hevur tað helst serligan áhuga, at tey bæði norðurlendsku umboðini í EM-endaspælinum, Svøríki og Danmark, komu í sama bólk. Hinvegin munnu tað eisini vera mong, sum harmast um, at tað eftir øllum at døma [...] við, at tað verður sera striltið at fáa miðvøllin at rigga uttan Everton-leikaran. Hartil stendur tað mest sum greitt, at Jesper Grønkjær av persónligum ávum ikki verður við í kappingini, og so fer av álvara [...] frá Hristov og Petrov, so munnu tað ikki vera tey heilt nógvu nøvnini í hópinum, sum vekja ans hjá vanliga fótbóltsáskðarunum, og tað má helst metast sum ein sensatión, um liðið megnar at enda á øðrum
talar um, og sum ikki er gingið út enn, at tað ger seg til at ganga út. Lesur tú Dánielsbók, og setur teg inn í tað, sum hann profeterar, so kanst tú síggja, hvussu meinlíkt tað er tí, sum fer fram í dag [...] við orðum Jesusar: Himmal og jørð skulu forganga. Men nevndi, at vit koma ikki at uppliva tað. Tað kunnu vit siga út frá tí, sum skriftin lærir okkum. Tað er so nógv eftir at ganga út, av tí sum profetarnir [...] okkum trúgvandi at søkja Gud í álvara. Nú eru tveytúsund ár gingin, síðan Jesus áminti øll um at vakja. Er ikki størri grund hjá okkum at søkja Gud, og áminna børnini og tey ungu. Tað er nakað, sum tú
siga, at tað hevur ikki verið gott á útivølli – 0-3 ímóti HB og so 0-1 ímóti TB. Inntil í fjør hevði KÍ ongantíð megnað at fingið bilbukt við teimum ljósabláu í Sarpugerði. Fyrsta ferðin, at tað eydnaðist [...] tær seinastu ferðirnar. Í kvøld fer hann aftur at verja Víkinga málið. Fyrr í vikuni var ivasamt, um Kaj Leo í Bartalsstovu fór at verða førur fyri at spæla, eftir at hann ímóti FC Suðuroy varð borin [...] stig og Víkingur er sjey stig frá toppliðnum. Hesi bæði liðini hittast í Sarpugerði í kvøld. Søgan hjá Víkingi er stutt, og higartil hevur tað ongantíð eydnast teimum myrka bláu úr Klaksvík at vinna
hinvegin, at nú kanska onnur hugsa, at har gongur Føroya besti , hugleiðir Kim, sum annars tekur tað heilt róliga, hóast hann fegnast um planetina. Gott tiltak Kim heldur, at tað er gott, at fólk, sum [...] betri, so tað slepst undan steðgunum. Og so haldi eg eisini, at rúmið til tónleikarar og onnur, ið eru við, skal ikki vera niðriundir, meðan tiltakið er uppiá, og tað er kanska heldur ikki rætt at hava almennan [...] eina viðurkenning. Tað er eisini gott, at ein verður vigaður, heldur Kim. Tað eru altíð byrjanartrupulleikar, tá slík tiltøk skulu stáplast á beinini. Planet Galla eigur at endurtakast og skal tilrættisleggjast
teirra søgu. Tað bleiv teirra lagna, at teir, sum heilt ungir, fingu sjúkuna demens tætt at sær. Alzheimerfelagið vísir á, at Unn Justinusen, demenssamskipari, kemur fyrst á pallin og fer at siga frá um [...] Filmurin er sera gott amboð hjá teimum, sum arbeiða við minnisveikum fólki. Filmurin kann vera hent amboð og hjálp hjá avvarðandi til at vera um ein minnisveik. Alzheimerfelagið sigur, at Hans Jacob Hermansen [...] Hera Jákupson og Jonhardi Larsen, ið greiða frá teirra søgu, tá mammurnar fingu demenssjúku á ungum árum. Lagt verður aftrat, at fyri Alzheimerfelagið er tað eitt stórt framstig at fáa "menn" at tosa um teirra
