Sunnudagin vórðu fýra teir fyrstu dystirnir í kappingini um løgmanssteypið spældir. Mest spennandi dysturin var í Vági millum 2. deildarliðini Royn og EB/Streym. Dysturin varð spældur í Vági, tí grasvøllurin [...] ferðir 15 minuttir. Og her eydnaðist tað hvalbingum at fáa eitt mál, meðan sundalagsmenn einki fingu. Hetta málið var eisini tað frægasta í dystinum. Hin jugoslaviski spælarin hjá Royn, Milan, skeyt eitt fríspark
hon lá um knappar 1.000 kr. um mánaðin, jú, tú lesur rætt, ca. 1.000 kr. um mánaðin er hóskandi fyri eitt húski eftir framsøgukvinnu fólkafloksins metan, so kann veljarin leggja sær í geyma, at hetta er loysn [...] fyritreyt fyri, um tey sleppa inn á sjúkrahús. Ein so sjálvsagdan rætt, sum vit dagliga als ikki hugsa um, er fyri 10 tals milliónir av amerikubúgvum ein spurningur um lív og deyð, um tey ikki kunnu gjalda [...] bløðini verið á tremur við lýsingum um leys størv at søkja í miðstaðarøkinum. Hetta hava í stóran mun verið størv, har mánaðarlønin hevur ligið frá kr. 25.000,- um mánaðin og uppeftir. Sostatt skilir ein
harmast um. Við øllum hesum, sum er framt á tí politiska vøllinum, eigur nú javnaðarflokkurin at leggja fólkatingsvalið aftur um seg og fara til arbeiðis. Veruleikin er tann, at okkara flokkur, um rætt verður [...] landsfundin greitt sagt frá, at einasta gongda leiðin er loysingin, og at teir bert fara í samgongu, um hetta verður framt. Ein so avgjørd støða til eitt so stórt álvarsmál, ger tað torført aftan á løgtingsvalið [...] tryggja møguleikan fyri, at flokkurin kemur í eina landsstýrissamgongu. Tí má farast til verka her og nú. Um hesin møguleiki gleppur okkum av hondum, verða tey komandi árini ring at koma ígjøgnum, ikki bara fyri
Joseph Haydn. Hetta er ein av teim sokallaðu London-symfoniunum. Tær eru tólv í tali, og eru liður í eini konsertrøð, sum Haydn varð biðin um at halda í London í árunum 1791-95. Hann var biðin um at koma til [...] Hetta er fjúrtanda árið, at FSO bjóðar til várkonsert, og hesa ferð við eini skrá, sum evnir um tvey av allarkendastu verkunum frá wienerklassikarunum Haydn og Beethoven, og síðani eitt verk úr okkara [...] vorðin standandi, serliga í eini versjón fyri strúkiorkestur. Hetta er eymur og fínligur tónleikur við sjáldsomum lagdámi, og verður hetta fyrsta verið á skránni hjá FSO. »Keisarkonsertin« av Ludvig van
ár 2001 verður Tróndur tikin úr allari sigling sum ferðamannaskip, tí nútíðarkrøv gera greitt, at hetta skip ikki fær loyvi til hesa sigling meiri. Tað áliggur landsstýrismanninum í samferðslumálum, í hesum [...] ár, og at tað tískil verður liðugt, tá siglingarloyvið hjá Tróndi gongur út! Vit, ið ferðast dagliga um Skopunarfjørð, kenna harumframt trupulleikarnar viðvíkjandi flutninginum. Tá ferðafólkini eru yvir [...] tað má áleggjast løgmanni at skipa fyri, at útbjóðingin verður framd beinanvegin. Peningurin til hetta fyrireikingararbeiði er játtað á fíggjarløgtingslógini fyri 1998, so har eru eingir trupuplleikar
