vágbingar hvørt ár eitt stórt og vakurt træ, men tað hendir meira enn so, at træið kemur ikki fram. Soleiðis er eisini í ár. Ístaðin fyri eitt 8 metur høgt træ, er eitt brotið og 4 metur høgt træ sett upp í Vági [...] var viðmerkt um stødd.Í Vági siga tey annars, at tað tey vita frá farmadeildini niðri, so var bert eitt træ við henda sama túr, so bland skuldi ikki komið í. Skemt Víðgongdastu og kanska eisini mest skemtiligu [...] Hvussu er og ikki, so gleða vágbingar seg nú til Norrøna kemur aftur av Danmarkarferðini, tí tá er eitt nýtt træ úr Nakskov við, ið sigst verða stórt og vakurt.
Í dag er eitt ár síðani Landsverkfrøðingurin fekk ótespiligu jólagávuna frá Finnboga Arge og Vinnumálastýrinum. Tjóðveldismenn hava rumblað eitt sindur, men hava so at siga einki meira gjørt við málið [...] upp. Hetta má merkja, at um ein landsstýrismaður og eitt stýri vilja sleppa frá at koma undir lupp hjá Landstýrismálanevndini, so er bert at handfara eitt mál so óruddiliga og ógreitt sum møguligt. Demokratiska [...] eisini at fáa ein vegastubba, ið kann gerast privat ogn eitt nú hjá útlendskum kreditorum. Vónandi eru tinglimir greiðir yvir, at teir kunnu fella hesa annlegslóg uttan harvið at vera ímóti undirsjóvartunnili
ongar aðrar vørur kunnu brúkast ístaðin fyri tann hvíta toskin. Men er talan um frystan fisk, verður eitt nú lýrur ofta brúktur ístaðin fyri tosk. Útboðið fer at minka 150.000 tons Hans Johannes á Brúgv sigur [...] hann er nú, torir ongin at liggja við goymslum, tí vandi er sjálvandi altíð fyri, at hann fer at fella aftur, tá ið hann er so heilt óvanliga høgur, sum hann er nú. Og metingarnar vísa, at komandi ár fer [...] hevur eisini víst seg, at niðri í Evropa er nýtslan av fiski minkað eini 10% í seinastuni, og tað er eitt rættiliga kontant aftursvar til tann høga prísin. ? Og tá ið marknaðurin svingar 10%, tosa vit um
Kyndil fekk høvi at hampa eitt sindur um endaliga úrslitið. Tað tóktist sum um vóru kyndilskvinnurnar tyngdar av stóru uppgávuni. Kanska vóru tað nervarnir, sum spældu teimum eitt puss, ella møguliga vóru [...] frálíka avrikinum hjá Kyndli seinasta vikuskifti í huga, mundu tað ikki vera so fá, sum høvdu vónir um eitt gott úrslit fyri heimaliðið. Vesna ikki við Vónirnar gjørdust helst ikki minni av teirri orsøk, at [...] rygginum. Klaksvíksgenturnar gjørdu tó skjótt greitt, at tær so avgjørt ikki høvdu hugsað sær at fella í fátt, bert tí ein leikari ikki fekk verið við. Rættuliga tíðliga í dystinum løgdu tær seg á odda
hevði tað havt betri møguleika fyri at verið samtykt. Tað ber nevniliga ikki til at sláa seg saman um eitt slíkt uppskot mitt undir einari viðgerð, vísir Jógvan við Keldu á. Somuleiðis vísir hann á, Suðuroyar [...] játtaðan mitt undir viðgerðini av fíggjarlógini. ? Eg kundi sum einki fingið tingfólk at skriva undir eitt uppskot um at játta hendan pening til skúlan, men eg hevði ikki gjørt tað, tá eg visti, at tað kortini [...] ar mugu standa saman. ? Vit politikarar koma ofta út fyri, at mál, sum vit ætla at fáa ígjøgnum, fella. Sjálvandi verða vit í fyrstu atløgu keddir um hetta, men livast skal víðari. ? Hóast vit útjaðaratingmenn
