Veðrið kundi ikki verið betri, tá Føroya Ríðingarfelag skipaði fyri tí seinastu av teimum fimm FM-kappríðingunum í ár. Sólin skein í Marknagili, og nógv fólk nýttu henda møguleikan til at njóta tað góða [...] baki, og nummar trý bleiv Beinir Poulsen á Glóðfaksi. Føroyameistarin í tvíspori hjá vaksnum verður funnin í 1. flokki, og tá avtornaði, gjørdist Lokkur við Kristfrí Jacobsen á baki føroyameistari 1998. Eigari
llarnir liggja so eitt sindur longur frammi í tíðini - tað veldst um oljan verður funnin - og tá vita vit heldur ikki, um tað verða framleiðsluskip av sama slag sum tey, ið verða brúkt vestan fyri Hetland [...] hvussu arbeitt varð við boringini. Eyðun Elttør ivast ikki í, at henda vitjanin á boripalli kann verða góð barlast, tá vit sjálvi um vónandi ikki so langa tíð fara í gongd við at bora á føroyska landgrunninum [...] fingið eina nógv størri barlast, tá talan er um kunnleika til oljuvinnuna sum heild. -Fyri tann, sum ikki hevur verið á eini oljuframsýning og -ráðstevnu av slíkum slag sum ONS 98 var tað, er tað ein ótrúlig
langaði bóltin í meskarnar. Eitt sera gott mál. Vildu ikki gevast Nú hildu tey flestu, at dysturin var avgjørdur, men tað gjørdu leikararnir hjá HB ikki. Teir høvdu allan dystin spælt upp við favorittarnar [...] deildarliðini hjá havnarfeløgunum báðum verið roknaðir sum »klassikarar« í føroyskum fótbólti. Tað eru tó ikki bert bestu liðini hjá hesum báðum feløgunum, sum kunnu fáa nervarnar hjá viðhaldsfólkunum upp at kóka [...] ari jarðlegði mótstøðumann, og dómarin dømdi fríspark. Tað var rættiliga ótrúligt, at HB-leikarin ikki fekk ávaring fyri hendingina. Frísparkið sendi liðskiparin hjá B36, Áki Mørk, væl inn fyri, har B36-arnir
ár síðani, at henda kappingin varð runnin fyrstu ferð. Í fjør vóru ikki so nógvir luttakarar, bert 12 í tali, men veðrið var heldur ikki serliga gott tann september-dagin. Veðrið hevur sum vera man nógv [...] Røsvik við tíðini 52 minuttir og 59 sekund. Tilmelding til kappingina fer fram á staðnum, og tí ber ikki til at siga, hvussu nógvir luttakarar vera við hesaferð. Men eftir hvat vit hava frætt, verður Guttorm [...] Guttorm Sørensen aftur við í ár, og tað merkir, at favoritturin til at vinna kappingina er funnin. Kappingin byrjar klokkan 15.00, og Roysnið heitir á luttakararnar um at møta við Tofta Skúla í minsta lagi
menniskjansligi kærleikin ikki røkkur. Hvussu álvarsliga meta ung foreldur um dópin? Eg haldi ikki, at fólk bara lata børn síni doypa, tí tað er siðvenja í familjuni. Eg ivist ikki í, at tá ið ung fólk [...] ið konan skal eiga, tí skilja menn eisini dýpdina í hesi myndini og duga líka so væl at liva seg inn í hesa myndina sum konur gera tað. Ikki seta kvinnur og menn í hvør sin bás Nei, eg haldi ikki, at [...] bara eru vanlig menniskju, og at kærleiki teirra, so stórur hann enn er, kortini ikki røkkur til. Guð tekur yvir har vit ikki røkka Tí geva tey barn sítt í Guds varðveitslu, fyri at Hann skal umfevna tað
løgreglan kom. Bilførarin varð kortini funnin stutt eftir. Hann var farin ein biltúr til Syðradals, verður sagt á Politistøðini. Tað vísti seg, at bilførarin ikki var ávirkaður av rúsdrekka. Á politistøðini [...] viðkomandi hevur givið seg til kennar. Hóast fólk á staðnum tosaðu við bilføraran, áðrenn hann rýmdi, er ikki greitt í løtuni, hvørjar avleiðingar lógarbrotið fær fyri bilføraran.
Hon skal kanska leggjast inn á sjúkrahús o.s.fr., men eg kann ikki siga,hvat er týdningarmest: maðurin, sum skal til skips ella deyðasjúka konan? Annar partur í arbeiðinum er at koppseta børn og at gera [...] er gjørd við tí fyri eygað, at lofta teimum 10 pst.¹unum, sum ikki koma til læknan. Hjá 90 pst. av børnunum er alt í lagi, og tað er ikki neyðugt viðgerð, men bert eitt tilboð. Og kortini skal tilboðið [...] bert vilja vissa seg um, at tey ikki eru sjúk? Jú, tað eru tey, vit kalla hypokondarar ella sjúkurædd fólk. Eg ræðist, um hesi fólk gerast veruliga sjúk, og at eg ikki skal leggja tað til merkis. Eisini
og eg hugsaði als ikki, at tað fór at taka so drúgva tíð. Hvussu hevur maðurin havt tað hesa tíðina? Hevði hann ikki havt spanska skiparan Emanuel at tosa við, so veit eg ikki. Teir hava verið saman [...] aftur í sama reiðarí at arbeiða, veit konan ikki. Tað er eitt sindur ógreitt, hvussu væl reiðaríið hevur stuðlað Sigmundi hesa tíðina, og Anna veit tað heldur ikki, tí reiðaríið hevur ongantíð sett seg [...] hon við hvørt misti mótið og væntaði als ikki, at hann kom heimaftur. Hevur tú ongantíð umhugsað at fara at vitja mannin hesa tíðina? Nei, tað havi eg ikki havt hug til. Eftir tí, sum Sigmundur greiddi
nøkur ár síðani tey hittust seinast, ikki færri enn 43 ár. Hon var tá ein ung genta í húsinum hjá foreldrum hansara og Björn var 11 ár. Í grundini visti Jonna als ikki, at Björn Bjarnason var tann 11 ára [...] Bjarni Benadiktson, konan og ommudótturin brendu inni. - Eg sendi telegram yvir tá og fekk takkarbræv aftur. Tað takkarbrævið hevði eg við mær til Havnar at vísa Björn, um hann ikki kendi meg aftur. Men [...] Hon hevði als ikki ætlað sær til Havnar síðsta vikuskiftið. Men klokkan hálvum seks leygarmorgunin mátti hon av húsum fyri at fara norður um fjørð. Hon skuldi nevniliga hitta íslendska mentamálaráðharran
var, á ferðini fekk tú eitt bløðandi sár tó tolin í hjarta tað bar. 3) So ringt er at skilja tú er ikki meir her niðri á okkara fold, men situr har heima hjá einglunum fleir tín tíð í Guðs eyga var máld [...] sum tú elskaði mest á jørð, til mammu og pápa og systkini har hjá tykkum varð lagnan so hørð. Og konan sum misti, og sonurin við sín elskaða pápa og mann, má Frelsarin standa við tykkara lið í sorg øllum [...] Jesus í Paradís og har er bert gleði, ei sorg. 6) Hann vón sína setti á Frelsara sín, á Jesus sum hann ikki sá, men trúði at Hann skuldi taka til sín tann dagin hann fór foldum frá. Trýr tú á Jesus og ævigan