Hetta hevur ført til stóra ónøgd. Onkur hevur kravt at fáa »Norrönu« í suðuroyarsigling, og tað seinasta, sum er komið fram er, at Tvøroyrar býráð ætlar at sýta »Dúgvuni« atløgupláss, sum um tað ikki eru [...] eru aðrar havnir í Suðuroynni. Er hetta ikki eitt øgiligt hysterí? Sama slag av hysterí, sum vit kenna í Vágum og í Norðoyggjum? At tosa um at seta »Norrönu« í suðuroyarsigling er ørvitistos. Hvussu skulu [...] ferðaseðlaprísirnar? Nei, lat okkum fáa bæði beinini niður aftur á jørðina og ikki liva og láta sum um vit enn eru í 80-unum. Hava vit als einki lært???!!! Kai Vágfjall
m, sum fær hetta starvið. Tað hevur eisini týdning fyri ymsu nevndarsessirnar í Fólkatinginum. Hann veit ikki við vissu, hvussu tað hevur gingið hesaferð at skipa stjórn, men heldur, at um Birthe Weiss [...] sagt, at hann ikki fer at atkvøða, og so verður helst lutakast um, hvør skal hava sessin. Tað verður eitt sindur harmiligt fyri stjórnina, um teirra uppskot ikki vinnur frama. Stjórnin missir í virði [...] Tað er formaðurin i Fólkatinginum, sum skipar tað parlamentariska arbeiðið í tinginum. Hetta er eitt partapolitiskt ópolitiskt umsitingarligt starv, sum kortini nógv orka verður lagt í at fáa avgreitt
upplýsing um málið. Áðrenn hetta hendi, var formaðurin saman við einum nevndarlimi á fundi við deildarstjóran í Toll- og Skattstovuni, um viðurskiftini í reglugerðini. Vit høvdu okkara hugsan um, hvussu [...] útskrivaði val, so hetta uppskotið nú dettur burtur. Aksturvinnufelagið Samfylking hevur júst havt ársaðalfund. Hetta var sama dag sum formaðurin fekk brævið frá fíggjarmálastýrinum um lógaruppskotið. [...] Tinganesi at endurskoða reglugerðina, sigur Magnus Fuglø. Vit frættu ongantíð aftur um málið. Ikki fyrr enn nú, tá uppskotið um lógarbroyt er gjørt. Stórt var vónbrotið, tá vit vóru greiðir yvir, at nýggja
Um arbeiðsrætturin kemur, skulu vit hava í huga, at arbeiðsgevarin kann krevja at fakfelagið skal betala bót, hóast hann ikki kann prógva, at hann hevur mist pening. Hetta er ein av niðurstøð- um hjá [...] tekur gerðarrætturin sær bara av ósemjum um, hvussu sáttmálin skal tulkast. Sakførarin sigur, at hetta merkir, at gerðarrætturin ongantíð kann gera úrskurð um, at ein sáttmáli er brotin, og hann kann hvørki [...] og arbeiðsgevarar og ímillum løntakara og arbeiðsgevara. Talan kann t.d. vera mál um brot á sáttmálan og spurningar um, antin annar parturin skal veita hinum endurgjald. Eisini eru tað vanligu dómstólarnir
avgerðini hjá FA um 24 tíma arbeiðssteðg. Tað slapst ikki undan, at málið var reist á aðalfundinum í FA um vikuskiftið. Fundarfólk vildi hava at vita, hvørjar avleiðingar tað fekk um eitt lokalfelag beinleiðis [...] gongur ímóti eini samtykt í FA, tí hetta skuldi vera eitt tiltak ímóti fiskimonnum. Men tað var tað ikki segði Ingeborg Vinther. Hon endurtók síðani, at talan var um eitt tiltak, sum var vent ímóti l [...] varð samtykt at senda lokalfelagnum bræv, har tað varð gjørt greitt, at tað fór at fáa avleiðingar, um tað endurtók seg, at felagið gjørdi ímóti boðum frá FA. Líkist ongum Ingeborg Vinther, formaður í FA