og var ikki við. Politisku umboðini fingu fyrst fimm minuttir hvør at leggja fram síni sjónarmið, og rukku tey sum vera man frá loysingini hjá Tjóðveldisflokkinum til trúgva sambandið hjá Sambandsflokkinum [...] av Rana vísti á, at tað er neyðugt, at øll viðurskifti verða kannað til botns, áðrenn nakað verður gjørt. ? Tað var eisini orsøkin til, at vit í Miðflokkinum tóku undir við Javnaðarflokkinum um setan av [...] Tað skal ikki á hesum stað verða tikin støða til, um føroyingar hava serligan hug fyri fundum, sum Tjóðveldisflokkurin skipar fyri, ella um fólk aftur hava fingið áhuga fyri politiskum fundum. Í øllum
bað um orðið, at løgtings- og landsstýrismenn ikki fingu orðið, tí flokkarnir høvdu síni umboð í panelinum. Ein skilagóð avgerð. At so nógv fólk møtti til fundin bendir kanska á, at vit fram móti komandi [...] viðkomandi spurningar, og hann lat teir ikki sleppa at vrøvla ov mikið, sum politikarar annars hava lyndi til. Eisini tað at hann noktaði tingmonnum, sum møttir vóru í salinum at fáa orðið, forðaði fyri, at orðaskifti
eitt málspark heilt fram í málteigin hjá OB. Bólturin varð spældur aftur til Ole Puggaard og hann gjørdi ikki mætari enn at smekka til. Bólturin rakti ein OB'ara á vegnum og so var 3-3. OB setti seg alt fyri [...] var einsamallur við Jákupi, men báðu ferðinar var Jákup við yvirlutan. Støðan við hálvleik var 2-0 til OB. Beint eftir hálvleik minkaði Danny Jung um munin fyri Herfølge og í 58. minutti javnaði Lars Hermansen [...] Herfølge bardi seg hereftir inn í dystin, og tað má hóast alt sigast at verða uppiborið, at teir fingu eitt stig við sær heim úr Odense. Herfølge hevur nú 15 stig á 9. plássi; eitt meiri enn Aarhus Fremad
Um vikuskiftið varð lagt til brots í liðkappingini í talvi, og spælt varð í øllum deildum, úr 1. deild og niður í dreingjadeildina. Í 1. deild kom Kollafjørður best frá byrjan. Við altjóða meistaranum [...] heima í felagnum í Klaksvík. Og innanhýsisdysturin millum Klaksvík 1 og Klaksvík 2endaði við sigri til meistararnar, meðan uppflytararnir vístu, at teir kunnu fara at arga hini liðini í deildini. Tveir [...] Rasmussen vann ímóti Petur Hans Poulsen. Dysturin millum Havnina og Vestmanna endaði við tryggum sigri til havnamenninar. Einasti »vestmenningurin«, sum fekk stig burtur úr dystinum, var altjóða meistarin John
frágreiðingin mælir til, fara nógv at hava trupulleikar við at gjalda húsini, umframt at onnur noyðast at flyta, sigur landsstýrismaðurin, sum sigur seg ikki verða so fegnan um rentustuðulin til sethúsabygging [...] aðurin. 470 mió. krónur standa á fíggjarlógini næsta ár, til at umfíggja ella gjalda skuld við, men tað er ikki viðmerkt, um peningurin er til at gjalda út ella umfíggja lán við. - Vit skulu hava í huga [...] Kallsberg ásannar, at hægri er til loftið í føroyska búskapinum í dag,og at hetta vita danir væl, men um vit hildu fram at tátta í, so var fólkaflytingin bert økt enn meira, og vit fingu minni inntøkur í Landskassan
(7-15) Tá StÍF eftir 10 minuttir fór frá 4-4 og upp á 8-4, var eingin vegur aftur. Kollfirðingar fingu ongantíð aftur fatur á strandingunum, sum bara øktu um leiðsluna, sum dysturin leið. Mikukvøldið var [...] fylgjandi StÍF-mál, og so var støðan 8-4. Og restina av hálvleikinum økti StÍF um støðuna, so hon var 15-7 til teir í hálvleikinum. StÍF tekur seg fram Tað kom eingin vend í í seinna hálvleiki, og beinanvegin eftir
seg fyri um bøkur, og teir hava eisini vent sær til bridgekønar menn í Danmark og Noregi og biðið um vegleiðing í at leggja kappingar til rættis og til at upplæra óroyndar spælarar. Reimar Isaksen, sum [...] seint at fara til nakran av teimum átta monnunum, sum 13. november 1937 settu hvørjum øðrum stevnu fyri at stovna bridgefelag. Eingin teirra er longur á lívi. Men gerðabøkurnar og brøv eru til, og tað eru [...] r skulu hava atgongd til bidgefelagið. Í áravís í Klubbanum Men hvussu var og ikki. Havnar Bridgefelag leigaði í áravís eitt kvøld um vikuna spælihøli frá Havnar Klubba, líka til Havnar Bridgefelag saman
eg hevi Doktar Magnussen til makkara. Tað gekk so væl hjá okkum, og móti endanum segði hann, at nú hevði hann um velið á gásuni. Men løtu seinni misti hann taki, og vit fingu dunnuna. - Ein lækni gav mær [...] Børge Egholm. Vit gingu har í trý ár, og so var tað í 1973, at vit vildu í eitt felag at spæla, og til endans sluppu inn í Havnar Bridgefelag, sigur Jansy. Áðrenn hon fór í bridgeskúla, var Jansy von við
sjónleik á jólum, nýttu tey høvi til at byrja venjingina. Tey avgjørdu at spæla ein sangleik, av tí, at tað eru fleiri góðar røddir í flokkunum. Tey fingu eisini málað bakgrund til leikin. 7. og 8. flokkur høvdu [...] millum annað fram til, at havnarfólk halda, at fleiri ting mangla í Havn. Til dømis diskotek fyri tey, ið eru undir 18 ár, spælipláss, skoytibani, bowlinghøll, oftari Tivoli og heimahjálp til tey eldru. Øll [...] indiánar. Tey gjørdu til dømis ymisk indiánsk amboð. Hendan evnisvikan var tann fyrsta av í minsta lagi tveimum í ár. Hon var sum heild væleydnað, og Venjingarskúlin sær fram til tað næstu.
vunnu í fjør silvurkrónurnar, og undan kappingini í ár vórðu teir útróptir til at verða harðasti kappingarneytin hjá VÍF til gullið í ár. Og sunnudagin vístu teir eisini at teir eru tað, tí teir kláraðu [...] minuttir vóru eftir at spæla stóð á jøvnum 26-26, og seinastu minuttirnar vóru tað gestirnir, sum fingu meiri burtur úr. H71 togaði seg við sigrinum uppá javnt við VÍF í oddinum. StÍF er nummar 3, Kyndil