sluppu ikki uppaftur. Umframt at fáa kjøt, so nýtti hann skjøldrini til at savna regnvatn í. Ein trupulleiki var, at klæði hevði maðurin eingi at verja fyri sólini. Tískil sigst, at hárið vaks á kroppinum og [...] so hevði hann eisini tann fyrimun, at hann var førur fyri at útvega fríska føði úr havinum á ferðini. Fyrimunurin við at hava ein teknara við, umframt myndatól, er, at ikki alt kann avmyndast við fototólinum [...] møguleikin fyri at kunna senda føroyingar/danir heim í staðin fyri at veita teimum forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norðurlendsku sáttmálarnar, men hetta fer neyvan at fáa nakran
Eisini er ein hegnislig skipan, ið tryggjar at gjalding fer rætt fram og at alt er í lagið. Í løtuni verður arbeitt at fáa øll slík viðurskifti á pláss og at fáa góðkenning á røttu støðunum. Avtala er eisini [...] umboðað hjá FarArts, til New York at stilla út.Tá ætla menninir aftanfyr FarArts sær við fyri at gera vart við seg. Bogi K. Mouritsen sigur, at vónandi gongur so mikið væl tá, at felagið kann gjalda fyri ferðina [...] serstaka við hesi ætlan er, at føroysk list nú verður á sølustað, ið ikki hevur nakað landamark. Hinvegin er heldur ikki talan um nakran veruligan - fysiskan - búðstað. Bogi K. Mouritsen sigur, at hann veit
Skemmuni týddi úr norskum. Nú er betri Tá ið Lítla bjørn er kedd, er Stóra bjørn altíð til reiðar at mussa, so at tað verður betri. Men ein dagin verður Stóra bjørn kedd. Men hvussu skal Lítla bjørn ugga hana [...] og gomul fara at stuttleika sær saman við Palla Pumm, Kristoffuri Róa, Purkili, Kaninusi, Uglasi, Asnari, Kengu og lítlu Ru, tá ið tey fara á ævintýrferð í hundrað metra skóginum. Í hesi bókini finnur [...] finnur Gulastovu, og Uglas flytur í hana, og Kristoffur Rói og Pumm finna eina álvalund. Ein kærkomin bók at lesa fyri børnum. Palli Pumm er 153 síður, innbundin í stíva permu. Bókin er myndprýdd við uppru
verið, at Anfinn Kallsberg bert nýtir hesa samgongu fyri at reka vanligan flokspolitikk, og at alt fullveldistosið bert er taktikkur fyri at sleppa at varðveita valdið. Tí hevur Nyrup hildið, at hann ekkaleysur [...] vita vit ikki enn. Sjálvur rokni eg við, at tá týdningurin av, at føroyingar ikki firnast fyri at taka hetta stig, fer at daga fyri donsku myndugleikunum, fara teir at lata skilið vinna á tí tápuleika, teir [...] íslendska førinum hildið, at tað var ósømiligt, at Ísland sum eitt fullvalda ríki skuldi fáa pengar úr Danmark. Hin vegin var tað eisini ósømuligt, at tað skuldi kunna sigast um Danmark, at tað beinleiðis hevði
merkiligast var tað, at eingin mælti ímóti henni. Kann vera, at onkur kann kasta mær fyri, at tað, ið her verður sagt, minnir um tvísøgn ella tautologi. Men ein hevur eina kenslu av, at smásinni av hesum [...] kristne tro. Og derfor kan vi nøjes med at tage hatten af, når vi går i kirke. Vi behøver ikke også at tage hovedet af. Men det kan måske lykkes at lade være med at indlade sig som da døgnfluehunnen sagde [...] ein íslendsk kvinna her í Havnini. Hon hevði hesi evni, sum mangur íslendingur fær í vøggugávu, og sum ger hetta fólkið til eina tjóð av skaldum: at duga at varnast tað, sum balist millum heims og heljar
