staðni, har methan er. Í løtuni er Statoil í ferð við at byggja eitt veruligt framleiðsluanlegg. Av tí at protein er ein mangulvøra í heiminum í dag, eru helst stórir framtíðarmøguleikar í hesi framleiðsluni [...] fimm lærararnir, sum hava tikið grundskeið í boring í Stavanger og sum nú kunnu undirvísa í hesum á skúlunum í Føroyum, eru: Johan Kunoy frá Tekniska skúla í Havn, Páll Joensen frá Maskinmeistaraskúlanum [...] skúlunum í Havn og í Klaksvík. Talan hevur verið um eitt intenst skeið uppá sjey vikur. Hetta er fyrstu ferð, at slíkt hendir og er hetta tiltakið ein liður í royndunum at kunna útbúgva føroyingar í Føroyum
sálu, sum var í heiminum hjá foreldrum Petur Mohr Dam?s í Skopun fyrst í hesi øldini. Í 1927 vóru framvegis ringar tíðir í Føroyum, hvar tað var umráðandi at fáa til mat og klæði hvønn dag. Í so máta kann [...] okur hava havt nú í ein generatiónsaldur, og sum okur eisini kenna tað í dag, hóast vit hava havt stór bakkøst inn í millum. Tað er himmalvíður munur á tí neyðarsamfelag, føroyingar høvdu í 1927, og so tí [...] leiðarin í langt tíðarskeið. Hann var føddur og uppvaksin í Skopun, har hann tíðliga gjørdist faðirleysur. Skopun er niðursetubygd av Sandi. Fyri stóran part vóru hetta fæloysingar, sum búsettust í Skopun
skeiðum um málninga- og teknilist. Í løtuni undirvísir hon í Kvøldskúlanum í Havn. Á framsýningini eru 35 myndir, og tað er nóg mikið til at prýða báðar hæddirnar í Smiðjuni. Talan er um ymisk sløg av [...] Arngerð Joensen, lærari, við sergrein at undirvísa í málningalistini, skipaði fyri tveimum árum síðan fyri skeið á MBF. Har hittust tær báðar Hervør Guttesen í Bø og Arngerð Joensen, saman við manninum [...] um at skipa fyri framsýningini, sum nú er veruleiki. Hervør hevur ikki áður framsýnt í Havn, men hevur tó verið við í framsýning á Vestanstevnuni. Sólmundur var við á ólavsøkuframsýningini seinast, og tað
formaður í Føroyingafelagnum í Odense, har hann býr. Hans Mikkelsen sigur, at tað var sera umráðandi, at hølisviðurskiftini í Odense nú fingust í lagi, um felagnum skuldi verða lív lagað. Fyrr í ár stóð [...] íslendingum í býnum, leigað høli mitt í býnum. Men tað treytaði sjálvandi, at fleiri vóru um at leiga, tí slíkt kostar, sigur Hans Mikkelsen, formaður í Føroyingafelagnum í Odense. Og íslendingarnir vóru í júst [...] ganga í skúla í Odense, eru lesandi, sum helst fara heimaftur. Men eisini fastbúgvandi føroyingar, sum hava børn í skúlaaldri, eru í Odense. Fígging Sjálvandi verður nógv hugsað um framtíðina í einum slíkum
við sær, heilt at enda í sanginum, tá alt endaði í einari ekstatiskari finalu. Fyrstu ferð, at føroyskur gospel hevur svingað so væl í Føroyum. Boðskapurin í sanginum var einfaldur, Í øllum larminum er Gud [...] lurtarin verður drigin við inn í lagið, fyri síðani at skrivast inn í orðini. »Tíðin. Tíðin er í tínum hondum, tá dagarnir ikki kenna sorg, men einans gleði. Tíðin. Tíðin er í tínum hondum, tá einsemið nívir [...] var konsert í Runavík, har luttakararnir á sangskeiðnum hjá Heimamissiónini sungu tað, sum tey høvdu lært norðuri í Nesvík, á sangskeiðnum hjá heimamissiónini. Kórleiðarin var Jon S. Lotterud. Í Norra er
