fólki, sum her býr! Nú fara vit at hava somu møguleikar í okkara sambandi við høvuðsstaðin sum tey í Hoyvík og Kollafirði ella norðuri í Sundalagnum hava. Róin leggur aftrat, at hugsa vit um Hoyvík og Kollafjørð [...] undi, sum var nú her frammanundan, so kemur einki av sær sjálvum. So, vit mugu vera røsk at gera góð hugskot til veruleika. Hann vísir á, at epla-, grønmetis-og seyðakjøtsfestivalar eru møguliga eitt [...] fótbóltsvøllinum eru eisini møguleikar. Tað fer lættiliga at bera til hjá ítróttarfólki norðanífrá at koma henda vegin. - Sigast kann, at nú er tað bara hugflogið, sum skal hvessast. Men, eru vansar í tí góða
Mamma hennara visti tíbetur ráðini: Í skúlanum við Áir kann ein taka FHS; har eru fáir næmingar í hvørjum flokki, og har eru tey øll sum ein stóra familja, hóast aldursmunurin kann vera stórur. Óttin var [...] og spurdu, um hon framvegis var áhugað í starvinum. Tað var hon, og so fekk hon eisini starvið. Nú er komin væl áleiðis við lærutíðini, og tíð er at hugsa eitt sindur longu fram. - Eg verði útlærd um tvey [...] næmingunum frá upplivingum sínum, áðrenn hon fór á skúlan, meðan hon gekk her og hvussu hon sjálv er komin víðari. - Jú, eg veit ikki, hvar eg hevði endað, um eg ikki fór her, - kanska á einum flakavirki.
gott Poul Schlüter hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður, áðrenn henda ferðin, nú hann er gestur hjá Eik. Hóast mong ár eru liðin síðani hann gavst í politikki, og hóast hann verður 78 ára tann 3. apríl [...] veru tað seinasta, eg gjørdi sum forsætisráðharri. - Eg avgjørdi beint undan jólum, at nú skuldi tað altso vera. Nú skuldi avtalan gerast, greiðir hann frá. Henda avtalan varð undirskrivað fáar dagar undan [...] almenna stuðlinum til skip og trolarar. Hetta var til stóran skaða. - Í dag sær ein tí, at tingini eru nógv meiri sjálvhjálpin. Tað var klókt av føroyingum at gera tað so, sigur royndi danski politikkarin
Tað vóru "flapsirnir" í stevninum sum vóru farnir og sum síðani eru vorðnir umvældir á Andersens Beding, sum eisini liggur her á Heygsstøð. Nú var hetta fingið í rættlag, og í góðveðrinum í gjár var so eitt [...] fyri tíðina. So nú ræður um at fara skjótt avstað aftur, sigur Dia. Hann roknar kortini ikki við, at Sonni legði frá landi aftur um kvøldið. Boðað varð nevniliga frá meiri vindi aftur. - Nú verði eg skjótt [...] møguleikan hava teir nú. Hylurin sjálvur er eisini dýpdur niður á tveir metrar. Umframt hetta hevur kommunan fyri nøkrum árum síðani gjørt nakrar egningarskúrar á sama øki. So her eru so líðandi vorðnar
Vit hava spurt nøkur fólk, um tey fara at lata seg koppseta móti koronu, tá koppingarevnið kemur. Spurningurin, vit hava sett, er hesin: Fert tú at lata teg koppseta móti covid-19, tá koppsetingin kemur [...] kemur? Um ja - hví? Um nei - hví? Dánjal Húsgarð , 79 ár: - Ja, eg fari at lata meg koppseta, nú eg nærkist teimum 80. Eg hugsi ikki um møgulig hjáárin. Um eg gjørdi tað, hevði eg ikki sagt ja til koppseting [...] til koppseting. Heilsan er góð. Eg taki ongan heilivág og hevði heldur viljað, at fólk, sum veruliga eru í vandabólki, sleppa fyrst framat. Hanus Vang , 73 ár: - Ja, eg fari, tí eg eri í vandabólki. Men,
