hesa vikuna hava hoyrt at nýggjur vinnupolitikkur skal skipast í einum 2015 anda í einum alheimsgjørdum hami. Alheimsgerð? Orðið alheimsgerðin hevur verið blaka út í hvørt orðaskifti í fleiri ár, og øll eru [...] verið møguligt í Føroyum, tí vit hava í hesum spæli tann fyrimun, at vit eru eitt pinkuland, sum altíð hevur skula laga seg til og m.a skula duga onnur mál. Vit hava nógv fólk, sum hava verið í øðrum londum [...] hornasteinarnar í 2015 ætlanini hjá Landsstýrinum er um alheimsgerðina og Føroyar. Í røðuni á Ólavsøku legði Løgmaður dent á, at Føroyar skulu við í alheimsgerðina og ítøkiliga at Føroyar skal hava tættari samstarv
Hann var nevndarlimur í Ídnaðarfelagnum í eini 6 ár, sat í nevndini í Kemilux í 6 ár, og eitt skifti sat hann eisini í nevndini hjá Restorrfs Bryggjaríi. Hann var íðin limur í Kiwanis, har hann eisini [...] árini, hann virkaði í Føroyum, bygdi hann Mjólkarvirkið – millum manna kent sum MBM – burtur úr ongum til eina av okkara størstu fyritøkum uppi á landi. Eiríkur var føddur í Høfn í Íslandi í 1947. Faðir Eirík [...] gomul, flutti familjan í nýggju húsini Nýibær í Høfn, og í hesum húsunum vuksu eisini Eiríkur og hansara systkin upp. Nógv er broytt, tí Nýibær eru hús nummar 26, sum vóru bygd í Høfn, og nú er íbúgvaratalið
uppaftur til valið ár 2002. Henda avgerð hansara var kanska ikki so løgin, tá hugsað verður um, at hann hevur verið uppi í politikki í meira enn 30 ár. Ungur og virkin tingmaður Til løgtingsvalið í 1966 stillaðu [...] av tingsins røðarapalli og í nevndararbeiði, og í fleiri førum eydnaðist tað honum at seta síni fingramerki á tey mál, ið vórðu viðgjørd í teimum nevndum, hann hevði sæti í. Finnbogi var politikkar-in [...] tráaði eftir, at flokkur hansara kom aftur í samgongu og fekk størri ávirkan, heldur enn at sita í andstøðu. Í 1966 til og við 1970 var Finnbogi andstøðutingmaður. Í 1970 kom undirritaði á ting og fekk m.a
førning at hava við sær út í lívið, bæði tímuliga og andaliga. At so hevur verið hjá honum við, veit eg. Hjørleif vaks upp, saman við syskjum sínum, hjá góðum foreldrum, ið livdu í nøgdsemi og í trá við tær [...] nýtist at hava nakað við lívsdygd og lívsvirðir at gera. Tað kemur mær fyri, at hóast flestu fólk tá í tíðini, ikki høvðu nakað serligt at rutta við, so høvðu tey tað gott. Tey settu onnur virðir í hásætu [...] fleiri ár við tí tá so kenda 6-mannafarðinum "Hildur" ið Ólavur Michelsen, "Ólavur á Nellie" átti. Teir førdu mangt eitt steyp heim til Tvøroyrar. Teir róðu í fleiri ár uttan at tapa ein einasta róður. Seinni
eru fyri enn ímóti .”. Henda áseting er greitt í stríð við § 26 í stýrisskipanarlógini. Skal fólkið hava lóggávuvald? Í almennu framløguni sigur løgmaður, at í Føroyum ræður fólkið: ”Fólkið er omanfyri løgting [...] Hettar varð eisini staðfest av umsitingini í Løgtinginum, tá lógin bleiv løgd fram í 2010. Í § 1 í uppskotinum til stjórnarskipan verður sagt m.a. ”at alt vald í landinum er hjá Føroya fólki”. Sum nevnt [...] stýrisskipanarlóg er eitt slag av fløkju komin í. Hettar hevur í rættarmálum havt sum avleiðing, at dómstólarnir í dómum, eftir at stýrisskipanarlógin varð sett í gildi, sitera bæði grundlógina og stýrissk
