helt, at tað var ikki sørt, at summir av onglendingunum, sum høvdu verið her í hálvt annað ár til hetta endamál, hildu seg hava verið til onga nyttu, nú allar hesar ætlanir vóru broyttar. Hetta húsið er [...] eyðkennum sum sjónleikarhúsi, Lake Side Theatre í Vatnsoyrum, og einum sjúkrahúsi í Sandavági. Eisini var vinstrakoyring í Vágum eins og í Bretlandi. Ikki minst gjørdist kappingin stór um genturnar, og [...] 50-ára hátíðarhaldið fyri hersetingina í 1990. Ein av forsprákurunum tá var Johanna Hansen, sum doyði so brádliga í fjør. Tað varð eisini gjørt eitt savn í gróthúsinum í Dr. Jacobsensgøtu, har nógv áhugavert
sambandið. Skulu vit hava eykalutir ella vørur, so má alt bíða til mánadagin komandi, til Norrøna, Lómur og onnur skip eru komin. Fruktin í Miklagarði má bíða. Havtaskan, sum verður landað í Klaksvík mánakvøld [...] liggur í kortunum. Flogvøllurin í Vágum fer ongantíð at nøkta framtiðar tørvin, um hann so verður 1800 ella 2000 metrar. Tað er og verður neyðugt at hava ein alternativan flogvøll, so tú kanst lenda í ymiskum [...] at vit hava eitt samfelag, sum hevur alt ov vánaligt samband við útheimin loftvegis. -Vørur og fólk skulu flytast nógv skjótari í dag. Um vit skulu hava eina vetrarferðavinnu, so skulu vit hava ein góðan
byggiætlaninar í Saltangará fara at bíða, til komið er undir land á Toftum um eini tvey ár ella so. Tað er eitt ov stórt tak hjá brøðrasamkomuni at hava tvær slíkar byggingar í gongd í senn og við tað [...] hevur sína søgu. - Hetta er gamla Ebenezer, sum miðskeiðis í sekstiárunum varð tikið niður í Havn og sett uppaftur í sama stíli her í Saltangará. Oddur heldur, at bygningurin soleiðis er eini 100 ára [...] tað, at vit bíða eitt sindur í Saltangará, kunnu vit stuðla uppundir byggingina á Toftum, sigur Oddur Lamhauge. Nógv virksemi Í Berøa í Saltangará eru annars nógv ymisk tiltøk gjøgnum vikuna. Fríggjakvøld
heppin at hava góð og jalig fólk rundanum seg - í familjuni, vinaskaranum, arbeiðslívinum og í fótbóltinum. Og hvat var tað keðiligasta? - Tað ringasta, sum er hent í 2024, er, at vit framhaldandi hava so nógvan [...] halda nýggjár? - Vit halda nýggjár heima í Hoyvík. Lítlasystir við familju koma heim til okkum, og her fara vit at eta sushi og annað gott. Eigarafelagið her í Hoyvík skipar fyri faklagongu og báli, so [...] Hvat var tað besta, sum hendi í 2024? - Tað er ikki nakað bestemt ella spesifikt, ið eg haldi vera best, sum er hent í 2024. Tað besta við 2024 er, at vit sum familja hava tað gott - eru frísk, glað og
sum teir søgdu í tíðindunum. Men tíverri hava teir ikki hildið tað verða neyðugt at rætta seg sjálvan. Ikki faklig men politisk niðurstøða Annars kemur formaðurin í búskaparnevndini í sama skjali við [...] búskaparnevndin, ?at føroysku myndugleikarnir høvdu og framvegis hava ræði á sterkum búskaparpolitiskum amboðum?, men at teir hava ikki evnað at brúkt hesi amboðini nóg væl, m.a. av alstórum koordinatión [...] reformum, tvs. innlendskum reformum. Onki verður sagt um, hvat hetta skal verða. Men tað er í hvussu er nakað heilt annað enn at rógva uppundir, at stjórnarskipanarligar ella ríkisrættarligar broytingar, sum
