sættu ferð, at Kirsten sýnir fram í Smiðjuni. Seinastu nógvu árini hevur Kirsten málað, fyrst vóru tað mest alvarellir, men seinnu árini hevur hon málað nógvar oljumálningar, umframt at hon ger ymiskt annað [...] myndevnini tað sum verður borið sum t.d. taskur og kjólar og nógv ymiskt annað. Dótturin, Ea Jeppesen, hevur eisini yrkingar við á framsýningini. Kirsten er hálvføroysk, mamman er føroysk, Alma, dóttir Hans
Frank Rijkaard hevur Lionel Messi við í hópinum hjá Barcelona, sum skal spæla ímóti Recreativo Huelva í morgin. Messi meiddi seg í dysti ímóti skotsku Celtic í seinnu 1/8 finaluni í Champions League kappingini [...] kappingini. Messi hevur verið í heimlandinum Argentina fyri at venja seg upp aftur. Brasilianski spælarin, Ronaldinho er eisini skaddur, og tað eru ongar vónir fyri, at hann verður tøkur aftur hetta ka [...] kappingarárið. Deco hevur somuleiðis verið skaddur, men teir í Barcelona hava rættuliga góðar vónir, at hann eins og Lionel Messi kann verða tøkur til fyrru hálvfinaluni ímóti Manchester United í Champions
ein 38 ára gamal amerikanskur hermaður hevur neyðtikið eina 14 ára gamla japanska gentu á oynni Okinawa, har fleiri túsund amerikanskir hermenn hava støð. Málið hevur eisini fingið nógva politiska umrøðu [...] politikarar hava sagt, at tilburðurin eigur at fáa avleiðingar fyri viðurskiftini við USA. Neyðtøkan hevur minst nógvar japanar á tilburðin, tá ein amerikanskur hermaður neyðtók eina 12 ára gamla gentu á Okinawa
Kuba hevur nú skrivað undir tveir bindandi ST-sáttmálar um mannarættindi Tað var Felipe Roque, uttanríkisráðharri, sum skrivaði undir teir báðar sáttmálarnar. Hann legði dent á, at staðfestingin hevur ikki [...] ikki samband við, at Kuba júst hevur fingið nýggja leiðslu. Eygleiðarar vísa tó á, at Fidel Castro var ímóti at staðfesta sáttmálarnar, men Felipe Roque sigur sambært BBC, at sáttmálarnir staðfesta bara
Finnur Fríði hevur lagt um til lodnu, nú tað aftur er loyvt at fiska lodnu undir Íslandi Eins og hini uppisjóvarskipini hevur Finnur Fríði fiskað svartkjaft vestan fyri Írland, og gjáranáttina vóru teir [...] Fuglafirði. Nú er Finnur Fríði farin undir Ísland at royna eftir lodnu, eftir at íslendska stjórnin hevur givið skipunum loyvi at fara aftur til fiskiskap. Stjórnin steðgaði fiskiskapinum í síðstu viku eftir
hjá Rás2 verður prát við Jóan Paula Jacobsen, formann í áhugafelagnum hjá KÍ, sum hevur aðalfund í kvøld. Jan Müller hevur prátað við Elina Heinesen, stjóra á Samvit, sum er og vitjar fyritøkur, kommunur [...] listaframsýning í Leikalund fríggjadagin. Síðst í sendingini skulu vit hoyra eitt prát, sum Jan Müller hevur gjørt við Magnus Brahé Jørgensen, sóknarprest.
í New York hevur dømt Mohammed Mansour Jabarah lívlangt fongsul fyri at hava havt ætlanir um yvirgangsatsóknir Undir rættarmálinum er komið fram, at sambært amerikanska ákæruvaldinum hevur Mohammed Mansour [...] søkja at amerikonsku sendistovunum í Manila og Singapore. Hann varð tikin í Oman í 2002, og síðani hevur almenningurin lítið og einki frætt um málið ímóti honum.
tveir ungar menn í Keypmannahavn leygarmorgunin og rýmdi av staðnum, hevur nú gjørt vart við seg Síðani tíðliga leygarmorgunin hevur løgreglan í Keypmannahavn leitað eftir einum bilførara, sum rýmdi av [...] menninar leygarmorgunin. Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at maðurin er ikki avhoyrdur enn, men at hann hevur játtað seg sekan.
ferðir spurdur, um hann ætlar at stilla upp og hevur sagt nei hvørja ferð. Men eygleiðarar siga, at hann hevur altíð havt dyrnar á gloppi. Michael Bloomberg hevur boðað frá, at hann fer til Florida og Texas
skakaður av fíggjarkreppuni, sum higartil hevur kostað ótaldar milliardir krónur. Tó helt hann, at fíggjarkreppan bert er ein av mongu kreppunum í heiminum, sum eisini hevur veðurlagskreppu, matvørukreppu og [...] Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur í dag hildið røðu á toppfundi millum norðurlendsku forsætisráðharrarnar og øðrum leiðandi politikkarum í Norðurlondum Løgmaður kom inn á, hvussu heimurin er vorðin skakaður