sjálva, hvørji virði hava týdning fyri teg sum menniskja. Hvat skal vera í lívi tínum? Hvat vilt tú arbeiða við og berjast fyri í heiminum? Heilt innast inni, hvat merkir hetta so fyri teg? Í bókini Simple living [...] Ikki fyri at liggja í sofuni og hyggja í sjónvarp. Ella at flýggja á annan hátt. Tey eru harafturímóti djørv, tí tey hava torað at lagt seg eftir tí, sum veruliga hevur týdning í staðin fyri at krógva [...] fleiri ting, í staðin fyri at keypa nýtt Rudda meira heima Flyta í annan bústað Finna nýtt arbeiði Keypa fleiri vistfrøðiligar vørur Brúka meira tíð til persónliga menning Hava færri avtalur í álmanakkanum
samstarvi teirra í “Spískamarið” í 2014, har tað millum annað varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar undir jørð. Túrurin byrjar í Hvannasundi [...] njóta Viðoy, Svínoy og Fugloy frá sjónum. Komin til Hattarvíkar, verður fari í land á Trøllagjónni, har vertirnir takað ímóti og kósin verður sett beinleiðis til teigar floksmanna, við liðuna av B [...] verður omanyvir Bispin (Stapan) og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin húsast. Á eggini verður skerpikjøt og okkurt gott frá bryggjmeistaranum í Klaksvík afturvið. Framhaldandi verður
eitt so gott ár sum 2013, men eg vil í øllum førum ynska øllum eitt líka so eynduríkt ár í 2014. *** At kirkjan stendur sterk Theodor Eli Dam Olsen - At kirkjan framvegis fer at hava gott stev í føroyska [...] Vit hava ongantíð verið meira tilvitað um, hvussu týdningarmikið tað er, at fólk støðast og velja at búgva í Føroyum heldur enn í øðrum londum. Sjálvur flutti eg heim aftur til Føroya á heysti í fjør [...] fara inn í eitt nýtt kjakár við eini betri kjakmentan, har vit virða hvønn annan og ikki niðurgera onnur, tí tey hava aðra meining enn ein sjálvur. Eg ynski eisini, at øll børn í Føroyum skulu hava góð og
gjørdu. – Vit hava lært so at siga alt í Norra, man har verður framvegis fylgt væl við, hvussu tingini verða gjørd, og hóast Føroyar eru smáar í heimshøpi og ikki hava nakra stóra framleiðslu, hava úrslitini [...] lítið aliøki er í Føroyum til tað, og heldur ikki eru somu vakstrarmøguleikar í Føroyum sum í Norra, har tey hava eina øgiliga strandarlongd og allar hesar nógvu firðirnar. – Men hinvegin hava tað jú altíð [...] komið eitt sindur í gongd við. Í ganga tvey ár, frá tí at tú byrjar eina framleiðslu, til tú kanst byrja ta næstu, men við at sett størri smolt út, kundi henda tíð verið stytt niður í eitt ár, so framleiðslan
mars í skýmingini og heils aði við floytuni sum vant, átti eg ein bróður, sum var 22 ára gam al. Hann æt Sofus eftir abba num í Garðinum í Skúvoy. Sofus var giftur við Sannu av bóndagarðinum í Skopun [...] goldið fyri. Eina av seinastu ferðunum, eg sá bróður, stóð hann í ganginum í barnaheiminum við mjólkarspann í hondini. Hann kom bara í hurðina at siga góða nátt og farvæl, tí hann var giftur inn á bóndagarðin [...] var hann bara 22 ár, tá hann doyði, og eg 16 ár. Munurin virkar so stórur í hesum aldrinum! Jú, bróðir, tú var í nógvar mátar mín fyrimynd við tínum treysti og treiskni. Tú tók meg undir tínar veingir,