Fótbóltur
Komandi sunnudag, hin 10. februar kl. 13.30 føroyska tíð fer Manchester United á vøllin á Old Trafford at spæla ímóti Manchester City. United fer at spæla í búnum, sum eru álíkir teimum, felagið hevði fyri 50 árum síðani. Talan verður um ein kenslusaman dyst, har United-leikarar og viðhaldsfólk kring allan heimin fara at minnast 50 ára dagin fyri flogvannlukkuna í München. Eisini í Føroyum fara United-viðhaldsfólk at hyggja eftir dystinum saman. Hetta verður í Rex í Havn.
Dystur í Beograd
Manchester United var á veg heim úr Beograd í gamla Jugoslavia. Har høvdu teir leikt fjórðingsfinalu ímóti Reyðu Stjørnu í Evropa Cup-kappingini fyri meistaralið. Og væl hilnaðist. United fekk 3-3, og komu víðari samanlagt við 5-4, eftir ein 2-1 sigur á Old Trafford. Aftaná dystin fóru United-leikarnir og venjarnir til eina móttøku í Beograd. Matt Busby tók sær av løttum saman við nøkrum vinum og tíðindafólkum. Summir av leikarunum fóru til bretsku sendistovuna saman við flogternunum og flogskiparunum. Aðrir leikarar sótu og spældu poker inntil út á náttina. Men allir vóru tøkir, tá farast skuldi avstað úr Beograd morgunin eftir. Líka frá tí teir fóru avstað, byrjaði tað at ganga galið. Teir vóru seinkaðir í fráferðini, tí Johnny Berry ikki fann passið hjá sær. Men tá tað loksins bleiv funnið í viðførinum, var klárt hjá øllum at fara umborð í flogfarið.
Ringt sýnið
Tað var ringt sýnið hendan dagin. Men fyrsti flogskiparin, James Thain og annar flogskiparin Kenneth Rayment avráddu, at flúgvast skuldi. Flogfarið var av slagnum »Elizabethan Class G-ALZU AS 57, Lord Burghley«. Á veg heim til Onglands skuldu teir bunkra í München. Tá teir lendu í München kavaði longu illa. Tað gekk skjótt at bunkra, minni enn 20 minuttir. Rayment fekk loyvi at flúgva avstað kl. 14.31, men hann avlýsti hesa royndina, tí honum dámdi ikki tað ójavna ljóðið í flogfarinum. Hann royndi aftur kl. 14.34, men sami trupuleikin var aftur galdandi. Flogskiparnir avráddu, at koyra flogfarið aftur til terminalin til nærri kanningar. Leikarnir og hini fóru úr flogfarinum, og fingu tíðina at ganga við at keypa gávur og sigarettir. Duncan Edwards sendi eitt telegram til vertskonuna í Manchester, sum segði: »Øll flogfør avlýst – stop – flúgva í morgin – stop – Duncan.« Men skjótt eftir hetta vóru øll rópt at koma umborð á flogfarið aftur. Ein tíðindamaður, Alf Clarke frá Manchester Evening Chronicle manglaði. Men hann kom loksins umborð. Nú kavaði illa, og menn byrjaðu at fáa nervar. Liðskiparanum Roger Byrne dámdi ongantíð at flúgva, og var líkbleikur. Johnny Berry tók dýran til, nú fóru øll at verða dripin! »Well, um tað hendir, so eri eg til reiðar.« Svaraði Billy Whelan, sum var trúgvandi katolikkur.
Flogfarið krasjar
Sekundir eftir hetta gongur alt galið. Flogskiparnir gera sína triðju roynd, men flogfarið fer skreiðandi av lendingarbreytini, og fer út á ein koyriveg, sum førir til eitt búsetingarøkið. Vinsti vongur og partur av halanum verða skrødd av, sum flogfarið koliderar við eini hús. Cockpittið fer sendandi inn í eitt stórt træ, og parturin har brennievnið er, rennir inn í einum timburbygningi. Inni í timburbygninginum stendur ein lastbilur, sum er fullur av brennievni. Lastbilurin spreingist í luftina. Málverjin Harry Gregg veit, at hann er á lívið, tá hann merkir blóð renna niður eftir andlitinum. Hann særr fyrsta flogskiparanum James Thain, sum biður hann renna fyri lívinum. Men Gregg hoyrir eitt lítið barn gráta, og hann fer inn aftur í flogvrakið, hóast eldin og spreingingarnar rundan um hann. Ósjálvssøkni hjá Gregg bjargar lívinum hjá pinkubarninum, mammuni, og fleiri liðfeløgum. Sjálvt um Gregg heldur, at bæði Bobby Charlton og Dennis Violet eru deyðir, so dragsar hann teir úr tí brennandi flogfarinum, og eigur æruni fyri, at báðir yvirliva. Hann bjargaði eisini venjaranum, Matt Busby, sum hevði stórar skaðar. Lunguni vóru punkterað, og beinini vóru brotin. Gregg fekk eisini hjálpt Jackie Blanchflower, sum eisini var illa særdur. Tann deyði Roger Byrne lá oman á Blanchflower.
