Tað, at hava ein bústað, er ein natúrligur rættur. Ein bústaður hevur serligan týdning fyri fólk, sum hava ein serligan tørv. Øll hava brúk fyri at vera inni hjá sær sjálvum, eitt stað, har tú trívist [...] vitjan, og bjóða fólki inn til ein drekkamunn. Ein bústaður, sum ikki er stórur, men har alt er, sum man hevur brúk fyri, og sum man kann klára við teimum pengum, sum man hevur. Ein bústaður skal vera har, soleiðis [...] innrætta meg, og sjálv gera av, hvussu mín gerandisdagur skal vera. Tí mín bústaður er mín, men eg eri ein av nógvum, sum ikki havi egnan bústað. Øll hava loyvi til at vera tann, sum man er, og øll hava rætt
Sýria, Libya og onnur lond, har mannarættindini hava trong kor. Tað er eins løgið, og tað er syndarligt, at deyðarevsing skal verða ein so vanlig revsing í einum fólkaræðiligum samfelag sum USA. Hetta land [...] kriminalitet í samfelagnum. Deyðarevsingin í USA er ein partur av amerikanskari mentan og eitt úrslit av tí sermerktu søgu, sum hevur skapað hetta land. Hetta er ein søga um harðskap, valdsnýtslu og um eina eyga [...] meira at døma ein ákærdan til deyða og at taka viðkomandi av døgum enn at lata viðkomandi sleppa við eitt nú lívslongum fongsli. Uttan mun til hvørjar orsakirnar nú einaferð eru, so kann ein bert fegnast
kunnað framalt enn fleiri stór talent. Tí eigur og má tað verða ein málsetningur, at Føroyar hava ein 50 metra altjóða svimjihyl innan fá ár. Ein slíkur hylur við áskoðaraplássum og venjingarumstøðum hevði [...] Pál Joensen og Jón Bjarnason. Tað hevur verið ein æra og forrættur hjá Miðlahúsinum at sleppa at dekka evropeisku juniorkappingina í svimjing. Eisini ein heilsan og tøkk til Kára á Høvdanum, sum setti [...] hansara, Petur Heðin á Fløtti. Hini londini standa ovfarin og undrandi og spyrja, hvussu ein pinkutjóð kann hava ein svimjara, sum í suverenum stíli vinnur 3 gullheiðursmerki, eisini sæð í ljósinum av, at
umsitingina av lógini undir fleirarmaða stovnin á Skálatrøð. Ein stovn, ið longu í fleiri ár hevur verið um at kvalast í alt ov trongum krókum. Ein stovn, ið harumframt nýliga hevur fingið eina ógvuliga umfatandi [...] leggja lunnar undir ein veruligan miðvísan brúkarapolitikk í Føroyum. Vit meta heldur ikki, at hesin leistur hevur nakran meirkostnað við sær. Í og við at man hevur gjørt av at seta ein persón at taka sær [...] Tá ið marknaðarføringarlógin varð borin í Tingið beint fyri valið, hevði hon verið ein harðan túr undir trimmaranum. Týðandi partar, eitt nú at vit skulu hava brúkaraumboð og at lýsast skal á føroyskum
at skerja virksemið, ein loysn, sum elvir til stórar trupulleikar á stovninum. Tað er dýrt at reka eitt nútímans sjúkrahúsverk í landi sum okkara. Tá hartil kemur, at vit hava ein sjúkrahúsbygnað, sum [...] eftir ferð politisk kastibløka hjá politikkarum, sum ikki tora at taka um notuleggin og kalla ein spaka fyri ein spaka. Í staðin fyri at staðfesta, hvat tað kostar at reka eitt nútímans hypermodernað meg [...] nýggjum uppgávum, so verður ár eftir ár endurtikin ein rituellur glæntrileikur, har tað tykist mest umráðandi at finna syndabukkar enn at staðfesta ein ótespiligan veruleika og seta viðkomandi spurningar
Tað kann verða ein gongd leið at sanera ein part av skuldini hjá teimum ringast staddu kommunum, treytað av at tær leggja saman -Skuldin hjá teimum mest skuldarbundnu kommununum, er ein stórur, politiskur [...] við tær fátæku. Tí heldur Jóannes Eidesgaard, at ein sanering niður á leið eina álíkning treytað av einari samanlegging, kundi verið ein gongd leið. Men ein fortreyt er, at vit tá hava eina eina so trygga [...] til, er, hvørji øki kommunurnar skulu fáa at umsita, og hvussu ein blokkstuðul í hesum sambandi skal leggjast til rættis. - Eisini skal ein útjavningarskipan gerast, har kommunur, sum ikki fáa inntøkur
skjótt sum vit hava fingið ein frekvens frá Radioeftirlitinum verður sendarin bílagdur, sigur Preben Hansen, ein av høvuðsmonnunum aftanfyri Lindina. Neyðugt er at hava ein frekvens at senda á, tá sendarin [...] útvarpsrásin, Lindin, hevur søkt Radioeftirlitið um at fáa ein frekvens afturat at senda á. Hetta hevur útvarpsrásin gjørt, tí hon ætlar at seta ein sendara upp á Brúnaskarði oman fyri Klaksvík seinni í ár [...] síðis fyri at keypa ein sendara afturat. - Vit hava eisini verið noydd at gera íløgur í útgerð fyri at fáa betri góðsku á sendingarnar, men nú hava vit tøkan pening til at keypa ein nýggjan sendara fyri
Alt verður ein spurningur um Tjóðveldisuppskotið ella meiningar Sambandsfloksins - ja onkur vil siga valið millum rennuna aðru megin vegin ella rennuna hinumegin vegin. AFTUR eitt dømi um ein hugburð, har [...] flest eru samd um at broyting skal til - tað er bert ein spurningur, hvussu hendan broyting skal fara fram. FØROYA framtíð er ov týdningarmikil til, at ein samgonga trýstir sítt uppskot ígjøgnum og brúkar [...] brúkar duraseljara-arbeiðshátt við at siga, at nú er ein søguligur møguleiki. Tað er einki hendan samgongan kann gera, sum ein fylgjandi samgonga ikki kann. Tað einasta, sum skilir hesa samgonguna frá einhvørjari
blaðið Søndagsavisen skrivaði herfyri, at svik við eftirgjørdum peningi gerst ein alsamt størri trupulleiki í Danmark. Ein orsøk eru bíligu teldurnar, ið eru lættar at fáa hendur á. Sonevndir scannarar [...] trygdartráð ella kopartrykk, sum nýggju seðlarnir, og papírið er eisini øðrvísi. Leggur ein til merkis, at ein hevur fingið falsaðan seðil, so er at venda sær til politistøðina á staðnum. Tað er ólógligt [...] Ábyrgdin at tryggja sær, at peningur er ektaður, er eins egna. Peningafalsan verður mett sum lógarbrot ímóti statinum og kann geva revsing upp til 12 ár. Ein av síðstu dómunum er ímóti einum 23 ára gomlum manni
Erla Zachariasen og Pauli Joensen, Vestmanna, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3200 gr. 11. febr. fingu Susan Højgaard og Høgni Stakksund, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3800 gr [...] febr. fingu Sóleyg og Bent Kjærbæk, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3330 gr. 16. febr. fingu Vivi Jacobsen og Elias Eliasson, Skopun, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4300 gr [...] Jóhannessen og Niels Pauli Magnusson, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4200 gr. 17. febr. fingu Jórun Hentze og Rune Baastrup Høgh, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 3700 gr