? Latum okkum njóta náttúruna í góðum vinalag

Vit prenta niðanfyri røðuna, sum Signar á Brúnni, løgtingsmaður helt úti á Varmakeldu á varmakeldu næstseinasta leygarkvøld

Gott stevnufólk!

Í blaðnum Tingakrossi frá 1922 er ein yrking at síggja, ið mæta skaldið Hans Andreas Djurhuus hevði gjørt. Yrkingin ber heitið Varmakelda. Ørindini eru seks í tali og fari eg at taka okkurt teirra fram, nú vit eru savnað við ta keldu, skaldið yrkir um.


1. Tá grasið spratt í dølum,

og alt var fjálgt og gott

og bar ímóti sumri Jóansøku nátt,

tá, hvør, ið sjúkan nívdi,

og ei visti lækna sær,

hann fór til Varmakeldu og verða grøddur har


2. Tá róðu mong á firði, mong gingu upp um fjøll.

Mariusongin sungu tey so hjartaliga øll.

Tí summar var og hiti og vón í hvørji sál.

Á Varmakeldu eiði um dimmið brunnu bál.


Nakað er skrivað um Varmakelduna. Lucas Debes (1673) skrivaði um kelduna fyri meira enn 300 árum síðani. Hann hevði gjørt eitt ávíst granskingararbeiði um hesa sjáldsomu keldu.

Annað fólk ið umrøðir Varmakelduna er týskarin Forchhammer, ið eisini ger nógv burturúr tí, at fólk leitaðu sær oman helluna, har keldan var, at vinna sær heilsubót.

Forvitnisligt er at lesa hetta á týskum. Hann skrivar m.a. soleiðis: »Note bei der Quelle ist eine breite Plattform durch den Handelstein gebildt, und auf demselben tanzen die gingen Leute, die sich am alten Johannistag hier versammeln.

Leystliga umsett til føroyskt: »Nærhendis Varmakelduni er ein breiður plattformur úr gróti ? t.e. hellan ? har ungfólkið sláa ring, kvøða og dansa ? gamla Jóansøkunátt.

Forchhammer hevði eins og Lucas Debes granskað kelduna. Hann hevði m.a. mált hitan í kelduni. Hitin í sjálvari kelduni máldi hann til 19,8°, meðan hitin í aðrari á var 7,5°. Hetta gjørdi hann í 1821.

Tað var ein tíð, har hildið varð uppat at fara út til Varmakelduna Jóansøkukvøld, helst av ampa fyri at okkurt kundi henda fólki, tá siglt varð við báti. Men fyri nú nøkrum árum síðani tók ÍF táttin uppaftur og tøkk eiga teir fyri tað. Ampi hevur eingin verið, tvørturímóti hevur henda »samkoma« eydnast framúr væl, umframt tað at hetta er eitt sereyðkenni fyri Varmakeldustevnuna.

Listamaðurin og tónleikasmiðurin Waagstein hevur málað ein hóp av frálíkum listarverkum. Eitt av hesum er staðið vit nú eru stødd á ? eitt av hansara kendastu listarverkum. Málningurin lýsir ta føroysku náttúruna, tá hon hevur klætt seg í sín grøna stakk um summartíð og sjógvurin liggur so spegilsblankur og letur Leirvíksfjall/Ritafjall spegla sær í honum. Ein sjáldsama vøkur »stemningsmynd«.

Skaldið og málfrøðingurin Christian Matras sigur soleiðis í einum av sínum frálíku yrkingum: »Einki er sum summarkvøld við strendur«. Jú, bæði málningurin hjá Wågsteini og yrkingin hjá Christiani Matras, minna okkum á ? hvør á sín hátt ? hvussu ómetaliga vakurt land vit eiga og sum vit bera tokka til.

Sum longu nevnt, so er tátturin tikin uppaftur at fara út til Varmakelduna fyrsta vikuskiftið í juli mánaða, her røða verður hildin, sungið verður úr Føroya Fólk Songbók og dansað og kvøðið verður ? ja, vit kunnu siga, at tátturin at halda fólkafundir úti í náttúruni eru tiknir uppaftur.

