itikari. Hann var miðvísur og lærdi skjótt, og skjótt sást eisini, at hann hevði hegni og viljan at seta út í kortið og taka avgerðir. Tá hetta fyrsta skeiðið var runnið, og veljarar í Eiðis kommunu aftur [...] tekur til, og her hava borgarar bestu umstøður. - Vit hava góðan barnagarð, skúla við mentanarhøll, tónleika-og musikkskúlahøli og ítróttarhøll, eldrasambýli, og vit hava bæði fótbóltsvøll og ítróttarhús [...] kunnu gleðast um. Her hava mong tiltøk verið, og tað er eingin ivi um, at Kolshøll hevur givið kommununi og fólkinum, sum her býr - og øðrum við - nýggjar og betri karmar til mentanarlig tiltøk, sigur hann
vóru 572 vøru- og last-vognar, 563 mortorsúkklur, 521 persónbilar, 337 hýruvognar, 54 buss-ar, 3 sjúkra-vogn-ar og 2 brandvognar. Sum sæst so er størsti bólkurin vøru- og last-vogn-ar, og 1965 er fyrsta [...] Herluf og vin-maðurin Gunnar Dølum fóru í holt við at restaurera bilin. Stórt arbeiði varð lagt í at gera bilin so væl sum gjørligt. Bilurin var so gott sum sundurtikin, og væl var pussað, reins-að og sveisað [...] bleiv lakkeraður. Bilurin stóð lið-ug-ur og nýlakkeraður í januar 1992. Tá var hann settur í stand bæði innan og uttan. Jón Herluf er útbúgvin bilmekanikari og hevur altíð havt stóran áhuga fyri bilum
Higartil havi eg kunnað tænt Buddhadharma (Buddalæru, red.) og verunum í Tibet rættiliga væl. - Og eg vóni framvegis at liva í yvir 130 ár, segði hann og fekk lógvabrestir frá viðhaldsfólki sínum. Dalai Lama [...] segði Dalai Lama. Fyrr í vikuni váttaði Dalai Lama, at ein eftirmaður verður funnin, og at stovnurin heldur fram eftir deyða hansara. Síðani varð sagt frá kinesiskari síðu, at Kina krevur, at eftirmaðurin [...] Lama einans fer at liggja hjá felagsskapinum Gaden Phodrang, sum liggur í India. Indiskir ráðharrar og sendiharrar úr USA verða við til føðingardagshaldið í morgin. Somuleiðis verða túsundtals av fylgjarunum
Seinastu tíðina hevur tað eydnast londum sum Bretlandi og Vietnam at gera handilsavtalur við USA. Avtalan millum Vietnam og USA varð løgd fram mikudagin. Trump segði seinni, at hann væntar, at USA fer [...] amerikanskan toll. Tað segði forsetin sambært Reuters og AFP fríggjakvøldið lokala tíð umborð á Air Force One. – Eg havi skrivað undir nøkur brøv, og tey verða send mánadagin - helst 12, sigur Trump sambært [...] Tað verður kunngjørt mánadagin, stendur í fráboðanini. Hósdagin hevði forsetin sagt, at millum 10 og 12 lond fóru at fáa bræv fríggjadagin viðvíkjandi tolli. Tað er ikki greitt, um talan er um somu brøv
við at skriva og menna films- og leikrit. Hesi seinastu árini hevur hann nomið sær útbúgving í sálarfrøði og samskifti, og er um at vera liðugur við yvirbygning í sosialsálarfrøði og læring. Nýggi [...] serligan dent á sambondini millum menniskja og samfelag, og hvussu mennandi og samansjóðandi tilgongdir verða skaptar í sosialum umhvørvum. Hann ynskir at halda fram við nógvum av tí dygdararbeiði, sum [...] er føddur í 1990 og verður sostatt 35 ára gamal, tá hann tekur við sessinum 1. september. Hann hevur breiðar royndir á føroyska mentanarpallinum, serliga innan films- og leiklist og hevur eisini fingist
