Í farnu viku stóð yrkjarin og viðmerkjarin Kim Simonsen fyri ikki minni enn tveimum nýggjum útgávum mentanartíðarritinum Outsider Magazin 2/3 og yrkingasavninum Náðisólin. Kim dylur ikki yvir, at báðar útgávurnar hvør á sín hátt eru ein roynd at vísa á aðrar leiðir innan bókmentir enn ta postmodernaðu, sum hevur verið ráðandi seinnu árini.
Eftirlýsir tilverutulking
Men um postmoderisman í allar mátar hevur svikið - hvat er tað so í grundini Kim heldur, at bókmentir skulu gera?
Bókmentir og list skulu vera við til at geva menniskjum møguleikar fyri tilverutulking og møguleikar at kenna seg sjálvi aftur, sigur Kim avgjørdur.
Tað er, sum at postmodernaða projektið hevur gingið út uppá at leypa á alt og øll ikki minst realismuna og sentrallyrikkin, fullkomiliga uttan at vilja ella megna at seta nakað í staðin. Tann postmodernaða filosofiin spretti úr tankanum um, at tað vóru ongar stórar søgur eftir. Í dag siga nógvir av teimum yngru rithøvundunum, til dømis Johan Harstad og Jan Kjærstad, at tað kann gott vera, at ongar stórar søgur eru eftir, men tað eru nógvar lítlar og áhugaverdar søgur at taka upp aftur.
Men ørindið hjá postmodernismuni hevur eisini verið at gera upp við gomul harradømi og bróta niður mørk fyri at geva pláss fyri tí, sum annars altíð hevur staðið uttanfyri.
- Jú, og tann partin dámar mær væl. Í so máta var postmodernisman eisini lutvíst ein góð og neyðug uppgerð. Hon fór bara alt, alt ov langt, og vit mangla enn uppgerðina við uppgerðina. Tær stóru frásagnirnar, hvat vóru tær? Tær vóru jú frælsi, líkheit og upplýsing. Tá man leypur á upplýsingsprojektið, so leypur man á alt fundamentið undir vesturlendsku siðmenningini.
Tørva orientering
Kim viðgongur, at hann sjálvur hevur verið postmodernistur, men vendi 180 gradir, tá hann byrjaði at lesa heimspeki og at síggja tær langu linjurnar.
- Aldargamla skeptisisman var frá byrjan eitt slag av postmodernismu, sum noktaði at siga, meina ella standa við nakað sum helst. Har gongur ein beinleiðis tráður til postmodernaðan skaldskap í 1990unum, sum gjørdist so eliterur og hermetiskt lukkaður, at hann fullkomiliga vendi lesararnum ryggin. Vit síggja eisini, hvussu lesarar hava kastað seg yvir eitt nú ævisøgur í staðin, tí har er ein identifikatión. Menniskjað hevur brúk fyri eini minnismentan. Tann søguliga og tann realistiska skaldsøgan hevur allatíðina verið eitt hatursobjekt hjá postmodernismuni, men tað er júst tann genran, sum hjálpir menniskjum at orientera seg í okkara tíð. Er tað nakað við mangla, so er tað orientering.
Postmodenisman hevur nú neyvan nakrantíð bjóðað seg fram sum ein máti at orientera seg. Gevur tað í grundini nakra meining at samanbera t.d postmodernismu og sentrallyrikk í so máta.
- Tað veldst um, hvørjum diskurshugtaki tú arbeiðir við. Habermas hevur til dømis eitt universelt ideal fyri kjakmentan og mentan yvirhøvur, sum sigur, at vit skulu síggja burtur frá, hvør hevur mest vald ella mest at siga í einum spæli, tað veri seg í list, bókmentum ella filosofi, so vit kunnu fáa tað harradómsfría samskifti ella eitt slag av nýggjum diskursetikki, sum eg taki fult undir við.
Yrkingin sum jarnbrot
Gert tú teg ikki til talsmann fyri onkrum reaktionerum við soleiðis at vilja endurinnføra gamlar sannleikar og absolutt virði í tíni herferð móti postmodernismuni?
- Størsta misskiljingin i okkara mentan er, at um tú ert relativur, so ert tú tolerantur. Eg eri tolerantur, men eg eri sera intolerantur mótvegis neyðtøku, pedofili, rasismu og kvinnukúgan. Also vit hava øll absolutt virði, og tað eru tey, sum mugu aftur upp í leikin. Sjálvandi liggur ein vandi í hesum, og eg kann eisini verða bangin fyri, at vit framyvir fara at síggja nógvar graválvarsamar yrkjarar ella eitt rák, har ørvitiskristindómur setur tónan.
