bóltinum, og tað var í veruleikanum eisini tað, sum kostaði KÍ sigurin í seinasta enda. Tað fleyt ikki Tað eydnaðist ongantíð hjá hvørki HB ella KÍ at fáa vongspælið veruliga at flóta. Hjá KÍ hava bæði Harley [...] eisini liðið, sum hevur verið oftast í finaluni ? tilsamans átta ferðir. Í so máta er tað uppiborið, at løgmanssteypið nú verður standandi í HB-húsinum. Finaludysturin móti KÍ var ikki tann stóra upplivingin [...] upplivilsi, eisini tí at tað var sjáldan, at KÍ fekk nakað veruligt álopsspæl í gongd. Um fyrra hálvleik, sum endaði uttan mál, kann í stuttum sigast, at KÍ ofta fekk bóltin av mótstøðuliðnum, men dugdi
Landskappingin í fótbólti nærkast summarsteðginum, og eitt er í øllum heilt greitt. HB verður eisini nummar eitt aftan á 8. umfar, sum verður í dag og í morgin. Eftir knúsandi 4-0 sigurin á KÍ seinasta sunnudag [...] tapti so sannførandi í tveimum dystum á rað móti HB og KÍ. Men síðani er glið komið á aftur, og NSÍ er aftur við í heiðursmerkjastríðnum. Klaksvíkingar á Svangaskarð KÍ var nógv betri í steypafinaluni mikukvøldið [...] sum streyk avstað við FM-heitinum í fjør, er ikki eins væl fyri í ár, og ein fær varhuga av, at fleiri av teimum eru mettir aftan á árið í fjør. Í morgin kemur GÍ í Gundadal, og tað kann gerast ein rættiliga
spælararnir í summarfrí. Teir hjá VB fáa summarfrí eftir seinnu royndina í Intertoto, sum verður niðri í Kekkia, meðan onnur halda jóansøku í Vági, meðan spælararnir hjá TB, ÍF, Sumba, NSÍ og KÍ fara í summarfrí [...] verður í Vági. Tað hevur verið upp á tal, at dysturin millum KÍ og Sumba, sum sambært skránni skal vrea í Klaksvík sunnudagin, skuldi flytast til Sumbiar, og so skuldi Kí hava heimavøll móti Sumba í 18. umfarinum [...] landskappingina í 1942, so verður eisini í ár kappast um heiður og æru. Men tað er einki at liggja omaná, at Europa Cup og peningurin, sum er at vinna í tí sambandinum, stendur frammarlaga í huganum á bæði
fótbóltsspælarar. Tað er einki nýtt í tí. Spennandi spurningurin, hvørja ferð teir fara á vøllin, er, hvørjum skørum teir eru í. Næstsíðsta sunnudag, tá teir spældu í Gundadali móti HB, tóktist tað, sum [...] fløtum skoti úr brotsteigarsamankomingini í vinstru, og ein av miðverjunum hjá B68, Jákup Djurhuus, stýrdi bóltinum í málið. Tað sá út til at vera mønustingurin, tá KÍ bara tveir minuttir seinni økti til 3-0 [...] stóðst av størsta veikleikanum hjá KÍ, sum er deyðbóltsstøðurnar. Pól Juel Vilhelmsen, sum avloysti skadda Kurt Mørkøre í miðverjuni og spældi væl, gjørdi óneyðugt fríspark í høgru, Øssur Hansen, sum annars
Kaga vit eftir støðutalvuni, so eru tekin í sól og mána um, at teir í B71 eru komnir ikki so lítið ávegis. Fyri fyrstu ferð í ár eru teir komir á ovasta plássið í 2. deild. Um tað so verður nóg mikið til [...] av dystunum í bestu deildini, so tóktist tað sum um verjuparturin hesa ferð ikki var tikin í serliga stórum álvara. Miðvallararnir á báðum liðunum tóktust taka sína uppgávu í álopspartinum í nógv størri [...] hann var komin inn um Meinhard Joensen í KÍ málinum. Seinna umfarið royndi KÍ at leggja trýst á fyri at javna. Teir høvdu bóltin nógv, og teir komu ofta ígjøgnum í borðunum og løgdu innfyri. Men innleggini