og onnur. Tað er prestisja at fáa eitt slíkt scholarship, sigur hann. Vil spæla solo Andras Olsen gongur á musikkonservatorium í Århus, og í summar hevur hann eitt ár eftir av útbúgvingini. Ætlanin er [...] upptøkuroyndin í London vardi einar 20 minuttir. Hesa løtuna spældi hann tvey stykkir upp á trombonina. Eitt solostykki eftir Enrique Crespo og brot úr trombonkonsert eftir Henri Tomasi. Síðani skuldi hann blaðlesa [...] ikki hevði sæð fyrr. Onkur dómari, sum hann hevði hitt frammanundan, lat eftir royndina, okkurt orð fella, um at Andras hevði gjørt stór framstig. -Síðani pakkaði eg trombonina niður og gjørdi meg til at
heim at vitja familjuna okkurt vikuskifti, men møta so aftur í arrestini sunnukvøld. Í ár fella jólini á eitt vikuskifti, so tað verður ikki stórt øðrvísi hjá fangunum enn at fara heim í vikuskifti. [...] mangan at fylgja við matinum. Eins og øll onnur fáa teir eisini rísingreyt omaná. Tað einasta, sum er eitt sindur øðrvísi við matinum í hjá teimum, sum sita í arrestini um jólini, er, at teir fáa jóladøgurðan [...] arresthúsinum eru nógvir ymiskir hentleikar, sum fangarnir kunnu gera sær dælt av. Til dømis hevur húsið eitt væl útgjørt kondirúm, har man kann styrkivenja. Somuleiðis er borðtennis, billiard, dart og aðrir
byrjar. Vinningar verða til trý tey fremstu pørini, og harafturat onkrir serligur vinningar. Eitt gott spæl Eitt spæl frá simultan kappingini. Í síðsta umfari skuldi Eyðun Jacobsen royna seg í 3ut.. Spælið [...] tað vísti langan lit, so fráfall var tað rætta. Marjun helt fram við hjJ og nú valdi spælførarin at fella frá einaferð enn!? Væntandi kom essið siglandi úr sunnan skjótt, men Arnleyg í sunnan hevði ongan
og er hetta sera týdningarmikið at minnast til, áðrenn vit fella fyri freistingini at taka synd í okkum sjálvum materielt. Fyri at nýta eitt fremmant orð, so er týdningarmikið, at seta alt í »perspektiv« [...] hungur og vesaldóm. Hetta átti at verið eitt mál, har fólk eiga at gera upp við seg sjálvan, hvat tey vilja. Ansast má eftir, at fólk ikki látast vilja taka eitt fall í vælferðini og livistøðinum vegna [...] »perspektiv«. Spurningurin um vit vilja geva frá okkum materielt fyri eitt nú fullveldi er ein annar spurningur, ið má vera upp til hvønn einstakan at avgera. Fullveldi kemur at kosta okkum materiellan vælstand
av samlaðu lønarúgjaldingunum. Hinvegin fella inntøkurnar í prosentum av fiskiídnaði og aðrari framleiðslu úr 36% í 1994, niður í 30,4% í 1998. Harafturat fella tænastuvinnurnar eisini, men ikki so nógv [...] Hetta er ein niðurstøða av kanningini, sum fýra næmingar á stundentaskúlanum í Suðuroy hava gjørt sum eitt lið í útbúgvingini. Tey fýra, Rakul Vang, Debora Hjelm, Elin Mortensen og Rúni Nielsen, hava gjørt [...] er ímillum inntøkurnar hjá teimum, sum búgva í Suðurstreymoy og teimum, sum búgva úti um landið. Eitt nú er miðalinntøkan fyri hvørt fólk tríggjar ferðir so høg í Suðurstreymoy, sum hon er í Suðuroynni