Eftir umleið eitt hálvt ár heima skal Liljan Weihe í næstum møta til arbeiðis í Kringvarpinum. Hóast stríðið í Kringvarpinum við hesum ikki er av, so er hetta ein avleiðing av, at Mentamálaráðið ikki metir [...] starv, sum Johnny í Grótinum sigur innihalda fleiri av somu uppgávunum sum tíðindaleiðarastarvi og sostatt eisini somu løn, men sum Liljan Weihe og sakførari hennara siga er lægri í tign enn ein vanligur [...] vanligur journalistur og harvið væl lægri í tign enn eitt tíðindaleiðarastarv. Og sostatt hava Liljan Weihe og sakførari hennara kært um hetta triðja ætlanarskrivið, og víst Mentamálaráðnum á, at tað ikki kann
vorðin venjari í Sørvági, og ein annar útlendskur leikari er við á SÍ-liðnum. Og í landskappingini leggja teir hart út, tí í dag koma føroyameistararnir úr ÍF vestur at vitja. ÍF telist aftur í ár millum fa [...] Suðuroyggin veruliga fer at gera seg galdandi í vetur. Og TB-kvinnurnar fáa beinanvegin møguleika fyri at vísa, hvat tær ætla í ár, tí tær byrja kappingina í dag á útivølli móti Mjølni. Ein hørð byrjan, [...] verður mikukvøldið. Men fyrst og fremst hava leikararnir eyguni vend móti uppgávunum, sum standa fyri framman í dag og í morgin. Føroyameistarar til Sørvágs Í kappingini hjá monnunum hevur nógv verið
vit kunnu ikki loyva ikkum at sita hendur í favn og bíða eftir teirri endaligu loysnini, sigur Bergun Kass. Hon sigur, at talan er um at hava eini 25 – 30 pláss í einum slíkum húsi. Talan skal fyrst og fremst [...] at miðað verður at hava eina loysn á hesum málinum um eitt ár, og á fíggjarætlanini fyri næsta ár ætlar býráðið at seta fýra milliónir av til raksturin av einum slíkum bráðfeingishúsi í seinasta ársfjórðingi [...] sigur Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini hjá Tórshavnar Býráði. Ein partur av loysnini umrøddu vit í gjár, har samráðingar eru um at leiga nøkur røktarheimspláss á Mørkini í Streymnesi. Les eisini: Havnarfólk
trívist væl í, men eg sakni eisini at arbeiða við fótbólti í tí dagliga. Nú fáa vit so at síggja hvat hendir í summar, tá sáttmálin við U21-landsliðið gongur út, sigur Sámal Erik Hentze, sum í fjør seldi [...] U21-landsliðnum og einum felagi. Á Argjum hava tey arbeitt leingi við at fáa loyvi frá Fótbóltssambandinum, til at seta Sámal Erik Hentze sum venjara. Hann hevur eitt hálvt ár eftir at sáttmálanum við U21-landsliðnum [...] dagliga fótbóltslívinum í eina tíð. Nú kenni eg meg kláran til at átaka mær eina uppgáva og eg havi verið venjari hjá AB fyrr. Hetta er er eitt felag, sum eg kenni væl og tey hava víst mær stóran áhuga,
Fótbóltur Eftir at hava verið í útlegd í hálvt-fimta ár, verður Allan Mørkøre aftur at síggja á KÍ-liðnum, tá farið verður undir aftur fótbóltskappingina. Leygarkvøldið skrivaðu partarnir undir sáttmála [...] til. Síðani hann miðskeiðis í 1997 fór úr KÍ, hevur Allan fyri tað mesta verið í HB, men hesin sáttmálin verður so ikki longdur. Um orsøkina til hetta, sigur Allan, at teir í HB vóru ov seinir á sjóvarfallinum [...] lagaðu seg soleiðis. So fótbóltsfepurin í Klaksvík er helst farin nøkur stig upp hendan mánaðin, nú áskoðararnir aftur hava fingið tveir av sterkastu leikarunum í felagnum aftur.