valdi at ákæra fyrrverandi handilsmannin fyri skattasvik. Málið var sum nevnt fyri í Føroya Rætti seinasta mikudag, og dómurin fall so í gjár á miðdegi. Og ikki kann sigast, at ákærdi slapp snikkaleysur [...] for ret... fongsulsrevsing í eitt ár og eina ískoytisbót á 1,2 millónir krónur. Tó skal ákærdi ikki inn at sita fongsulsrevsingina, um hann í eini royndartíð á eitt ár ikki ger nakað revsivert. Ískoytisbótin [...] hava eina umskiftisrevsing við sær, sum er hefti í 60 dagar. Hetta merkir í stuttum, at um ákærdi ikki rindar bótina á 1,2 milliónir, ger ákæruvaldið útlegg í møguligum ognum og koyrir tær á tvingsulssølu
at orsøkin til, at tað ikki ber til, at gera eina DNA goymslu í Føroyum, er at rættargangslógin ikki er dagførd. Og eftir rættargangslógini, sum nú er í gildi fyri Føroyar, er ikki loyvi at skipa eina DNA [...] seg fyri løgregluni. Tað ætlar Annika Olsen, landsstýriskvinna, sær at syrgja fyri. Hon sigur, at hon nú fer at arbeiða fyri, at lógin verður broytt, so at tað eisini skal bera til hjá løgregluni í Føroyum [...] at skipa eina DNA goymsla, ikki við í teimum broytingunum. Og hon ivast í um tað ber til at fáa hendan partin við í hesum umfarinum Annika Olsen vísti annars á, at longu í 2005 vildi fútin hava landsstýrið
rættinum hevði samstarvað við PKK. Nú skal so í fongsul 10 ár afturat, um dómurin ikki verður broyttur. Leyla Zana hevur fingið fleiri heiðurslønir fyri sítt arbeiði fyri mannarættindum. Eitt nú hevur hon fingið [...] lógina, tí hon í níggju førum óbeinleiðis hevur sagt seg stuðlað kurdiska flokkinum PKK, sum er ólógligur í Turkalandi, og floksins leiðara Abdullah Öcalan, sum situr í fongsli. Dómurin fall í gjár, og har [...] har bleiv Leyla Zana dømd 10 ára fongsul. Verji hennara sigur, at málið verður lagt fyri hægri rætt. Tann 47 ára gamla mannarættindastríðskvinnan hevur longu sitið 10 ár í fongsli, tí hon sambært rættinum
durin og filmsstjórin Roger Avary er ákærdur fyri óviljað manndráp og skal møta í rættinum í februar. Hann er ákærdur í samband við eina ferðsluvanlukku í januar. Roger Avery koyrdi við kenning og fór [...] úrsliti, at ein maður, sum var í bili hansara, doyði. Roger sjálvur fekk ikki skaða, men kona hansara fekk stóran skaða, men slapp við lívinum. Roger Avery noktar seg sekan í óviljaðum manndrápi, men verður [...] dømdur sekur, kann hann fáa upp í 11 ára fongsul. Saman við Quentin Taratino skrivaði Roger Avery leikritið til filmin "Pulp Fiction", sum teir fingu Oscar-virðisløn fyri.
