Lionel Messi er við í hópinum

Frank Rijkaard hevur Lionel Messi við í hópinum hjá Barcelona, sum skal spæla ímóti Recreativo Huelva í morgin. Messi meiddi seg í dysti ímóti skotsku Celtic í seinnu 1/8 finaluni í Champions League kappingini. Messi hevur verið í heimlandinum Argentina fyri at venja seg upp aftur. Brasilianski spælarin, Ronaldinho er eisini skaddur, og tað eru ongar vónir fyri, at hann verður tøkur aftur hetta kappingarárið. Deco hevur somuleiðis verið skaddur, men teir í Barcelona hava rættuliga góðar vónir, at hann eins og Lionel Messi kann verða tøkur til fyrru hálvfinaluni ímóti Manchester United í Champions League kappingini, sum verður 23. apríl.