Øll hava vit lisið ella hoyrt um teir fólkafundir, ið vórðu hildnir fyrr, har evnir vórðu umrødd, ið vóru uppi í tíðini. Hesir fundir høvdu alstóran týdning fyri fólkið og landið. Tá ið tjóðskaparrørslan tók seg upp fyri meira enn 100 árum síðani, høvdu fólkafundirnir avgerandi týdning, tí úrvalið av fjølmiðlum var ikki tað, sum tað er í dag. Teir ið røddu, tosaðu m.a. um mál føroyingafelagsins, at styrkja okkara móðurmál og skipa so fyri at samfelagið mentist og gjørdist sjálvbjargið. Hesi skilafólk vistu longu tá, at vitan og virksemi er leiðin til sjálvstøðu og tí løgdu teir seg eftir at skipa so fyri, at fortreytirnar fyri menningini vórðu skaptar. Teir ið røddu á fólkafundunum áttu framúr evnir at skriva og málbera seg, og teir dugdu at fanga og hugtaka áhoyrarnar.

»Steinur brestir fyri mannatungu« er gamalt føroyskt orðatak ið hóskar til umrøddu røðarar, tí tala teirra varð í mongum føri byrjanin til eitt betri og meira sjálvstøðugt samfelag ? og ikki gongur long tíð aftrat til vit eru komin á mál ? einar frælsar Føroyar.

Týskarin Forchhammer umrøddi tann føroyska dansin á Varmakelduhelluni, ið hugtók hann kvæðini, føroyski dansurin var og er okkara tjóðareyðkenni, ið hevur gjørt og ger okkara mentunarlív ríkari.

Eftir at hava verið nøkur ár í einum aldudali, er føroyski dansurin aftur komin uppá alduryggin. Føroyingar allir ásanna virði í hesi mentanargrein, ja hava fingið hann inn um skúlagátt við lóg.

Ikki tí, tað hava verið fólk, ið hava arbeitt dúgliga fyri at skapt betri umrøður fyri føroyska dansinum, og víst á tann mentanarliga týdningin hann hevur havt fyri tjóðina alla.

Sum 18 ára gamal var eg vikarur í Gøtu skúla. Eitt, ið eg legði til merkis var tann virðing, ið táverandi lærarar høvdu fyri kvæðunum og tí føroyska dansinum. Lærararnir vóru Jákup-lærari, Poul Enok og Helga Øregaard ? ið øll eru farin hiðani.

Næmingarnir plagdu mangan at sláa ring úti á gongini og vórðu so hjartaliga. Viðhvørt farð farið út um fríkorterstíðina. Eg spurdi tá, hví næmingarnir fingu loyvi til tað, tá svaraðu teir allir ? Jákup lærari, Poul Enok og Helga sum í ein munn ? at tá dansurin gekk væl, so áttu næmingarnir at fáa loyvi at halda fram.

Ein positivur hugburður, ein hugburður, ið styrkir og stimbrar okkara mentunarlív. Og havandi í huga, at tað sum verður lagt í barnið, ikki verður gloymt, men mangan fáa vit tað fleirfaldað aftur. Ungur nemur, gamal fremur plaga vit at siga.

Umframt at kvøða og dansa á varmakelduhelluni, plaga vit altíð at syngja úr Føroya Fólks Songbók, har hópur av framúr vøkrum songum eru at finna. Latum okkum í framtíðini bera so í bandi, at henda bók við skaldsligum perlum ? verður nýtt og at hon verður ikki skift út við aðrar sangir, ið skaldsliga ikki koma »Føroya Fólks Songbók« til knýggja. Vandin lúrir, tí ávirkanin uttanífrá er stór og sterk og mangan er tað so, at tað ikki eru vit sjálvir, ið seta mørkini, men onnur uttanífrá.

Hans Andrias Djurhuus vísir í síni yrking eisini á tann sosiala týdningin tað hevði at koma saman út í náttúruni tá hann sigur soleiðis:


Har kendist høgt at lofti

og langt á óndskaps mið.

Fró sótu tey hjá keldu í

semju lið um lið.

Tey tóku upp í lógvan

og drukku heilsubót,

so tváaðu tey andlit og

hond og bróst og fót.


Latum okkum halda fram við hesum at fara út í náttúruna og njóta hana í góðum vinalag ? í góðum anda, soleiði sum fræga skald okkara Hans Andrias Djurhuus yrkti.

Góða Varmakeldustevnu.


Signar á Brúnni