Seinastu 2-3 árini hava bløðini verið á tremur við lýsingum um leys størv at søkja í miðstaðarøkinum. Hetta hava í stóran mun verið størv, har mánaðarlønin hevur ligið frá kr. 25.000,- um mánaðin og uppeftir. Sostatt skilir ein væl, at tað er sera trupult hjá Óla Breckmann, formanni fólkafloksins á tingi, bæði at vera við til at »rottureiðrini« gerast størri og størri, samstundis sum hann sjálvur hevur verið við til at sett nýggjar »rottuungar« við.
Eg kann ikki lata vera við at samanlíkna stavnamann fólkafloksins við høvuðsideolog Hitlers, nevniliga Goebbels, ið við óavmarkaðari makt gjørdi seg til talsmann at týna eitt fólk av »skaðadýrum« til fyrimuns fyri tey, sum eftir hansara ideologi vóru rasurein.
Meðan »skaðadýrini«, sum Goebbels royndi sítt ítarsta til at týna, taldust í milliónum, so snúgva »rotturnar« hjá stavnamanni fólkafloksins seg um nøkur fá túsund innan almenna sektorin, sum hann, um hann hevði tað vald sum Goebbels, so hevði ikki eitt tað einasta alment starv verið eftir.
Vit skulu minnast til, at nú er tað ikki sum hansara partamenn altíð hava sagt, »bara Óli«, tí hesin andstøðingurin av øllum almennum virksemi, hann fekk til fólkatingsvalið líka nógvar atkvøður sum talið á alment settum starvsfólkum tilsamans.
Samstundis liggja hansara ultrakonservativu Reagan og Thatcher ideologiir í skeljasori, meðan flest øll heimsins samfeløg kappast við hvørt annað um at stovna eitt samfelag á javnt við tey norðurlond, sum, vegna sosialdemokratiskan politikk í stóran part av hesi øldini, standa sum ein fyrimynd, har sosialur tryggleiki er settur í hásætið.
Hesi sjónarmið liggja sjálvsagt langt frá Óla Breckmann, sum var skúlaður á privatum ultrakonservativum frískúla í Bretlandi. Síðani tá hevur stavnamaðurin veri alment settur og enntá vælsignaður við bæði løgtings- og fólkatingsløn, tí er eingin ivi um, at fleiri arbeiðarafamiljur høvdu kunnað klárað at breyðføtt seg av samlaðu árslønini hjá almenna fíggindanum, Óla Breckmann.
Fólkatryggingin hevur seinastu árini verið hjartabarnið hjá fólkaflokkinum, og sjálvsagt skal hon skipast soleiðis, at hon fjálgar um tey, sum eru væl fyri peningaliga, sum t.d. Ó. Breckmann og Rúna Sivertsen. Tað ljóðaði so flott so flott herfyri, tá Rúna Sivertsen í sambandi við hesa fólkaftrygging í útvarpi herfyri metti, at eitt passandi inngjald metti hon lá um knappar 1.000 kr. um mánaðin, jú, tú lesur rætt, ca. 1.000 kr. um mánaðin er hóskandi fyri eitt húski eftir framsøgukvinnu fólkafloksins metan, so kann veljarin leggja sær í geyma, at hetta er loysn fólkafloksins til teir komandi pensionistarnar í Føroyum.
Ein kann hóskandi spyrja framsøgukvinnu fólkafloksins, um hon veruliga meinar, at vanligi føroyingurin hevur so nógvan pening um hendi, at hvørt húski er ført fyri at seta 1.000 kr. av hvønn mánaðin til at tryggja síni ellisár. Ikki tí, hetta at tann, sum hevur nógv, hann skal fáa meira, vertin á hvat tey, ið hava lítla og onga inntøku hava, tað er jú fólkaflokspolitikkur.
Ein kundi hóskandi spurt, hvussu støðan hjá teimum arbeiðsleysu hevði verið, um skipanin ikki hevði verið solidarisk. Tað var við tógvið stríð, at javnaðarflokkurin fekk fólkaflokkin at ganga við til, at tað skuldi verða ein solidarisk skipan, eins og gjaldið skuldi verða 70% av eini arbeiðsmannaløn.
Okkara mótpartur, fólkaflokkurin, hevði mótuppskot, ið kom niður á ella undir 50%. Hvussu hevði gingist hjá teimum arbeiðsleysu, um teirra uppskot vann frama? Eg spyrji bara.
Javnaðarflokkurin gongur sjálvsagt inn fyri, at tey, sum fíggjarliga hava møguleika at tryggja sær eina eftirløn, tey gera sjálvandi tað. Men hvat við teimum, sum ikki hava fíggjarliga orku til at gjalda 500 til 1.000 um mánaðin, skulu tey bara sigla sín egna sjógv?
Amerika er eitt sokallað frísinnað ella frælslynt samfelag, ja, tað er so frælslynt, at 1/3 av borgarunum, tað vil siga tey lægst løntu, eru at rokna sum nærum kastuleys. Gerast tey sjúk, óansæð hvussu álvarsligt tað er, so hava tey als ongan rætt at verða viðgjørd á sjúkrahúsi, heilt einfalt tí tey ikki hava ráð at tekna eina sjúkratrygging, sum er ein fyritreyt fyri, um tey sleppa inn á sjúkrahús.
Ein so sjálvsagdan rætt, sum vit dagliga als ikki hugsa um, er fyri 10 tals milliónir av amerikubúgvum ein spurningur um lív og deyð, um tey ikki kunnu gjalda til eina sjúkrahústrygging.
Hetta er eitt samfelag, sum stavnamaður fólkafloksins hevur hálovað, sjálvt um teirra sosiala skipan ikki kemur á hædd við eitt av heimsins fátækastu londum, nevniliga Bolivia. Har kann ein og hvør borgari, sjálvt um hann ongan pening eigur, so tryggjar hetta blóðfátæka land, at ongum verður noktað sjúkraviðgerð, tí tað er ein mannarættur, men bara ikki har privatiserings- og peningavaldið ræður, har profittur gongur fram um vanligan mannarætt.
Frank Davidsen