skúlaverki. Tað var at frøast um, at skúlar við næmingum í 1. flokki og uppeftir nú kundu fáa eitt atlas á okkara egna móðurmáli, hóast lítið føroyskt kann verða skrivað í eini tílíkari bók. Tað gekk tó ikki [...] ting. Annars veit Lítli Óli so væl, at landalæra og geografi er tað sama, men tað torir hann ikki at siga, meðan lærarin er hjástaddur. Ein slíkur lærari má haldast at vera ein hóttan móti barnasálini og [...] við c, w, x og z, og tá ið hesi nøvn skulu gerast føroysk, kann tað sjálvandi ikki koma upp á tal at brúka hasar í Føroyum bannlýstu bókstavir. Ein loysn kundi kanska verið, at trojkain fór til Kina saman
breiðum pensli, at tað tykist so óskiljandi og óveruligt, at støðan yvirhøvur kann vera soleiðis vorðin. Men veruleikin er ofta ógvuliga fjøltáttaður og ikki altíð so lættur at hava við at gera. Tað man [...] vit sum áskoðarar? Nær eiga vit at leggja uppí? Ella eiga vit at gera tað?” spyrja tey á Tjóðpallinum retoriskt við sínum spurningum, hvørs endamál er at fáa áskoðaran at reflektera og fyrihalda seg til [...] møta eisini manninum. At maðurin er umboðaður í leikinum er gleðiligt, tí á henda hátt megnar leikurin nettupp at vísa á, at harðskapur kann raka menniskju uttan mun til kyn, og at harðskapur verður framdur
alt meira. Tey royna at sleppa fram at læknanum aftur, og tey royna eisini at fáa onnur at hjálpa sær, men Heri fær ikki hjálpina, hann hevur fyri neyðini. Yvirlæknin á Landssjúkrahúsinum hevur longt sína [...] upp á pápa sín, men har er eingin reaktión. Hon kann bara vóna, at hann hoyrir, tí hon vil ikki hava, at hann fer úr hesi verð uttan at vera dagførdur um alt, sum rørist í samfelagnum. – Tú hevur altíð [...] tað. Hon er ikki bara ein bók til fólk, sum hava verið ella eru í kreppu. Hetta er ein bók við boðskapi til okkum øll. Einaferð verður sagt í bókini, at tað er undrunarsamt, at vit skulu koma í slíka støðu
eydnaðist mær at lesa bæði hjartanøtrandi og skelkandi søguna um jødarnar úr enda í annan. Ivaleyst eru mong ummæli longu skrivað; men eg gjørdist so hugtikin av hesi fleiri túsund ára gomlu frásøgn, at eg mátti [...] mátti royna at festa tað á blað ella rættari:á telduna, sum tað nú fyri tað mesta nevnist. Eitt nágreiniligt ummæli ber næstan ikki til at gera av tí, at hvørt orðið hevur síðu eftir síðu líka stóran týdning [...] Var so heppin sjálvan framløgudagin at ognast hesa helst bestu bók á sínum øki, sum prentað er á føroyskum síðan tær báðar bíbliutíðingarnar fyrst í tjúgundu øld. Vit bæði, konan, fóru fáar dagar seinni
hann íðin royndi at fáa sín egna trúðboðarafelagsskap, Congo Balolo Mission, til alment at finnast at støðuni í Kongo. Av tí at felagsskapurin drálaði, fór Danielsen sjálvur undir at halda eina røð av [...] útgávuritinum hjá frímerkjadeildini hjá Posta hesi orð : - Í 1903 vóru søgurnar um ágangin mótvegis innfødda fólkinum so umfatandi, at enska parlamentið avgjørdi at senda bretska konsulin í Boma, Kongo – íran [...] íran Roger Casement – niðan á Kongoánna at kanna støðuna. Fyri at kunna ferðast uttan at mynduleikarnir vaktu yvir honum, leigaði Roger Casement gamla hjóldamparan ”Henry Reed” frá amerikansku babtista
