Hetta ynskja vit okkum í 2014

Vit hava sett hol á eitt nýtt ár. Tríggir dagar eru farnir av 2014 og fyri framman bíðar eitt spennandi og avbjóðandi ár. Vit hava spurt nøkur fólk, hvat tey ynskja sær í nýggja árinum – og her er tað, tey svaraðu

Framvegis fegnast um at fólk flyta heim
Høgni Reistrup
- Tá eg hitti fólk framman fyri kølidiskin í Brúksuni og á gøtuni á veg til arbeiðis, nevna fólk ofta fólk, sum júst eru flutt aftur til Føroya. Hetta kunnu vit takka vanliga føroyinginum, fyritøkum og stovnum fyri. Tí í farna ári hava vit veruliga flutt okkum fram á leið. Vit hava ongantíð verið meira tilvitað um, hvussu týdningarmikið tað er, at fólk støðast og velja at búgva í Føroyum heldur enn í øðrum londum. Sjálvur flutti eg heim aftur til Føroya á heysti í fjør, og tað er ótrúliga stuttligt at uppliva, hvussu fegin fólk eru, tá tey frætta, at fólk eru flutt heim. Henda hugburðin ynski eg, at vit halda fast um í 2014. Og so hevði ein altjóða flogvøllur ikki verið av vegnum. Hann kemur ikki í bræði. Men ímyndið tykkum, hvussu nógv nærri hann hevði knýtt okkum at umheiminum.


***

At kærleikin tiðnar hjørtuni
Eyðun Nolsøe
Eg vóni at koma út við eini fløgu komandi ár, sum verður so góð, at sjálvt Niels Uni fer at dáma hana Ein meiri samhaldsfastan politikk frá landsins leiðarum. At sjálvbjargnið verður raðfest aftur sum politiskt mál. At løgtingið torir at liberalisera tær mest konservativu lógirnar í okkara landi, sum eru eitt haft um beinini á okkum. At arabiska várið fær ein friðarligan enda - við fólkaræði og frælsi til hesi illa kúgaðu menniskju. At kærleikin tiðnar hjørtuni á okkum øllum somlum. At vit elska heldur enn hata og rúma heldur enn døma.

***

Størri fokus á bøkur og bókasøvn
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
Eg ynski, at farið verður undir hart tiltrongdar umvælingar og umbyggingar av okkara alra eftirhondini gamla og niðurslitna Býarbókasavni, og eg ynski eisini, at bæði fjølmiðlarnir og myndugleikarnir seta nógv størri fokus á og vísa størri forstáilsi fyri, hvussu virðismikil bøkasøvn, bøkur og lesing er. Persónliga er tað ringt at ynskja sær meira eftir eitt so gott ár sum 2013, men eg vil í øllum førum ynska øllum eitt líka so eynduríkt ár í 2014.



***
At kirkjan stendur sterk
Theodor Eli Dam Olsen
- At kirkjan framvegis fer at hava gott stev í føroyska samfelagnum sum ein gevandi og savnandi mentunarberi og grundsúla, og at flest møgulig fáa gleði og gagn av at búgva í Føroyum. Á tí persónliga planinum vóni eg, at dóttirin hevur tað gott eins og øll míni nærmastu.

***

At tað verður skomm bert at hugsa um seg og síni
Dagny Joensen
- Tá hugsað verður um persónligu ynskini fyri 2014, so eru framtíðarvónirnar ikki so átroðkandi. Hinvegin er fremst í huganum, at míni ommu og langommubørn fáa eitt virðiligt og spennandi lív. Tað krevur at landsins myndugleikar til einhvørja tíð fara at hugsa um føroyingar sum eina fjøld, har pláss eru fyri øllum - høgum og lágum. At tað frameftir skal vera skomm bert at hugsa um seg og síni. Harnæst at allir skeivleikar sum henda samgongan hevur gjørt, verða rættaðir í komandi valskeiði.

***

At vit ikki niðurgera hvønn annan
Gunvá við Keldu
- Eg ynski, at vinnulívið í Føroyum fer at merkja framgongd, sum harvið hevur eina positiva ávirkan á kommunur og land! Haldi, at stórur vandi er í, at tað almenna veksur nógv skjótari enn tað privata, tí er eitt sterkt vinnulív ein fyritreyt fyri góðari framtíð fyri vælferðarsamfelagið Føroyar. Annars ynski eg mær eisini, at vit sum føroyingar fara inn í eitt nýtt kjakár við eini betri kjakmentan, har vit virða hvønn annan og ikki niðurgera onnur, tí tey hava aðra meining enn ein sjálvur. Eg ynski eisini, at øll børn í Føroyum skulu hava góð og trygg kor at vaksa upp í.

***

At heilsan verður góð
Øssur Egholm
- Tá ein sum eg so smátt er farin at nærkast teimum hálvthundrað, hugsar ein eisini altsamt meira um heilsuna og tað at hava tað gott í gerandisdegnum. So, fyrst og fremst ynski og vóni eg, at heilsan verður góð, og at tað fer at gangast væl hjá mær sjálvum og teimum, eg havi rundan um meg. Og so hevði eitt meistaraheitið til EB/Streym aftrat heldur ikki verið av vegnum.

***

Útbúgving og feitan festival
Barbara Holm
Eg ynski at fáa mina bachelorútbugving lidna, so eg kann fara víðari til kandidatin eftir summarfrítíðina. Og so ynski eg mær at fáa ein feitan Frigg festival við nógvum góðum tónleiki úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi. Og ikki minst gleði eg meg til summarfrítíðina í Føroyum, sum altíð er góð, og ivaleyst eisini verður tað í 2014.

