talan mestsum um einvegis ferðslu ímóti Bernhardi, sum ikki var mentur at seta í verk munagott mótspæl. Flóvin fylgir væl við! Aftur í gjár vann hann ruddiliga, og heldur hann fram við hetta lag verður hann [...] so stríðshugaður í gjár, og eftir at Ólavur triðja dagin á rað offraði fólk - hesaferð var tó talan um ein borðbæran gambitt - blotnaði John og beyð remis. John kendi seg ikki fullbirgan undir talvinum
tey, ið eldri eru, upplivdu hetta í 1940, tá ið vit máttu sigla okkara egna sjógv. Í herviligastu krígstíð kravdu bretar, at okkara skip skuldu sigla undir egnum Merki. Hetta var vandasigling, men við Merkinum [...] okkum føroyingum skal vara um allar ævir. Hvar er sjálvsvirðingin? Hesir flokkar og boðberar tess niðurgera og køva allan tann framburðshug, ið hevði sprottið úr Føroya fólki, um vit vistu, at Føroya land [...] takast føroysku tjóðini at gagni. Men vit eru sannførd um, at tann dagur kemur, tá ið frælsishugsjónin vinnur á ófrælsinum, og tá fer av álvara at grógva um gangandi fót her á landi. Ja, tá fer at spretta og
kongaríkir í høvuðsstaðnum. Hetta er miðsavning so tað stendur eftir. Til øll val, so langt aftur, sum minnið røkkur, hava sambandsflokkurin og fólkaflokkurin gramt seg um tann stóra almenna yvirbygningin [...] vildi gloypa bitanum hjá danska embætismanninum, uttan at vit fyrst sluppu at tyggja bitan. Vit bóðu um, at uppskotið til nýggjan bygnað í landsumsitingini varð viðgjørt út í æsir, bæði í landsstýrinum og [...] við uppskotinum sum tað var ella kundu vit bara finna hurðina. Javnaðarflokkurin gjørdi tað seinna. Hetta gjørdu vit í teirri vón, at løgtingsval í ótíð spurdist burtur úr, og at bygnaðarbroytingarnar harvið
føroyingurin gjøgnum tíðirnar hevur megnað at skapa og varðveitt hetta mál. Tá hugsað verður um tær umstøður, føroyingurin hevur havt til at gera hetta. Skúlar og skúlagongd hevur verið niðurløgd, tað hevur verið [...] røtur í føroyskum og føroyska dagligdegnum. Og besti hátturin at gera hetta uppá, er at tosa við børnini um føroysk viðurskifti. Um stórt og smátt og annars alt tað, sum fyriferst í landi okkara. Tá verður [...] undirvísingini í fólkaskúlanum, og føroyingurin hevur annars ikki havt umstøður og stundir til at lívga um málið. Og við málinum er tað so ómetaliga nógv annað, sum verður tilevnað og varðveitt. Málið er stutt
rin situr nærmast løgmanni. Hví hava tit ikki gjørt tykkum galdandi? Fyri at siga mína hugsan um hetta, noyðist eg at endurtaka gongdina í málinum, sigur Bjarni Djurholm. Hann byrjar við, tá Landssýrið [...] heimildir vóru, um løgmaður var koyrdur heim, sigur Bjarni Djurholm. Trupulleikin er, at einki mál verður loyst, tí løgmaður situr við lyklinum, og hann leggur ikki frá sær. Vit kunnu ikki biða um samráðingar [...] samráðingar, tí hann hevur útskrivað val, og vit kunnu ikki stevna, um løgmaður verður koyrdur frá. Góðtekur Fólkaflokkurin í samgongu hetta? Eg góðtaki ikki, at vit ikki fóru undir samráðingarnar í januar
við á danatingi, sigur Jóannes Eidesgaard. Spurdur um hann frameftir skal vera leysgangari í Fólkatinginum, og um tað yvirhøvur tænir nøkrum endamáli, um einki samstarv verður, sigur Jóannes Eidesgaard, [...] fær Eilif Samuelsen at koma við slíka um gitingum? Eingin kann lasta meg , ella blanda seg uppí, hvat eg tosi við formannin í danska sosialdemokratska flokkinum um. Eg havi fulla heimild at gera tað, sum [...] Eidesgaard ógvuliga vónsvikin av. Tí sum hann sigur: Teir síggja ikki málið, og hugsa ikki um land og fólk, men bert um sjálvan seg. Nú leggur Landsstýrið forðingar fyri málið.Tað sæst einamest av, at Eilif
Jóannes Eidesgaard stutt, at hetta málið var við í samgonguskjalinum í 90-94. ? Málið fall tá, og vit hava ongar ætlanir um at royna tað aftur - og tann fyrsti at royna hetta málið, var Fólkaflokkurin, sum [...] frá foreldrum til børn og enn minni at innføra ognarskatt. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, sum ikki er sørt argur um, at ein flokkur soleiðis kemur sær at føra seg fram við ósannindum [...] og valta við fólksins ogn og renna vinnningin niður í egna fóðurið. Hetta er tann politikkur, sum Fólkaflokkurin serverar - og hetta er ikki tann politikkur, sum Javnaðarflokkurin ætlar sær inn á, sigur
viðgerð. Leygarmorgunin kjakaðust tingmenn í hálvanannan tíma um hetta málið. Suðuroyarsiglingin høvuðsevnið Tað, sum serliga merktið orðaskiftið um játtanina til Norrönu var Suðuroyarsiglingin. Smyril varð [...] støðan ein onnur, helt hann. ? Hetta kunnu vit ikki bjóða einum fólki - og so verður tosað um Føroyar sum ein oljumiðdepul. Hvussu skal tað bera til, tá man hevur tosað um ein pullart í hálvanannan mánað [...] í Fólkaflokkin, legði eisini upp í kjakið, og hann tosaði um uppskot frá sosialismuni, sum vóru óbrúkilig. Til hetta svaraði Henrik Old, at um Jákup Olsen hevur hug at hjálpa Óla Breckmann at bekempa
Eg skilji væl, at sambandsmenn eru óðir um, at teir nú ikki fáa høvi at misnýta bankamálið og samráðingarnar í valstríðnum - hetta hevði uttan iva kunna givið flokkinum atkvøður. Kortini er tað øllum hugsandi [...] hava annars staðið væl saman í hesum máli, og allir hava verið samdir um, at teir skulu fara til samráðingar við eini felags støðu. Hetta kundi verið gjørt í vár, men tá løgmaður framskundaði valið meira enn [...] hann ikki kundi standa á odda fyri samráðingunum. Hetta var ikki nakað, sum glapp honum av munni, tí hann, ið staddur var í tinginum sá, at løgmaður læs hetta upp úr tí, hann sjálvur hevur skrivað! Vit kunnu
allatíðina vóru væntandi. John Johannesen hjá FSV sparkaði í 37 min. Allan Mørkøre í hevnisøku, og hetta fekk øði í Andrew av Fløtum hjá HB, so úrslitið var, at John og Andrew báðir fingu reyða kortið. Nøkur [...] venjarin vil hava teir at spæla, og haraftrat er verjan ikki nóg væl samanspæld. Hinvegin kann sigast um vágamenninar, at tað sær ikki so galið út hjá teimum. Kanska tørvar teimum fólk til álopið, men tilfarið [...] málini hevði NSÍ havt ein stóran málmøguleika, tá ið ein leysur Arnfinn Langgaard stútaði bóltin upp um málið eftir horna. Men sum heild mundi javnleikur verða rætta úrslitið, tá ið farið varð til hálvleiks