eru allar lættar bæði at lesa og at gera, og alt tilfarið er av slíkum slagi, at tað skuldi verið møguligt at keypa í øllum teim stóru matvøruhandlumum. Í formælinum siga tær báðar, at 2-arin, eins og tann [...] 50 ár, dáma best at fáa eplir afturvið døgurðanum og dáma væl at fáa máltíðir við føroyskum rávørum. Tað er ikki so nógv av í hesi bók. Bert til tvinnanda døgurðarættir verður mælt til at hava eplir afturvið [...] vørusamanseting viðvíkur. Tær siga eisini, at tær við hesum uppskriftum vilja vísa rákið í matgerð í dag við at tora at royna nýggjar, spennandi uppskriftir, soleiðis at brúkarin kann brúka eitt meira fjøltáttað
lutar trong kor at arbeiða undir. Frá 1864 hevði ikki verið loyvt at læra og nýta danskt mál. Tað vóru bert fáir danskir prestar um at røkja alt Suðurslesvík. Nakað áðrenn og eftir at Hitler hevði tikið [...] harðast rakt. Rendsburg, sum henda bók snýr seg um, vaks við 45,6% og enska fyribilsstjornin, ið skuldi demokratisera norðurtýskland, skuldu m.a. skipa fyri at øll hesi mongu túsund flóttafólk vórðu deild [...] áðrenn tað eydnaðist at skipa eina kirkju, sum minnir um donsku fólkakirkjuna. Í næstu bók síni »Sydslesvig i kampens tegn« sigur Gerhard Hansen um alt ið fórst fram áðrenn friðurin at enda var í hús.
Um hana er at siga, at hon lítið ella einki hevur við Stalin at gera. Bókin hjá Adam B.Ulam, The Man and His Era, Lane 1974, kom út, expanded edition, í 1989. Á síðu 14 í bókini lesa vit, at vanliga verður [...] verður upplýst, at Stalin er føddur í desember 1879?Veruleikin er, at hann varð føddur tann 6. desember 1878. Hvaðani rithøvundurin hevur fingið "veruleikan", fáa vit ikki at vita, men í tí donsku enclypodæiini [...] Berlin. Men vit fáa ikki at vita, at Zjùkov tók ímóti tí endaligu kapitulatiónini, tá Týskland gav seg yvir tann 8. mai 1945, at tað tá kom vátt í reiðrið millum hann og Stalin, og at hann gjørdist verjum
kortini varhugan av, at landstýriskvinnan veruliga er hugað fyri at verja náttúruna. Annika Olsen sigur, at tað er neyðugt at raðfesta grøn øki og umhvørvi, og tað sigur nakað um, at viljin er til staðar [...] staðfesta, at landsstýrið nærum einki ger fyri at halda ásetingarnar í áðurnevndu altjóða sáttmálum. Tískil vil eg at enda heita á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, um at tryggja, at ásetingarnar [...] bundið okkum til at verja ferðafugl. Í hesum døgum arbeiðir landsstýrið fyri at fáa Føroyar nevndar í enn einum altjóða sáttmála – hesin um útlát. Tískil er tað nú, at landsstýrið skal vísa, at altjóða sáttmálar
29. juli 1030, og longu har byrja halgisøgurnar at taka seg upp. Ein teirra er, at sólarmyrking legðist yvir landið, eftir at kongur var deyður. Rætt er, at sólarmyrking var í Noreg um tað mundið, men ikki [...] hendu fyrstu tíðina eftir deyða Ólavs Heilaga, vóru, at hár og neglir hansara hildu á at vaksa, og at blind og sjúk vórðu lekt, tá tey komu fram at kistu hansara. Og so seint sum í árinum 1066 kliptu tey [...] Men síðan varð kistan afturlatin. Og tað var rættiliga skjótt, at fólk fóru at gera pílagrímsferðir til Nidaros til tess at síggja hesi undur. Longu søguskrivarin Adam av Bremen, sum er deyður umleið