Allan vendir heim

Allan Mørkøre verður nú aftur at síggja á KÍ-liðnum

Fótbóltur


Eftir at hava verið í útlegd í hálvt-fimta ár, verður Allan Mørkøre aftur at síggja á KÍ-liðnum, tá farið verður undir aftur fótbóltskappingina.

Leygarkvøldið skrivaðu partarnir undir sáttmála, sum bindur sterka miðvallarnar at barndómsfelagnum komandi árið, og Allan dylur ikki fyri, at tað er við stórum spenningi, at hann nú aftur fer til barndómsfelagið.


Spennandi við Kurt

Ikki minst er tað tann sannroynd, at stóribeiggin, Kurt, stendur við stýrisvølin, sum ger, at hugrin at koma til Klaksvíkar er góður.

- Jú sjálvandi hevur tað nógv at siga. Kurt og hava tosað nógv saman um hetta, og eg veit, at eg stóð ovastur á ynskislistanum hjá honum, sigur Allan um avgerðina.

Sum skilst, so vóru tað fleiri feløg, sum høvdu verið í samband við Allan, men nú alt er avgjørt, heldur hann, at avgerðin ikki var so torfør kortini.

- Eg hugsaði sjálvandi nógv um hetta, men tá alt kom til stykkis, so var tað ikki so torført kortini. Sum eg segði, so hevur hetta við Kurt sjálvandi nógv at siga, men eg haldi eisini, at KÍ hevur eitt spennandi lið. Kanska manglar eitt sindur av rutinu, men tað kann eg so vera við til at geva liðnum, og tað gleði eg meg sum sagt til.

Síðani hann miðskeiðis í 1997 fór úr KÍ, hevur Allan fyri tað mesta verið í HB, men hesin sáttmálin verður so ikki longdur.

Um orsøkina til hetta, sigur Allan, at teir í HB vóru ov seinir á sjóvarfallinum, tí sum sagt, so var eitt skifti til KÍ meira lokkandi, nú umstøðurnar lagaðu seg soleiðis.

So fótbóltsfepurin í Klaksvík er helst farin nøkur stig upp hendan mánaðin, nú áskoðararnir aftur hava fingið tveir av sterkastu leikarunum í felagnum aftur.