Á sjúkrahús
Sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar komu á staðið, og tey særdu og deyðu vóru førd til Rechts Der Isar Sjúkrahúsið í München. Matt Busby, Johnny Berry og Duncan Edwards stríddust fyri lívinum. Sum trúgvandi katolikkur fekk Matt Busby tvær ferðir tað síðstu oljuna, men hann kom loksins fyri seg, og eftir 71 dagar vendi hann aftur til Manchester. Johnny Berry yvirlivdi eisini, men skaðarnir vóru so umfatandi, at hann fekk ongantíð leikt fótbólt aftur. Duncan Edwards doyði á sjúkrahúsinum 21. februar.
Størsta talentið nakrantíð?
Í 1990 var undirritaði til dyst á Old Trafford. Tá ein prátar við eldri United-viðhaldsfólk um Duncan Edwards fáa tey altíð ein klump í hálsin. Sjálvt aftaná Denis Law, George Best, Bobby Charlton, Bryan Robson, Eric Cantona, Ryan Giggs, Wayne Rooney og Christiano Ronaldo eru tey ikki til at vika. Duncan Edward er tann besti leikarin Manchester United hevur havt, eftir teirra tykki. Bobby Charlton sigur um Duncan Edwards: »Duncan er tann besti leikarin eg nakrantíð havi sæð. Tann besti leikarin eg havi leikt saman við, bæði hjá United og á enska landsliðnum. Hann er tann einasti fótbóltsleikarin, sum hevur fingið meg at kenna meg minni dugnaligan, sum fótbóltsleikara.« sigur Bobby Charlton, ein av bestu leikarunum hjá Manchester United og Onglandi nakrantíð. Duncan Edwards leikti sín fyrsta dyst fyri Manchester United ímóti Cardiff í apríl 1953. Tá var hann bara 16 og hálvt ára gamal. Tað sum var so fantastiskt við Duncan Edwards var, at hann bæði hevði skjóttleika, eitt hart skot, góðan teknikk, var krútsterkur likamliga, og hevði eitt gott sinnalag. Eldri bretar meina seg ikki at hava sæð nakran leikara, sum hevur havt allar hasar dygdirnar. Tað, at hann livdi 15 dagar aftaná flogvannlukkana er eitt dømi um hvussu sterkur Edwards var. Har vóru fleiri bein brotin, og nógvir innvølir vóru skaddir. Flest øll onnur høvdu verið deyð av skaðunum beinavegin. Hóast Duncan Edward bert var 21 ár tá hann doyði, so hevði hann longu leikt 18 A-landsdystir fyri Ongland. Fótbóltsserfrøðingar seta eisini spurnartekin við, um Brasilia hevði vunnið HM í 1958, um »The Busby Babes« høvdu verið við til at manna enska landsliðið? Men tað er so ein spurningur, sum ongantíð verður svaraður.
Vanlukkan fyllir nógv
Ein kemur ikki uttan um, at flogvanlukkan hin 6. februar i München fyllir nógv í søguni hjá Manchester United. Og sjálvandi kann søgan ikki undganga at røra hjartastreingirnar hjá United-viðhaldsfólkum kring allan heimin. »Flogvanlukkan er høvuðsorsøkin til, at Manchester United hevur so nógv viðhaldsfólk« er ein nógv nýtt frasa hjá viðhaldsfólkum hjá øðrum feløgum. Stórleikarar og góð úrslit hava nú eisini gjørt sítt. Tað, at mong fólk halda við Liverpool skyldast nú heldur Bill Shankly, Kenny Dalglish, Allan Hansen og Ian Rush, enn tað skyldast Heysel og Hillsborough. Tær hendingarnar fylla sjálvsagt eisini nógv í søguni hjá Liverpool FC, men 18 ensk meistaraheiti, og 5 evropeisk meistaraheiti eru so ikki ein vánalig umbering fyri at halda við Liverpool. Skuldi ein nýtt sama anti-logikk um italskan fótbólt, so skuldi Torino FC verið eitt nógv betri umtókt lið, enn Juventus, sum eisini er úr Torino. Ótrúliga góðu leikarnir hjá »Il Grande« liðnum hjá Torino FC blivu allir dripnir í einari flogvanlukku, sum hendi uttanfyri Torino hin 4. maj í 1949. Øll 31 fólkini umborð blivu dripin. Hetta liðið vann italska meistaraheitið fleiri ferðir. Men liðið hevði ein gjøgnumsnittsaldur uppá 30 ár. Busby Babes hevði ein gjøgnumsnittsaldur uppá 24 ár. Syndarliga vanlukkan hjá Torino FC hevur kortini ikki merkt, at teir hava líka nógv viðhaldsfólk sum Juventus, Inter, AC Milan, Roma ella Lazio. So vit koma ikki uttan um, at framúrskarandi leikarar og stórir sigrar framala nógv viðhaldsfólk hjá øllum stórum feløgum.