blivin kendur fyri at geva ein ordans uppsang til danir um teirra matvanar. Hann sigur, at danir eru lúðdovnir, tí teir tíma ikki at hvørki keypa ella gera mat við góðskurávørum so sum fiski, men vilja heldur [...] hansara tokka til føroyskan laks. – Eg haldi, at føroyski laksurin er sera góður. Føroyski laksurin er tann, sum kemur tættast at villlaksi í smakki, tó uttan at vera villlaksur, sigur Dan og samanber við [...] noyddur at halda meg til danska fiskin. Hann kemur skjótari inn til mín. Take-away heldur enn fisk Sum áður nevnt, hevur Dan Holmstad-Petersen ikki lagt fingrarnar ímillum, tá tað kemur til at siga sína meining
teir flestu av teimum, sum í fjør mannaðu nýggja Klaksvíkingin, hava gjørt av at halda frí frá kappróðrinum í ár. Onkur tekst við at byggja, onkur er farin at ferðast, og onkur annar vil ikki vera so bundin [...] altíð hava nógv mikið at taka av. Vit rokna við, at fleiri av teimum, sum hava róð, men sum ikki eru við í ár, fara at luttaka aftur næsta ár, og harvið fer so líðandi at bera til at økja um manningartalið [...] mong ár síðani, at tað varð farið undir at føra miðvísan politikk í kappróðrarfelagnum, um tað ber til at siga tað soleiðis. Málini eru millum annað at luttaka við fleiri manningum, at manningarnar skulu
Róaldur Jakobsen, sum annars plagar at skipa álopsspælið. Merkisvert var tað, at bæði Lukasz Cieslewicz og Kaimar Saag hóskvøldið vórðu skiftir út, tá ið tað galt um at mynda møguleikar í roynd at skora sigursmálið [...] KÍ, sum kortini megnaði at svara aftur og vinna 3-2. Hóast tapið heldur 07 Vestur venjarin, at avrikið hóskvøldið var gott. -Vit iðra okkum um, at góða avrikið ikki bar úrtøku við sær. Tølini siga, at [...] at álopsspælið riggaði, tí tað skal leitast aftur til einaferð síðsta summar at finna síðsta dømi um, at lið hevur megnað at skora tvey mál ímóti KÍ, og vit spældu okkum eisini til aðrar møguleikar. Tíverri
Føroya vita tey í dag at siga, at ein djúpvatnstrolari nýliga er byrjaður nýggjan túr, og ein annar loysir væntandi skjótt. - Trolarin, sum er til fiskiskap, fiskar svartkalva og tann, sum helst loysir ein [...] Føroya vænta tey, at trolbátarnir koma inn at landa miðskeiðis og síðst í næstu viku. Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er hampiligur, og helst koma bæði skipini inn at landa síðst í næstu [...] Í løtuni fiska fimm partrolarapør upsa, men fiskiskapurin er einki at reypa av. Tó hevur okkurt parið fingið onkur góð hál. Trý partrolarapør fiska gulllaks, men fiskiskapurin hjá gulllaksaskipunum hevur
koma innaftur at landa øðrumegin vikuskiftið Tey fyrstu línuskipini, sum fóru til Íslands at royna í vár, fingu væl av fiski og munandi meira, enn skipini tá fingu undir Føroyum. Onkur skip táttaðu í [...] frættist, at fiskiskapurin undir Íslandi er munandi lakari. Fleiri línuskip eru annars har yviri í løtuni. Niclas Davidsen, landingarformaður hjá Landingarmiðstøð Føroya á Toftum, veit at siga, at Mascot [...] hesar seinastu dagarnar, og væntandi er ikki, at nakað serligt verður at gera, fyrr enn tey fyrstu línuskipini koma innaftur. Í dag landar garnabáturin Drelnes, sum hevur eini 18.000-20.000 pund, og í gjár
fiskaarbeiði hevur verið í summar, og sum oftast hevur eydnast at keypa so mikið av ráfiski, at arbeiði hevur verið samanhangandi. Onkur vika hevur tó verið í slakara lagi. Síðsta hósdag landaðu partrolararnir [...] uppá seg, at fiskavirkir leggja stilt einar 2-3 vikur um summarið. Á virkjunum hjá Sandoy Seafood plaga tey ikki at leggja stilt, men í ár verður øðrvísi. Magnus Jespersen, stjóri, sigur, at øll framleiðsla [...] Sandoy Seafood eisini keypt nakað av snellufiski frá Morning Star, sum landaði á Toftum. Týsdagin visti Magnus Jespersen ikki at siga, um nøkur landing verður hesa vikuna.