ásettur til at vera í Gundadali í morgin, tí nógvir av landsliðsspælarunum ætla sær í brúdleyp hjá landsliðsmálverjanum, Jákupi Mikkelsen, sum seinnapartin í dag í Christianskirkjuni í Klaksvík giftist við [...] Vági í fjør, útsett í eina viku, og tað vil so aftur siga, at teir í B36 og teir í VB ikki fáa summarfrí fyrrenn sunnudagin 5. august. HB, ÍF, GÍ og TB fáa longu summarfrí seinnapartin í dag. HB hevur heitt [...] heldur tí, at tað er jóansøka í Vági, at tvørámenn vilja sleppa suður aftur í kvøld. Sumbingar fara til Klaksvíkar í morgin. Sumba hevur heitt á KÍ um at framskunda dystin til í dag, men klaksvíkingar hava
feløgini skulu møtast í fyrsta umfarinum í landskappingini eftir summarsteðgin. So kunnu teir spionerað hvønn annan undir venjing og venjingardystum í Danmark. KÍ hevur ongan vøll Í gjár fóru teir undir [...] fyrireika seg. Tey eru HB, KÍ, NSÍ, GÍ og TB. HB spælararnir hava fingið frí frá venjing í nakrar dagar, men teir skulu møta aftur í Brøndby 12. juli, og har skulu teir vera á venjingarlegu í átta dagar. Ferðalagið [...] frítíðarferð. Vit taka okkum av løttum í nakrar dagar, og so fara vit undir aftur venjingina. Annan leygardag flúgva vit niður, og vit skuldu halda til í Tarm í Jyllandi í tíggju dagar. Vit skulu venja nógv
einar tíggju aðrar ferðir fyrr í ár, so dumpaði KÍ í deyðbóltsstøðu. Bólturin tók í manngarðin og snýtti fullkomuliga Gunnar á Steig, so Dánjal J. Joensen kundi stúta í kassan, men fyri Jóannes Jakobsen [...] ikki gloymast, at Rúni Lisberg var ein brandur í málinum hjá sumbingum, bæði í mann móti manni støðum og tá hann fór út úr málinum. KÍ økti til 2-0 tíðliga í 2. hálvleiki, og aftur hesa ferð var tað John [...] týðuligt, at hann var ikki førur at spæla, og hann manglaði í verjupartinum, tá John Hansen, sum í løtuni man vera nógv tann besti vinstri vongspælarin í landinum, skoraði til 1-0. Málið fekk hann eftir snilda
formaðurin í HB, Gunnar Mohr, sigur, at tað er einki í hesum. Uni Arge fer beinleiðis aftur til Danmarkar, tá kappingin í Íslandi verður liðug. Hann hevur ikki loyvi at spæla í Føroyum. KÍ í skugganum av [...] annað lið hevur sýnt í ár, men úrtøkan hevur ikki altíð staðið mát við spælið, og nú kappingin er hálvrunnin, má KÍ finna seg í at standa í skugganum av HB. KÍ tapti so ruddiliga móti HB í Gundadali. Tríggjar [...] meistaraheitið í fjør ? hitt fyrsta í 35 ár ? er avloystur av ørkymlan. Í fjør vunnu teir hvørja ferð, tá tað reið um snarið, og í ár tapa teir hvørja ferð. Tólv stig í átta dystum er so langt í frá nóg mikið
spældir, og málið ruraði HB í svøvn. Havnarliðið slepti kortini ikki yvirvágini, men ÍF kom við í dystin eftir hørðu byrjanina. Fuglfirðingar vóru offensivir í útgangsstøðuni og lupu á í staðin fyri at liggja [...] á niðara vølli í Gundadali leygardagin. Nýtt graslíki verður í løtuni lagt á ovara vøll, og tí varð dysturin spældur á niðara vøllinum ? allarhelst fyrstu ferð, at landskappingardystur í 1. deild hjá monnum [...] slapp ígjøgnum nakað úti í høgru síðu, og einsamallur við málmanninum inni í brotsteigin spældi hann upp á tvørs til Súna Fríða Johannesen, sum var enn leysari, og hann setti bóltin í tóma málið til 3-1. ÍF