gjørligt at seta teg inn í galdandi lóggávu áðrenn tú fer undir at umvæla. Tað er ábyrgdin hjá tí sum byggir at syrgja fyri at yvirhalda allar ásetingar. Nýggjasta Bygningskunngerðin frá 2017 og onnur viðkomandi [...] Føroyska veðurlagi er vátt, vindmikið og nógv salt er í luftini, og alt uttandura tilfar eigur at tola oyggjaveðurlagið. Tað er dýrari her og nú, men tað loysir seg í longdini at keypa haldført tilfar. [...] Nógvir pengar kunnu sparast og virðið á húsinum hækkast um tú velur at orkuumvæla tíni hús. Áðrenn fari verður í hált við at umvæla er gott at vera fyrireikaður. Her er nøkur góð ráð til tín sum vil umvæla
ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott. Og tá ið Havnin hevur tað gott, hava barnafamiljurnar tað gott. Men 15.000 stórir lastbilar beint framvið stovnum og sethúsum í Havn skapa ongan [...] S. Reistrup Vit eru ein siglandi tjóð, og tí eigur tað at liggja ljóst fyri at sigla grótið úr Sandoyartunlinum til Eysturoynna. Koyrast gjøgnum Havnina skal tað ikki. Ímyndið tykkum 500.000 tons av gróti [...] Vegirnir í Havn skulu ikki brúkast sum millumlið. Tað finnast fleiri skilabetri loysnir. Eg fari at seta meg niður við øllum pørtum og finna eina aðra loysn. Tað ber væl til. Høgni S. Reistrup Býráðsvalevni
kemur úr Norra, har tað áður bar navnið Kvannøy. Kostnaðurin fyri skipið er 150 milliónir krónur. - Sum tíðirnar og fiskaríið hava verið er hetta eitt skilagott keyp, men tó vil framtíðin og fiskaríið sjálvandi [...] Christiani í Grótinum leggur dent á, at tey vilja brúka allar sínar kvotur til at framleiða rávøruna til matna. Nýggja skipið kann framleiða 150 tons um samdøgrið og lastar 800 tons av frystum. Verandi [...] Verandi manning á Christian í Grótinum fer umborð á nýggja skipið. Við skipinum vera um 20 mans. Skipari á Christiani í Grótinum verður Bogi Rasmussen. Ein, sum longu hevur biðið pápabeiggjan um kjans, er 17
aftur at venja, men hann verður ikki við í morgin. Tað kann ikki útilokast, at onkrar broytingar og justeringar fara at verða gjørdar á KÍ liðnum, men hvørjar tær møguliga fara at verða, bar tað ikki til [...] hekk einki serligt saman. Nú fær KÍ tveir møguleikar at rætta upp á tingini. Skírisdag fer VB/Sumba at vitja í Klaksvík, og 2. páskadag fara uppflytararnir í B71 norður um Leirvíksfjørð. Í fjør vóru hagtølini [...] heimavølli. Semja er í Klaksvík um, at um vón skal verða fyri líkinda plasering í ár, so er alneyðugt at fáa størri úrtøku á heimavølli, og so er serliga neyðugt at vinna heimadystirnar ímóti teimum liðunum
persónin, nær tað regnaði seinast, og tey flestu vera tær svar skyldug. Meðan vit øll hava notið frálíka veðrið seinastu dagarnar, so er tað treyðugt ikki so gott, at tað ikki er ringt fyri okkurt. Og teir, sum [...] So má tó vera, tá vit hvørki hava regn ella vind, og á SEV hava tey eisini lagt til merkis, at standurin í vatngoymslunum byrjar at nærkast pínumarkinum. - Tað er júst til slík tíðarskeið, at vit hava [...] deildarstjóri og rakstrarleiðari á SEV. Hann ásannar, at hetta verður ein dýrur mánaður fyri SEV, tí sjálvandi er tungoljan dýrari enn vatn og vindur. Hann væntar tó, at framleiðslan fer at javna seg út