at fara til handils Jytta hevur ongan bil, og tí er ein natúrligur spurningur til hana, um hvat hon hevði gjørt, um eingin handil var í bygdini. - So máttu vit bara plága onkran annan at koma við mær onkra [...] komin inn um hurðina og síðani matur til hundin. - Í dag fari eg at borðreiða við bankikjøti, sigur Jytta, sum við dialekt síni sigur, at tað eitur bankikjøt og ikki benkikjøt. Hon er eisini fegin um at hava [...] Davidsen, sum upprunaliga er úr Suðuroy, men sum hevur búð í Hósvík í mong ár. - Jú, eg eri sera fegin um at vit hava ein handil her í bygdini, sigur hon. Mánamorgunin var hon eisini farin til handils at keypa
landsstýrissessin". Jógvan má líka lesa hetta einaferð enn fyri at fáa alt við, sum er skrivað um hansara starv sum landsstýrismaður hesa seinastu løtuna. - Handa orðingin um stuðulin, tja, hon kundi verið betri [...] kreftir Tíðindini um broytingarnar innan landsins leiðslu bórust fyrst á heimasíðuni hjá lokalblaði norðoyinga Norðlýsinum tíðliga seinnapartin ígjár. Av einihvørjari orsøk høvdu umboð fyri hetta blaðið skundað [...] spurt, um Jógvan ætlaði at leggja frá sær. - Nei, vinurin. Eg ætli mær ikki at leggja nakran kong. Tað kundi ikki fallið mær inn at sagt meg frá! Greið orð frá einum manni, sum veit at honum um stutta
Kristionnu í SunSet í SMS. Fyrst bíløgdu vit okkum okkurt at eta, og settust síðani niður at práta um starvsvenjingina í hárfríðkanarstovuni Hjá Madonnu . Kristionnu dámar væl at arbeiða hjá Madonnu. [...] Tað var eitt sindur pínligt í byrjanini, men starvsfólkini bóru yvir við mær, sigur hon, og rodnar um báðar kjálkarnar. Hvat er at gera hjá einum praktikanti á eini hárfríðkanarstovu? - Tað er næstan altíð [...] dugdi áðrenn eg fór í starvsvenjing, sigur hon, og sær eitt sindur errin út. Hevði tú kunnað sæð hetta, sum títt framtíðar yrki? - Nei, tað er ikki akkurát eg. Eg vil heldur verða t.d. sálarfrøðingur ella
fyritøkuni tillukku við heiðrinum sum ársins virki í ár. Hetta er eitt greitt tekin um, at onnur eisini vita av og fegnast um arbeiðið teirra. - Hetta er sum at gerast Føroyameistarar. Tað næsta má væl verða [...] sum einki. - Tað gevur sjálvandi íblástur at fáa ein slíkan heiður. Hetta er haraftrat ein góð og ókeypis reklama fyri fyritøkuna. - Hetta førir tí vónandi við sær, at vit fáa enn meiri vind í seglini, sigur [...] mongum av heimsins høvum er her talan um eina heimsumfatandi fyritøku. Men slíkt kemur ikki av ongum. - Styrki okkara er at vit eru álítandi, hava góð fólk rundan um okkum, og sum eru sett at gera tað, sum
Hvítu Húsunum gjørdi Trump eisini greitt, at honum dámar betri amerikanskt vín enn franskt vín - hetta hóast hann er avhaldsmaður. - Mær hevur altíð dámað amerikanskt vín betri enn franskt vín, hóast eg [...] r, tí at amerikanar skulu sjálvir skatta tær, men at hann nú var noyddur at løna teimum tað aftur, um amerikansku ynskini ikki vórðu tikin í álvara. - Vit skatta okkara fyritøkur, tey skulu ikki skatta [...] tolli eg tykkara vín", segði Donal Trump. Franski landbúnaðarráðharrin, Didier Guillaume, helt lítið um útmeldingina hjá Donald Trump, sum hann kallaði "absurd" - Amerikanst vín er ikki betri enn franskt