byrjaði longu týsdagin og heldur fram til og við í morgin, sunnudagin. Tónleikafestivalarnir, sum verða hildnir kring landið í summarmánaðunum, savna nógv fólk – helst fleiri enn gomlu og hugnaligu bygdastevnurnar [...] í Fløtugerði og oman á mentanartorgið, og hálvan tíma seinni fer Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, alment at seta varmakeldu. Leygardagurin verður eisini dagurin hjá børnum í Fuglafirði, og her verður lagt [...] klokkan 13, og her verður nógv ymiskt hjá børnum at royna. Klokkan 13 í morgin verður eisini skipað fyri eini rennikapping, sum fimleikarfelagið Flog skipar fyri, og henda kapping er bæði fyri børn og vaksin
KÍ fremst í ovara bólkinum við 36 stigum og málmuninum +12, meðan NSÍ er nummar 2, somuleiðis við 36 stigum, og málmuninum +6. HB er nummar 3 við 31 stigum, og Víkingur er á fjórða plássi við 28 stigum [...] sum hevur 7 stig, og síðani kemur FC Hoyvík við trimum stigum. Landskappingin endar við upp- og niðurflytingardysti millum nummar 8 í Betrideildini (nummar 4 í niðara bólkinum), og fremsta liðið í 1. [...] tríggjar dagar seinni, mikudagin 6. august. Landskappingin endar við upp- og niðurflytingardysti millum nummar 8 í Betrideildini, og fremsta liðið í 1. deild, sum ikki longu er umboðað í Betrideildini hjá
Gundadali. Intensiteturin var stórur, og tað var ofta ferðmikið og í øðrum løtum skipað og tolið samanspæl. KÍ var størsta partin av fyrra hálvleiki meiri á bóltinum, og tað vóru nógvar støður í heimabrotsteiginum [...] minutti. Eftir horna úr høgru frá Árna Frederiksberg og út frá aftur, legði Árni bóltin fyri føturnar á nýggja vongverjanum í vinstru, og mitt fyri og av brotsteigarmarkinum setti Daniel hegnisliga bóltin [...] spældur leysur innanfyri verjuna, og tá leyp Bárður á Reynatrøð úr málinum og bjargaði væl. Síðsta stóra korterið undan steðginum fekk Víkingur betri tak á spælinum, og tá var Jørgen Nielsen eftir gott
Grønnegårdsteatret í Keypmannanhavn. Og hann verður róstur til skýggja í donskum miðlum. Kulturperlen gevur 5 stjørnur og rósandi orð. Berlingske Tidende hevur olaf á forsíðuni og rós andi orð. Sagt verður m.a: [...] spidsen for en perfekt stjernebesætning i dette års sommerlette forestilling på Grønnegårds Teatret. Og hvilken forestilling – den er i bogstaveligste forstand skideskæg....Har man ikke den skuespiller, [...] tåbelige Argan, man kan forestille sig – uden at tabe meningen af hænde. " Leikurin verður spældur fram til tann 24. august 2025.
Midjord av ongum og varð tikin á bóli. Elsa Berg, borgarstjóri, var eisini og heilsaði upp á Óla og segði millum annað: “Býlingshúsið á Norðasta Horni varð stovnað fyri 37 árum síðan, og so kunnu vit skjótt [...] hesum húsinum, og fyri sovítt í øllum hesum býarpartinum, liggur so sanniliga ikki eftir.” “Tá eg bleiv boðin at koma og siga nøkur orð, fekk eg at vita, at tú ikki visti av nøkrum, og at tað endiliga [...] gera so nógv burtur úr og taka teg á bóli ein dag sum í dag, haldi eg sigur nógv um, at tú er avhildin sum leiðari, og tað vísir eisini, hvussu nógv tú hevur lagt í at skapa menning og trivnað í kommununi