fólkaskúlalæraraútbúgving hava. Viðkomandi lærari søkti um vikarstarv, men var umsóknin ikki gingin á møti. Sum áður kunngjørt í fjølmiðlunum var aldrandi fráfarin lærari við eftirløn settur sum vikarur við henda [...] Í avtalu, sum er staðfest í rundskrivi millum Føroya Lærarafelag og Landsstýrið, verður sagt, at um bæði fólk við fólkaskúlalæraraútbúgving og uttan fólkaskúlalæraraútbúgving søkja starvið, so skulu tey
upp í part. Eisini mátti avgerast, um fólk, ið bæði áttu røtur í kall- og kvennlegg skuldu koma fyri tvær ferðir í bókini, og um dagfestingar av ymsum slagi, eitt nú føðingardagar, vóru viðkomandi í bókini [...] skrivað barnabókina »Lítli Páll í Nólsoy«, sum kom út í 1990, hóast hann hevði havt ætlanir um hetta verk í fleiri ár. Men tá samfelagskreppan tók seg upp, helt hann at tað var í tøkum tíma, at hann skrivaði [...] savnað á samkomu í Norðurlandahúsinum mikukvøldið í sambandi við útgávuna, »Ættarsambandið við Nólsoyar Páll«, ið er bók við upplýsingum um eftirkomararnar hjá hesum nógv umrødda manni í Føroya søgu. Nólsoyar
spennandi hjá áhoyrarunum í Norðurlandahúsinum sunnudagin, mundi vera frumframførslan av verkinum ?Showery Weather? hjá Paula í Sandagerði. Pauli, sum er føddur í 1955, hevur í nógv ár gjørt vart við seg [...] er ættaður úr Bulgaria og hevur klassiska konservatoriumútbúgving, býr í Føroyum og er lærari í Tórshavnar Musikkskúla. Frá Paula í Sandagerði varð farið til tann gamla kenningin, Ludwig van Beethoven. [...] føroyingar - ein skal eisini møta í góðari tíð, sum ikki er tiltikið ?føroyskt?. Tá konsertin er byrjað, sleppa fólk nevniliga ikki inn í konserthøllina, men mugu bíða uttan fyri í gongini, til stykkið er liðugt
størri nøgdir, og sostatt fáa sum mest fyri peningin. Búði í Danmark í 35 ár Vígdis Højgaard, sum tá hevði búð í Danmark í 35 ár, kom júst heimaftur í 1983. Hon var sett sum leiðari á Goymsluni. Upprunaliga [...] 30 mió. krónur árliga Í 1983 hevði Goymslan til húsa í fýrum hølum á Landssjúkrahúsinum, men av tí at virksemið vaks við nógvari ferð, varð deildin flutt. Í dag eru eisini 20 rúm í nýtslu, og tað er ógvuliga [...] Tað var rættilig hugnaløta fyrrapartin í gjár, tá starvsfólkini í Goymsluni á Landssjúkrahúsinum sessaðust í kaffisteðginum. Borðreitt var við kaffi og køkum, kertiljósum o.s.fr.. Hetta var seinasti a
teimum yngru ættarliðunum sambinda við tað góða gamla: eitt lív í trúfesti móti ætt og vinum, eitt lív í samljóði við umheimin. Hann á floti ella í ferð við at festa ein tekst á blað - hon við sínum handarbeiðum [...] hennara var Petur Jacobsen, Petur í Gomlustovu og móðirin var Johanna, fødd Davidsen, nevnd Dáva-Johanna og dóttir tann tiltikna Gamla-Dáva, ið var úr Kvívík. Daniella vaks upp í Sørvági og flutti sum átjan [...] Andreas giftust tann 9. august 1932 og Daniella fylgdi síðan Andreasi til Skálavíkar, har hann var lærari. Í Skálavík vóru Daniella og Andreas sera væl umtókt, og har fingu tey vinir fyri lívið. Hetta var