Eg fekk forrestin sterkar religiøsar hugbindingar, tá eg las Náðisólin
- Jú, men eg láni bara kraftina, sum er í kristnu symbolunum. Tey kristnu hava ikki einkarrætt uppá at definera tey kristnu symbolini. Eg eri eisini uppvaksin við teimum, og havi eisini rætt at brúka tey. Hugtakið Náðisólin er eftir mínum tykki eitt ómetaliga vakurt orð, tað sigur nógv og er tað nakað, vit mangla í okkara tíð, so er tað náði. Náði er í grundini at fyrigeva onkrum, sum ikki hevur uppiborið tað. Á tann hátt verður man eisini fríur. Tann hugmyndin er nakað av tí størsta, eg nakrantíð hava rent meg í í nakrari religión yvirhøvur.
Onnur hugtøk, sum ganga aftur eru burturhugur og langfaraálvari. Eg brúki tey ikki, bara tí tey eru vøkur, men eisini tí tey eru týðandi hugtøk í míni lívsfilosofi - at tað ikki ber til at skilja modernitetin við hjartanum, fyrr enn man hevur upplivað missin. Ella sum Nordbrant sigur: vit eru øll fødd doyggjandi, og tað er tað, vit mugu koma til sættis við. Summi koma tað ongantíð, og liva eitt lív í veruleikatreingjan ella við at flýggja inn í samkomur, politiskar rørslur og fastar samleikar av ymsum slag. Har haldi eg, at yrkingin er ein jarnbrot, sum brýtur upp aftur og inn aftur til kjarnuna í tí at vera menniskja
Aðrir vegir
Kim er fullgreiður yvir, at hann kann tykjast konservativur og pínliga naivur í síni herferð móti postmodernismuni. Hinvegin heldur hann sjálvur, at hann avgjørt umboðar nakað nýtt við at tora at siga nakað vakurt og skriva nakað eymt aftur.
- Poesi skal lesast og skiljast við hjartanum, poetiskur sansur er at opna hjarta og brúka kenslurnar. List, sum bara finst uppi í høvdinum sum konseptir, er eftir mínum tykki vánalig list. List skal hava ein kropp, eitt hjarta og ein heila. Har haldi eg til dømis nýggja bókin hjá Carl Johan Jensen hevur ein trupulleika har er ov nógvur heili og ov lítið hjarta í.
Men í øllum hesum, so lænir tú jú ikki so lítið frá postmodernismuni í Náðisólini
- Tað er rætt. Har er ein ávís metapoesi og ótraditonellur bygnaður. Men mínar niðurstøður eru ikki postmodernaðar. Tær hava nakað uppá hjarta.
Hatta fær meg næstan at hugsa um politiska 70ara boðskapismu ...
- 70ara realisman vugariseraði boðskapin. Har vóni eg, at Náðisólin er munandi meir estetisk. Í 70unum snúði yrkingin seg bara um innihald, meðan postmodernisman sum mótimæli endaði sum tann beri formur. Tað er onkustaðni har í millum, tingini eiga at møtast. Tað er ikki eintýðugheit, sum er idealið.
Til seinast Kim - hví hevur tú valt júst yrkingina sum títt skaldsliga úttrykk?
- Eg veit ikki rættiliga, hatta er ein áhugaverdur spurningur. Eg havi altíð elskað vakurleikan, sum kann vera í tí poetiska universinum. Tað einasta keðiliga við yrkingini er, at hon er ein so avmarkað genra í útbreiðslu. Flestu fólk fara at bakbeinini, tá tey síggja eina yrking. Tað er nú heldur ikki so løgi, um tey kenna seg hildin fyri gjøldur av teimum postmodernaðu yrkinginum. Men tað finnast also aðrar yrkingar, aðrir vegir ....
*
Sá teg, New York
drakk glóðheitt kaffi tann dagin;
hugsaði, at vit eru ikki fødd í vektloysi,
ella gitin á einari apolloferð,
halda ikki longur, at tilveran er ótolandi løtt
Søkja tyngdina,
vilja í ringrás einaferð enn,
her millum hesi høgu húsini
Í tínum undirgrundstokum
og pínufullu ferðum.
Her á Ground Eitt, Tvey, Trý
skal náðisólin verma okkum
(úr Náðisólin)