m. Tá vóru vit øll ónøgd við úrslitið, men tá nevndi hon einki um, at hon ætlaði at fara úr flokkinum. Eg visti einki, fyrr enn eg læs um tað í fjølmiðlunum, sigur Sólvit Nolsøe. Formaðurin í Havnar F [...] hon er farin úr flokkinum. Hon var ónøgd við valið, men tað vóru vit øll, so eg hevði ikki væntað hetta. Tað sigur Sólvit Nolsøe, formaður í Havnar Framburðsfelag, ið er lokalfelagið hjá Fólkaflokkinum [...] felagið fund, har løgtingsvalið varð eftirmett. Annika Olsen var á fundinum tá, men gav ongar ábendingar um, at hon var so ónøgd, at hon ætlaði at stinga í sekkin. - Mánakvøldið høvdu vit eftirmetingarfund í
r lat lív, hevur blást nýtt lív í kjakið, um ferðavinnuna í Føroyum og hvørs tað er nóg trygt hjá ferðafólkum at ferðast einsamøll í føroysku náttúruni. Hetta hóast viðkomandi, ið lat í lív í gjár, ikki [...] Islands, ið heldur lítið um, at vanlukkan verður brúkt í kritikkinum av ferðavinnuni. Tað ger hon í einum aftursvari til eina dagføring hjá Jóhan Jógvansson, bónda í Saksun, sum skrivar um vanlukkuna og sigur [...] vanlukku til at koyra anti-propaganda ímóti eini heilari vinnu. Nú vísti tað seg ikki at vera talan um “vanlig” ferðafólk hesuferð heldur, men botanikkarar, ið høvdu serstøk ørindir í gjónni, við loyvi
annars, at hann gav landstýrinum boð um hetta longu í 1995, so hetta samsvarar ikki, ella hvussu? - Hatta er ikki heilt rætt. Tá fíggjarlógin var til viðgerðar, var ynski um at spara og fáa Strandferðsluna [...] Arabo og hann segði, at hetta var í lagi. Og hetta endurgav eg av Løgtingsins røðarapalli, sigur Sámal Petur í Grund. Til prátið um justitsmorð sigur hann, at tað má onkur annar døma um og annars greina nærri [...] varð ikki, at hann hevði stýr á tingunum.Eg veit ikki um tað er at dálka. Men at tosa um justitsmorð er alvorligt, men við síðuna av, tí tað er hetta ikki, heldur Sámal Petur í Grund. - Tað er heilt náttúrligt
og skjótan fótbólt. Men verjuspælið var at meta sum ein katastrofa. Ein situr eftir við kensluni av, um tað nakrantíð skal fara at bragda aftur hjá enska landsliðnum. Kanska er størsti trupulleikin, at stórsti [...] og tað var fyrri hálvleikur í 1/4 finaluni móti Kolumbia. Eg havi upplivað fleiri HM endaspøl, og hetta fer í søguna, sum tað endaspæli, har Brasilia slepti tí góða tekniska álopsfótbóltinum, við m.a Socrates
sambært Pálli á Reynatúgvu samdur um, at arbeiðið at gera Sandoyartunnilin skal byrjast. - Hetta er ein langtíðaríløga. Hann kundi verið avdrigin yvir longri tíð, og hetta er ein íløga fyri eitt ella kanska [...] vendir sosialt skeivt, og at hetta uppskotið longu er samtykt í Tinginum. - Men vit eru til reiðar at taka lógvatak við landsstýrismanninum, sigur Páll á Reynatúgvu og sipar til, um Magni Laksáfoss ætlar at [...] valskeiðnum, og at ein samdur Tjóðveldisflokkur er samdur um eina útjavning. Hinvegin er flokkurin spjaddur í spurninginum um sjómannafráfrátt. Hyggja frameftir Burtursæð frá Annita á Fríðriksmørk, sum hevur sagt