***


At hvør einasti ein í landinum verður klemmaður
Rakul Dalsgaard
- Eg havi ta áskoðan, at framtíðin kemur altíð, tá man sigur farvæl við eitt ella annað. Ein kapittul í lívinum hjá mær og Jóhan er endað, men longu nú byrja vit at føla og síggja, hvussu allir møguleikarnir byrja at lata seg upp fyri okkum. “Vi lever med forandringerne som vilkår” - tað hava vit altíð gjørt, og tað fara vit nokk eisini altíð at gera. Eg gleði meg ótrúliga nógv til, at vit í summar finna ein bóndagarð í Danmark og flyta niður. Eg gleði meg at fara at lesa víðari og byrja um aftur uppá alt tað, sum vit ætlaðu okkum her. Bara pluss eitt. Mítt absolut yndlings orðatak í verðini er: “Follow your bliss and the Univers will open doors where there were only walls”, sum merkir: Fylg tí, sum ger teg glaða, tí so letur Universið hurðar upp, har tað bara var ein veggur áðrenn. Tað er mítt persónliga mál í 2014. Eg ætli mær at fylgja tí sum ger meg gleða. Ein vís lærarinna hjá mær plagdi at siga, at man má sigta eftir stjørnunum, tí annars rakar man ikki eingang trætopparnar. So mítt ynski fyri Føroyar í 2014 er, at vit fáa eitt nýtt landsstýri, sum tekur Føroya fólk seriøst og sum ikki bara handlar út frá egnum, privatum áhugamálum. Eg ynski, at hvør einasti ein í hesum landinum verður “klemmaður”, og at tað verður pláss fyri einum og hvørjum av okkum. Eg ynski, at rúmligheit, frælsi, gleði og mest av øllum kærleiki skal fylla Føroyar og føroya fólk.


***


Nøgdari størri part av tíðini
Eirikur í Jákupsstovu
Gamlaárskvøld plagi eg at meg niður eina løtu at taka saman um skjótt farna árið. Sum oftast eri eg nøgdur við úrtøkuna, og tað var eg eisini týsdagin. Men eg havi ikki dugað nóg væl at vera nøgdur so hvørt. Snøgt sagt havi eg verið óneyðuga ónøgdur ein ov part av tíðini. Vónandi megni eg at vera nøgdari ein størri part av tíðini í 2014. Nøgdsemi og umstøðurnar fyri hesum er eisini mítt ynski fyri onnur í komandi árinum.


***

Standa betur saman
Annika Olsen
- Politiskt vóni eg, at vit megna trygt og gott at fáa eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita komandi ár og annars at gera mítt arbeiði til lítar. Mítt persónliga nýttársynski er, at vit eru eitt sindur betri við hvønn annan í gerandisdegnum, tí eingin fer væl av, at ein annar fer illa. Vit eiga at hava sum motto, at vit skulu vera móti øðrum, sum vit ynskja, at tey skulu verða móti okkum. Somuleiðis ynski eg, at vit í nógv størri mun megna at standa saman sum tjóð til frama fyri føroyskum áhugamálum. Tikið verður til ”At standa saman varð ei okkum givið”, men skulu vit mennast sum tjóð, er tað alneyðugt, at vit standa saman í øllum lutum. Privat ynski eg, at heilsan má vera við mínari familju, og at børnini trivast og mennast væl. Eg vóni, at 2014 verður eitt gott ár. Útlitini tykjast at vera góð, arbeiðsloysi er í minking, ein lítil fólkavøkstur er at hóma, men vit kunnu ikki liggja sjóvarfallið av okkum, tí tað liggja rættiliga nógvar avbjóðingar fyri framman, sum bæði krevja politiskt dirvi, áræði og hegni.


***

Eingin í armóð – eingin í yvirflóð
Høgni Hoydal
- Mítt nýggjársynski er, at vit vit fáa nýval, og at løgmaður leggur frá sær. So vit kunnu fara undir at skipa Føroyar frælsar fyri øll og kunnu fara undir at byggja upp og gagnnýta teir ótrúliga ríku møguleikar, vit eiga í hesum landi. Og at vit taka fulla ábyrgd av at virka bæði her heima og úti í heimi fyri frælsi, fólkaræði, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd hjá øllum. Har vit ikki bara eru áskoðarar til órætt og egingirnd, men har tað ber til at seta okkum tað greiða málið: Eingin í armóð, eingin í yvirflóð.

***

Arbeiða meira og halda meira frí
Bjørk Krog Olsen
Eg ynski mær at náa meiri, enn eg gjørdi í 2013. Kundi hugsað mær at sæð míni vinfólk og familju oftari og lesa fleiri bøkur. Eg vil arbeiða meiri og halda meiri frí, so effektiviteturin skal í hásæti. 2014 skal vera eitt stuttligt ár, so eg ætli mær vera í betri lag og ikki lata meg tyngja av tingum, ið slett ikki eru týdningarmikil – so sum um gólvið verður støvsugað nóg ofta. Og so vil eg sleppa at vitja í øllum førum eitt stað, sum eg ikki havi verið fyrr. Eg gleði meg til 2014


***

Savning og álit
Uni Arge
Einar betur stýrdar Føroyar! Minnist ikki, at politiska misálitið nakrantíð hevur verið størri. Vit mugu skapa savning og álit aftur. Ynski eisini, at føroyskir fjølmiðlar verða styrktir, so teir verða uppaftur betur førir fyri at røkja sínar týdningarmiklu skyldur. Annars gleði eg meg til, at eldra dóttirin verður mamma á fyrsta sinni - og eg sjálvur abbi! Ynski inniliga, at alt skal gangast væl við tí.