bangnir fyri, at vórðu postmenninir yvirtiknir sum tænastumenn, so fóru at koma krøv frá nógvum almennum stovnum um at gera teirra fólk til tænastumenn. Ein semja varð tí gjørd, sum segði, at tá talan var [...] fekk aftrat var at gera eitt blað, sum er innanhýsis kunning í Postverkinum. Fyri fimm árum síðani fór Vilhelm so eisini undir at savna tilfar til eina bók um Postverkið. Ætlanin er, at hon skal koma út [...] út 1. apríl 2001, tað er 25 ára dagurin fyri, at Postverkið varð yvirtikið. Vilhelm sigur, at hann hevði verið fegin at frætt frá fólki, sum hava nakað tilfar liggjandi ella minnast okkurt, sum kann hava
tosaðu m.a. um mál føroyingafelagsins, at styrkja okkara móðurmál og skipa so fyri at samfelagið mentist og gjørdist sjálvbjargið. Hesi skilafólk vistu longu tá, at vitan og virksemi er leiðin til sjálvstøðu [...] tí løgdu teir seg eftir at skipa so fyri, at fortreytirnar fyri menningini vórðu skaptar. Teir ið røddu á fólkafundunum áttu framúr evnir at skriva og málbera seg, og teir dugdu at fanga og hugtaka áhoyrarnar [...] ein munn ? at tá dansurin gekk væl, so áttu næmingarnir at fáa loyvi at halda fram. Ein positivur hugburður, ein hugburður, ið styrkir og stimbrar okkara mentunarlív. Og havandi í huga, at tað sum verður
tað at verið øllum greitt, at tað ikki er til gagn hjá teimum, sum eiga pengar á bók, ella hjá teimum, sum hava lán, at peningastovnarnir lána pengar uttan at fáa teir aftur. Peningastovnar ikki at røkja [...] onkran at skilja, at tað ikki er uppgávan hjá peningastovnum at lána til hvat sum helst. Í hesum tíðum, tá peningastovnar hava so nógvar pengar, at teir eru um at koma í neyð, trúgvi eg ikki, at tað er [...] verða av tí uppfatan, at tað er uppgávan hjá peningastovnum og framtaksgrunninum at lána pengar til vinnuna uttan trygd, bert tí at onkur, sum kallar seg vinnulívsmann, ynskir at seta okkurt í gongd. Serliga
honum 10 ár at fáa hana frá hondini. Tað var nevniliga á 40 ára veitsluni hjá Føroya Politistafelag, at tað varð gjørt av at fáa søguna hjá løgregluni í Føroyum út í bók. Bókin kostar 295 krónur at keypa. Bókin [...] 200 myndirnar í henni gera sítt til, at hon verður ikki so turrislig at lesa, sum síðutalið kanska kundi bent á. Talan er eisini um eina umfatandi bók, tí tað skilst at hon fevnir um alla føroysku løgreglusøguna [...] Hvørja viku er møguligt at fara til ein døgurða, har ein skal vera í kappanum. Hetta er tó upp til hvønn einstakan og tað er ikki krav at fara til hesa máltíð. - Eg plagi at siga, at eg kenni meg sum Batman
árini. Hesi hagtøl skulu í næstum gevast út í bók, sum lýsir søguligar hendingar umframt veðrið fyri hvønn mánað síðani 1880. Í bókini fær hvørt av hesum 120 árunum eina opnu. Á vinstru síðuni av hesi opnu [...] bókina út. Men Petur Skeel er høvundur at allari bókini, bæði tí veðurfrøðiliga og tí søguliga. Ætlanin var, at bókin skuldi koma út í heyst. Men nú er kortini ikki vist, at hon kemur fyrr til jóla ella tíðliga [...] »Veðrið í Føroyum í 120 ár« verður ikki ein bók til skúlabrúks, men heldur ein gávubók. Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelags sigur, at arbeiðið við hesi bókini er nakað, bókadeildin ger við síðuna