hann bæði hevði skjóttleika, eitt hart skot, góðan teknikk, var krútsterkur likamliga, og hevði eitt gott sinnalag. Eldri bretar meina seg ikki at hava sæð nakran leikara, sum hevur havt allar hasar dygdirnar [...] ongantíð verður svaraður. Vanlukkan fyllir nógv Ein kemur ikki uttan um, at flogvanlukkan hin 6. februar i München fyllir nógv í søguni hjá Manchester United. Og sjálvandi kann søgan ikki undganga at røra h
Urbanus ger programmeringarnar. Onkuntíð báðir, onkuntíð ein. Tað er pláss til báðar, sum er ógvuliga gott, tí teir eru ymiskir. Hendan samansetingin av mótpólum skapar eitt egið ljóð, ein samleika, ið sker [...] brúkt súmbolskt, soleiðis at fólk, ið ikki eru trúgvandi, eisini kunnu relatera til tað. Td í reglunum »I must be ready to see the sky fall down« og »Don't fear the lions« liggur nógv meira goymt enn bara ein
At skilnaðarløtan rakar hvønn einstakan er pápa greitt, og er tað tí at ynskja, at eitt langt og gott lív í baksýni verður hansara styrki í tíðini sum kemur. Hóast barnaheimið við Sjógv í Kollafirði hevur [...] var so fjálgt og friðsælt, har tað reyk av bakstri og har stokkaglintini fortaldu, at mamma aftur var i holt við okkurt plaggið til onkran av sínum. Afturlatin er grind, nú mamma fór heim í ævinleikan, har
byrjar, tvs. byrja verður at »reka« longu áðrenn 3. september, tá møguligir stillarar skulu hava sagt gott fyri sínum kandidati. Teoretiskt ber eisini til at rokna út, at tilsamans hava eini 8 prestar í føroysku [...] stýrir allari valtilgongdini, og uppteljingin skal sambært lógini fara fram, um hetta er gjørligt, »i fuld offentlighed«. Bispur fær nógv umsitingarligt arbeiði Begur Berg sigur, at frá politiskari síðu
Cole skiftur inn á enska liðið. Hann var longu tá bundin av sáttmála við West Ham United, har hann i fjør var týdningarmikil spælari. Føroyingar hoyrdu í Finnlandi, at Manchester United hevði boðið West [...] Gongurtúrur, har roknast skal við at seta dagin av. Meðal strævin túrur. Gingið verður um fjøll. Gott er at vera væl ílatin um beinini. Eini tvey hjartasuff eru: Eggin í Gásadalsbrekkuni eigur at verða
vikur, so kunnu vit gera okkurt. Um tey so kanska eru burtur dagin eftir, so hava tey fingið eitt gott upplivilsi og vit vóna sjálvsagt at fáa so nógvan pening inn, sum gjørligt. Vit ætla sjálvi at lata [...] Angela. ? Onkur hevur spurt Angelu, hví júst Manilla?, Hjálpir hetta nakað, er tað ikki bert ein dropi i havinum?, sigur Ólavur. ? Men alt hjálpir, alt ger mun. Fyri tey, sum hitta okkum, hevur tað nógv at
Terji Nielsen Jens Kr. Vang Gott og væl 3.000 fólk vóru samlaði á ovara vølli í Gundadali seint ólavsøkuaftan, tá ið 10 av heimsins sterkastu monnum kappaðust í helst størstu altjóða kapping, sum hevur [...] var bert eftir at handa skreytlutir og blómutyssi til allar luttakararnar. Hesum tók borgarstjórin i Havn, Leivur Hansen, sær av. Allir luttakararnir fingu hvør sína skál, sum Guðrið Poulsen hevði tilevnað
FA í verkamannagrunnin, sum er ein trygging. Ingeborg Vinther sigur at tey, sum hava notið mest gott úr verkamannagrunninum er nettupp limir í heimahjálparafelangum. Limirnir í FA vóru enntá so vælviljaðir [...] lønarbólkar í heilsuverkinum, báði gongsgentur køksfólk o.s.fr. Og at heimahjálpirnar eru noyddar i verkfall og at leggja arbeiði niður, hvørja ferð, vit gera tað, er beinleiðis ósatt. Og seinasta
Ein góð løta við skiftandi veðri, men seinnapartin verður hann mera vestligur, sum plagar at vera gott her norðuri. ##med4## Her niðanfyri verður røðan hjá borgarstjórin, Karl H. Johansen endurgivin : [...] var ongin skilnaður millum arbeiði og frítíð. Við Havgásini, sum Antonius Olsen átti, var Palli bæ∂i útróðrarformaður, keypti útgerð og avroknaði túrarnar. Tá ikki kundi farast til útróðrar, heintaði hann
dag siga nógvir av teimum yngru rithøvundunum, til dømis Johan Harstad og Jan Kjærstad, at tað kann gott vera, at ongar stórar søgur eru eftir, men tað eru nógvar lítlar og áhugaverdar søgur at taka upp [...] gamlar sannleikar og absolutt virði í tíni herferð móti postmodernismuni? - Størsta misskiljingin i okkara mentan er, at um tú ert relativur, so ert tú tolerantur. Eg eri tolerantur, men eg eri sera