 10.15Studentaskúlin [...] áhuga fyri at taka fólk í arbeiði. Unn á Lað fer at greiða frá teimum ymsu lestrar-møguleikunum í Stavanger, eins og hon fer at umrøða allar spurningar í sambandi við lestur í Stavanger. T.d. lestrarstudning [...] báti Kl. 14.30Tekniski Skúlin í Klaksvík og Klaksvíkar HF-skeið Týsdagin 13. januar kl. 9.00Føroya Handilsskúli í Tórshavn Kl. 11.00Tíðindafundur á Føroya Handilsskúla í Tórshavn Kl. 14.30Føroya Studentaskúli
kanningum í Danmark. Kanningin varð almannakunngjørd í Politiken fríggjadagin 9. januar og har stendur at lesa, at 65 prosent av føroyingum halda, at ríkisfelagsskapurin skal halda áfram. 12 prosent eru í iva [...] arhald í Føroyum. Av hesum ynsktu 120 ikki at verða við í kanningini, meðan 222 ikki vóru at hitta. Luttøkan er tá 60 prosent ella 513 »veljarahúsarhald«. Hetta svarar til tað, sum er vanligt í slíkum [...] men í løtuni er ein polarisering tann vegin, at fleiri ynskja loysing. Jóannes Eidesgaard leggur afturat, at í hinum endanum er so ein fimtingur sambandsfólk, sum ikki ynskja nakrar broytingar í heim
fyrst í januar, og nú er teir farnir í holt við uttanduravenjingarnar á grúsvallum. ? Grúsvallirnir eru góðir í løtuni, tí tað hevur einki frost verið, og tí eru teir ikki so harðir, sum teir vóru í fjør [...] deild í Danmark og lið úr bestu deildunum í Noregi og Svøríki. 1. mars fer Herfølge til Spania, har liðið skal verða við í eini kapping millum fýra norðurlendsk lond. Umframt Herfølge eru liðini í hesi [...] Í dag fer føroyski málverjin Jákup Mikkelsen á fund við leiðsluna í Herfølge. Á skránni eru samráðingar um nýggjan sáttmála millum partarnar. Sáttmálin, sum Jákup Mikkelsen hevur við Herfølge í løtuni
Jens Erik Rasmussen. Einki er at ivast í, at HB í fyrstu atløgu hevur tryggjað sær undirskriftina hjá spælarum, sum onnur feløg eisini hava verið áhugað í at fáa í starv hjá sær. Bíða eftir venjaranum Ætlanin [...] avtalur skulu fáast upp á pláss, sigur formaðurin í HB. Fleiri spælarar, sum ikki vóru við í fjør, verða við í stríðnum um plássini á besta liðnum hjá HB í 1998. Millum hesar eru Hans á Lag og Rói Árting [...] hevur verið skaddur í beininum. Nú hevur hann verið til viðgerðar hjá kenda ítróttarlæknananum í Brøndby, Kreutzfeld, og tað verður roknað við og vónað, at førleikin at spæla fótbólt nú er í lagi aftur.
koma. Kappingin í ár verður skipað á nøkulunda sama hátt sum í fjør. Liðini verða býtt upp í tveir bólkar, har tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki koma víðari til hálvfinalurnar. Í fjør spældu hini [...] fyri innandurakapping í fótbólti, nevnd Atlantic Cup, fyri tey tíggju liðini í 1. deild. Gøtumenn royndu hetta tiltakið fyri fyrstu ferð í fjør, og eydnaðist tað sera væl. Eins og í fjør, tá HB vann kappingina [...] við hvørjum, sigur hann. Í fjør luttóku tey tíggju 1. deildarliðini umframt TB og LÍF úr 2. deild. Í ár verða tað bert tey tíggju liðini í 1. deild, sum vera við. Fyrrapartin í gjár høvdu tey trý suður
nógv verri ennn tað var fyrr. Eg sigi sum Bjarni Vestergård í Sosialinum eftir at hava fingið sovorðnan lort oman yvir seg eftir at hava róð út í meira enn 40 ár, tað er hart og so frá hasum manninum! Hann [...] minstalønin, ið koyrir alt á heysin. Hvat fáa vit so! Millum 25.000 og 30.000 kr. í einum ári upp á 12 mðr. til teir, ið kunnu vera í bólkinum. Tað hevði verið svangligt at róð út eftir tí. Tað hava vit ikki ráð [...] okkum á heysin. So verður meira í tykkara part. Tí tað er gamalt: verri stendur til ? meira fáa tit. Nei, Bjørn á Heygum! Vit fara ongan veg, men um tú og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum einki annað hava
Sunnudagin 11. januar kl. 15 hevur Tummas Jákup Thomsen úr Norðragøtu ferniseing við myndamontaguni »Vrakaðar myndir«. Hetta eru fotomyndir, sum Tummas hevur handfarið á ymsan hátt og flættað saman í sera stórar [...] hevur búð niðri í gott tvey ár. Hann er bygningssnikkari og sjálvlærdur listamað-ur, men hevur havt sera nógvar framsýningar, síðani hann fyrstu ferð royndi seg á Varmakeldustevnuni í 1976. Tá var hann [...] Viðhvørt kann vera trupult at finna pláss á kalendaranum, sigur leiðarin í Føroyahúsinum, Martin Fjallstein. Men um hvør framsýningin er uml. 4-5 vikur, er pláss til eini 8-10 fólk um árið. Tey, sum framsýna
linum, er eingin loysn. Tað var hetta, sum eg vísti á í samrøðuni við Sosialin 6. januar, sigur Jóannes Eidesgaard, sum fyrrakvøldið var á fundi í Vága Javnaðarfelag, eftir at umboð fyri felagið vístu [...] sær, at serliga tann flokkurin, sum steðgaði prosjektinum í 1989 og hevði hug at steðga í 1992, nú skal vera heitasti talsmaður. ? Men koma vit í samgongu, fara vit at taka málið upp til politiska viðgerð [...] vístu sína ónøgdi við tað, sum Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins segði í nevndu samrøðu í Sosialinum. ? Eg haldi, at tað er sera løgi, at tingmenn fáa seg til at samtykkja eitt prosjekt, sum teir
Svar på Løgtingsmál nr. 100-7/97: Viðvíkjandi tulkingini av heimastýrislógini og rættindi til ráevnini í undirgrundini. 1. Hvorledes fortolker regeringen hjemmestyreloven: a) efter aftaleteorien, dvs. hvor [...] muligt, at hjemmestyret overtager forvaltningen af råstofområdet som særanliggende. Tórshavn, den 6. januar 1998 Vibeke Larsen