reyða kortið móti B36. Tað ber við sær, at HB venjarin hvørki verður á vøllinum ella á beinkinum. Ásetingarnar siga, at leikbannaðir spælarar hava ikki loyvi at vera á beinkinum. Jóhannis Joensen varð [...] aftur og aftur víst, at tað kann roknast við honum sum stuðulsspælara á miðvøllinum. Trygvi Mortensen, NSÍ venjarin, hevur sagt, at tað vera ikki minst teir tríggir heimadystirnir, sum eru á skránni fyrstu [...] tað plagar at roynast hampuliga væl í Runavík, staðfestir HB liðformaðurin, Rúni Nolsøe. Hann verður millum áskoðararnar í Runavík, har fyrsta bríkslið verður klokkan 16 í dag. Merkisvert er tað, at finskur
krónur. Tað stóð í sáttmálanum, at bjóðaði onkur tær áleið 278 milliónir krónurnar fyri miðvallaran, so kundi Borussia Dortmund ikki siga nei Mario Götze er nú í tí støðu, at hann kann í eini møguligari Champions [...] hálvfinaluni í kvøld kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Mario Götze, sum spælir við arvafíggindanum Borussia Dortmund. 20 ára gamli Mario Götze verður mettur sum eitt tað størsta talentið í týskum [...] fótbólti. Millum annað megnaði hann at skora móti føroyska landsliðnum, tá Týsklandi vann 3-0 í Hannover í fjør. Hann hevur verið ein týðandi partur av Borussia Dortmund, sum hevur vunnið týska meistaraheitið
ferð tóktust hava fingið gummiarmar, sum tað plagar at vera tikið til, kundu kortini ugga seg við, at teir í kappingunum fyrr í summar høvdu verið so stinnir, at teir høvdu tryggjað sær FM ? fyri fyrstu [...] Bliki var lítil og eingin munur. Spógvin, sum legði bragdliga fyri og vann á Norðoyastevnu, var fremstur í aftaru røðini, um tað ber til at siga tað soleiðis. At tað gekk væl betri hjá Fípuni Føgru, enn [...] Teklu var tað besta í teimum sjey kappingunum í ár. At Fípan Fagra vann bronsu í FM kappingini, og at eisini Tekla stóð seg so væl á Ólavsøku kundi bent á, at framtíðin hjá Klaksvíkar Róðrarfelag ikki sær so
servera eisini kjøt. Men tey hava eina vegetar-matskrá, sum vit hava hoyrt um, og sum vit vilja royna. At byrja við fáa vit ein forrætt í trimum pørtum at deila – mandlur, oliven í olju og italienskar rískúlur [...] lekkurt; heitt og crispy. Tað er ringt at steðga at eta, og hetta er ein øgiliga stór portión, mugu vit siga. Síðani kemur næsta servering, og tað eru fýra smáir rættir at deila, millum annað eitt ølandsbreyð [...] Ringt er at finna nakað at seta fingurin á… Stólarnir vóru kanska ikki so góðir at sita so leingi í. Men tað er so tað. Annars var service, matur og stemningur í topp. So jú, ein vegetar-matskrá sum hendan