var valdur til forseta í Kuba á demokratiskan hátt í 1940. Fyrstu árini var Batista ein væl umtóktur forseti á Kuba. Men til forsetavalið í 1952 stóð tað øllum greitt, at Batista ikki longur var so vælumtóktur [...] Madeira, síðani í Estoril, sum liggur uttanfyri portugisiska høvuðsstaðin, Lissabon. Batista doyði 6. august í 1973 av einum hjartatilburði. Hetta hendi meðan hann var staddur í Marbella í Spania. Á sigursferð [...] innrættaðu sær høvuðsskrivstovuna á Hotel Hilton í Havanna. Teir lógu ikki á løtu síðuni, men fóru beinavegin í holt við at taka Batista-viðhaldsfólk av døgum. Í samfull 50 ár hevur tað eydnast Fidel og Raul
Hvussu hørð skal revsingin vera fyri at svína eina unga gentu til á internetinum. Tað skal Føroya Rættur taka støðu til í næstu framtíð. Ein maður úr Havn er skuldsettur fyri at hava lagt niðrandi myndir [...] samstundis krevur hon endurgjald. Málið kundi ikki viðgerast liðugt í dag, tí maðurin hevði nústani í morgun fingið sær verja, sum vildi hava stundir at seta seg inn í málið. Men verjin upplýsti annars, at maðurin [...] viðurskiftini í málinum, men um hann annars játtar seg sekan í skuldsetingunum, er enn óvist. Hetta er fyrsta mál av hesum slagi í Føroyum, men grundað á líknandi dómar, sum eru sagdir í Danmark, fer ákærin
lógarparagraffum eru broyttar í donsku lógini, men ikki í føroysku lógunum. § 216 umrøður neyðtøku, og har er revsiramman í donsku lógini herd við tveimum árum upp í 8 ára fongsul. Í føroyum er hon 6 ár. Stk [...] tingsetuni, allarhelst í februar, sigur Annika Olsen. Hon heldur, at tað mest sum skelkandi, at revsingin fyri at taka niður barnaporno í Føroyum í mesta lagi kann verða upp í seks mánaða fongsul, og tí fegnast [...] fængsel í 12 ár, hvis voldtægten har haft en særlig farlig karakter...«. Í Føroyum er ramman 10 ár. Størsta broytingin er tó at finna í § 235, sum umrøður barnaporno. Lógin, sum er galdandi í Føroyum í dag
skuldsett ísraelsku stjórnina fyri krígsbrotsverk og brot á Geneve-sáttmálan, sum ásetir leiðreglur fyri krígsførandi tjóðir. Høvuðsskuldsetingin er, at Ísrael ikki gjørdi nóg mikið fyri at spara sivila fólkið [...] um hesin politikkurin ikki bert hevur gjørt ilt verri. Desperata vónloysið í Gaza tykist einans at hava styrkt um Hamas og mótstøðuna ímóti Ísrael. Á toppfundi í Kairo týsdagin í farnu viku fóru nýggjar [...] ætlar ikki at steðga vøkstrinum av jødiskum búsetingum á Vestara áarbakka, sum altjóða samfelagið ferð eftir ferð fordømir Ísrael fyri. Og hann tvíheldur um, at høvuðsstaðurin Jerúsalem ikki skal býtast
tað sortnaði fyri mær! Soleiðis greiddi ein kommunulækni í Havn frá í Føroya Rætti fríggjadagin um eina ótespuliga læknavakt hann hevði í viðtalihølunum hjá Landssjúkrahúsinum eitt kvøldið í fjør. Ein sjúklingur [...] , men tað vildi eg ikki geva honum, tí vit geva ikki sovimedisin á læknavaktini. Og annars metti læknin ikki, at maðurin hevði ikki tørv á sovimedisini, greiddi kommunulæknin frá í rættinum. Maðurin dugdi [...] Ákærin helt, at ein 40 dagar í fongsul var ein hóskandi revsing. Og tað helt dómarin eisini, so maðurin varð dømdur at sita í 40 dagar, umframt at hann skal betala sakarmálskostnaðin.
Kambodja Dagurin í dag er søguligur í Kambodja, tí í dag byrjaði tað fyrsta rættarmálið ímóti einum av leiðarunum í tí illa gitna stýrinum hjá Reyðu Khmerunum, sum sótu við valdið í Kambodja í seinnu helvt [...] eru fimm av leiðarunum stevndir fyri rættin. Tann fyrsti, Kaing Guek Eav, kom fyri rættin í dag. Hann var leiðari í tí størsta píningarfongslinum hjá hjá ræðustýrinum. Í hálvtfjórða ár frá 1975 til 1979 [...] forsætisráðharra, Hun Sen, og um boð fyri ST. Tí søgan livir enn í Kambodja. Týðandi limir og leiðarar hjá Reyðu Khmerunum sita enn tann dag í dag í leiðandi embætum í kambodisku stjórnini. Hun Sen er sjálvur