Kommunur sanerast afturfyri at leggja saman

Tað kann verða ein gongd leið at sanera ein part av skuldini hjá teimum ringast staddu kommunum, treytað av at tær leggja saman

- Skuldin hjá teimum mest skuldarbundnu kommununum, er ein stórur, politiskur trupulleiki at taka støðu til.

Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins í formansfrágreiðing síni á landsfundi floksins í Klaksvík um vikuskiftið.

Hann vísti á, at støðan hjá kommunum er, at nakrar aka á knøunum, samstundis sum aðrar hava eina sterka støðu.

Onkur hevur nevnt, at vandi er fyri, at vit fara fáa A og B kommunur.

- Men tað er greitt, at tá ið ein kommuna brúkar allar sínar inntøkur til at gjalda rentur og avdráttir, fáa borgararnir ikki tær tænastur, sum borgarar fáa í øðrum kommunum, segði Jóannes Eidesgaard.

Umframt at vera formaður javnaðarfloksins, er Jóannes Eidesgaard eisini landsstýrismaður í fíggjarmálum og hann segði, at hann hevur mangan hugsað, at einasta gongda leiðin burtur úr vónleysu støðuni hjá ávísum kommunum er, at tær verða saneraðar.

Hann legði tó dent á, at hann hevði ikki viðgjørt hetta saman við hinum flokkunum í samgonguni.

- Leggur tú tvær fátækar kommunur saman, fært tú eina stóra fátæka kommunu.

- Og tær kommunur, sum eiga nakrar krónur á kistubotninum, hava hug at renna undan samanlegging við tær fátæku.


Sanering ein gongd leið

Tí heldur Jóannes Eidesgaard, at ein sanering niður á leið eina álíkning treytað av einari samanlegging, kundi verið ein gongd leið.

Men tað eigur eisini at vera fortreyt er, at vit tá hava eina eitt neyvt eftirlit við fíggjarviðurskiftunum hjá kommunum fyri at forða fyri at tær ikki aftur økja skuldina og seta seg í somu støðu.

- Tað er ein royndur lutur, at fíggjarstýringin hjá summum kommunum hevur ikki verð nóg neyv og nógvar kommunur hava slett ikki tamarhald á fíggjarstýringini.

Í hesum sambandi fortaldi hann, at fíggjarmálaráðið roynir nú í samstarvi við kommunurnar at fáa meira gjøgnumskygni í fíggjarligu viðurskiftini hjá kommunum.

- Vit skulu minnast til, at kommunubúskapurin er um helvtina av samlaða búskapinum, segði Jóannes Eidesgaard, so skal toppurin sanerast av skuldini hjá teimum mest skuldarbundu kommununum, má tað vera ein fortreyt, at landið fær eftirlit við fíggjarstýringini hjá kommununum.


Sjey kommunur

Í hesum sambandi upplýsti hann, at landsstýrið nú hevur sett eina kommisjón, sum skal koma við einari tilráðing til politisku skipanina um, hvussu vit koma niður á sjey kommunur í Føroyum í hesum valskeiðnum.

Eitt, sum kommisjónin skal taka støðu til, er, hvørji øki kommunurnar skulu fáa at umsita, og hvussu ein blokkstuðul í hesum sambandi skal leggjast til rættis.

- Eisini skal ein útjavningarskipan gerast, har kommunur, sum ikki fáa inntøkur frá almenna virkseminum, eisini fáa sín part, segði Jóannes Eidesgaard.

Hann staðfesti, at hesin kommunureformurin verður eitt av flaggskipunum hjá hesi samgonguni