sannførdur um, at nú fór hann at verða bjargaður. - Tær fyrstu tvær royndirnar at fáa fatur á mær miseydnaðust, men triðju ferð fingu vit fatur á hvørjum øðrum og hildu fast. Eg var nú so avmaktaður, at [...] Samrøða - Allir vøddar eru forstrektir, bæði í ørmum, bringu og beinum. Eg eri eymur um allan kroppin, og hálsurin er trekur, men sálarliga havi eg tað gott. Mánadagurin kundi verið hin seinasti dagurin [...] síðan eftir afturendanum. Inni í stýrhúsinum stóð Hans Magnus í oljuklæðum og tungum trygdarskóm, sum eru forstyrktir við jarni. Eingin vón - Her var eingin sum helst tíð til umhugsunar. Eg kavaði út úr húsinum
í heilum av føroyskum skipum og fáa sær kjans við eitt nú norðmonnum. Endin av hesum verður, at vit standa eftir við ongum fiskimonnum til eitt nú okkara línuskip, partrolarar og lemmatrolarar. Hann vísir [...] á skrivstovu Føroya Fiskimannafelags týsdagin var Jan Højgaard úti á fundi, men her hittu vit Grímur Hammer. Vit spurdu hann, um tað hevur verið trupult millum hann og Jan, síðan tað gjørdist greitt, at [...] ár, sigur hann. Betri sáttmálar Grímur Hammar hevur fleiri hjartamál, nú hann hevur latið seg stillað upp, og millum hjartamálini eru at halda fast um vunnin rættindi hjá fiskimonnum og vinna innaftur mist
Kári eru klárir Kári á Rógvi, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, sigur, at teir eru til reiðar at samstarva við samgonguna. Eg vildi helst, at vit gjørdu avtalu við samgonguna um nøkur mál, tí vit eru ikki [...] í løtuni. - Eg dugi ikki at síggja, at vit hava ráð til Sandoyartunnil júst nú, tí annað má raðfestast fyrst og sveiggj niðureftir er í búskapargongdini. Vit eru ikki beinleiðis ímóti tunnli til Sandoynna [...] Lognberg, og krevur svar mikudagin 23. juli klokka 15.00. Kann nú bíða Løgmaður hevur boðað til fundar hósdagin, og Gerhard sigur seg nú kunna bíða til hósdagin. - Um eg ikki fái svar mikudagin, so er
Húsini, sum eingin býr í, eru antin farin í arv – ella eru tey keypt av øðrum, sum hava sett tey í stand. Fleiri, sum eiga hesi hús á Hellunum í dag, eru ófør at vitja, eitt nú um páskirnar, sumrarnar og [...] telefon, bil og maðurin er heima, kanst tú næstan búgva allastaðni. Nú hon ikki er bundin at skúlanum longur, heldur hon fyri, at nú kann hon siga ja takk til tað, hon hevur hug til – og nei takk til tað [...] ansa eftir børnunum, tá tey eru smá. Tað er djúpt niður fyri, og tað er ikki lætt at vera sæddur, um tú sum smábarn sníkir teg oman móti sjóvarmálanum. - Eg haldi ikki, at vit hugsaðu so nógv um hetta, tá
royna seg. Serliga eru tað ávísar avbjóðingarnar, sum skúlin hevur fyri framman, ið tiltala 50 ára gamla havnarmannin, nú hann skal virka sum stjóri á Vinnuháskúlanum. - Tað eru komin altjóða krøv, ið áseta [...] í seinasta enda, haldi eru tær røttu, sigur Vilhjálmur Gregoriussen. Dámar avbjóðingar Orsøkirnar til at Vilhjálmur Gregoriussen av fyrstan tíð valdi at søkja stjórastarvið eru fleiri. - Fyrst og fremst [...] saman klára vit okkum best, og tí fari eg at leggja stóran dent á eitt gott samstarv millum teir ymsu partarnar. Støðið skal hækkast Nýggi stjórin hevur nógvar visjónir við starvinum, og longu nú ætlar hann