- Eg helt hetta vera tað reina fantasi

- Nú byrjar ein nýggj tíð fyri fólkið í Sandoynni. Nú er tað bara hugflogið, sum skal hvessast, sigur Róin Clementsen í hesi áhugaverdu grein.

 

Vit hava spurt, hvør kenslan er, nú Sandoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu í morgin?

 

- Hetta fer at flyta okkum inn í nýggjar tíðir! Fyri einum 30 ella 40 árum síðan, tá flestu húski hildu Dimmalætting, var vanligt, at menn og kvinnur skrivaðu lesarabrøv við meining um tað, sum lá teimum upp á hjarta.

 

Róin Clementsen á Sandi sigur, at tann eina dagin var eitt lesarabræv í Dimmalætting, har ein kendur maður úr Skálavík skrivaði, at tað einasta rætta var at gera ein undirsjóvartunnil millum Sandoy og Streymoy í staðin fyri at byggja eitt nýtt skip.

 

- Eg minnist, hvat eg hugsaði, tá eg las hetta lesarabræv. Eg helt hetta vera tað reina fantasi. Hvussu ólukkan kundi man gera ein so langan tunnil undir havsins botni? Hetta hevur allar helst verið um ta tíðina, tá Vágatunnilin var í stoypiskeiðini.

 

Hann sigur, at maðurin, sum átti lesarabrævið, hevur verið framsíggin. Nú, eini 40 ár seinni, er hetta veruleiki.

 

- Tað er rættiliga óveruligt, at nú fer at bera til at fara til Havnar at fáa sær kaffi.

 

Róin Clementsen vísir á, at í 1970-unum var strævið at spæla fótbólt og búgva í Sandoynni. Tá vóru útróðrarbátar úr Skopun mangan álitið, serliga tá komast skuldi aftur í oynna eftir útidystir.

 

- Ritan hevði vanliga seinasta túr úr Havn til Skopunar um 15-tíðina leygardagar og sunnudagar. Tá eg gekk í skúla í Havn í sjeyti-og áttatiárunum, var rutan sum oftast út á Strandferðsluna fríggjadagar seinnapart á veg á Bursatanga til Rituna  eftir fríbillettunum til okkum skúlanæmingarnar, sum skuldu suður í vikuskifti.

 

Hann sigur, at her var ein blíður og fryntligur stjóri, Jóhan Restorff, sum ofta tók sær av at stempla fríbilettirnar.

 

- Ofta plagdi eg at reka framundir at fáa Rituna at sigla seinni á degnum í vikuskiftinum, tá lið úr Sandoynni skuldu leika norðanfjørðs. Var okkurt serligt á skránni, okkurt serligt tiltak í Sandoynni, kundi tað eydnast.

 

Men, sum tíðin leið, gjørdist tørvurin bara størri, so tað bleiv so líðandi betri.  

 

- Við hesum tunlinum lata nógvar hurðar seg upp fyri sandoyggjafólki. Nógv - um ikki alt - verður so nógv lættari.

 

Hvønn týdning fer tunnilin at fáa fyri Sandoynna?

 

Tað er eingin ivi um, at nógv verður øðrvísi fyri fólki, sum her býr! Nú fara vit at hava somu møguleikar í okkara sambandi við høvuðsstaðin sum tey í Hoyvík og Kollafirði ella norðuri í Sundalagnum hava.

 

Róin leggur aftrat, at hugsa vit um Hoyvík og Kollafjørð, so er stórur munur á.  Í Hoyvík er øgiliga nógv virksemi, stóru handlarnir og fyritøkurnar draga nógv virksemi til sín.

 

- Sum Theresa Kreuzmann segði frá í Ungmannahúsinum á Sandi á kunningarfundi, sum var nú her frammanundan, so kemur einki av sær sjálvum. So, vit mugu vera røsk at gera góð hugskot til veruleika.

 

Hann vísir á, at epla-, grønmetis-og seyðakjøtsfestivalar eru møguliga eitt potentiali. Í ítróttarhøllini og fótbóltsvøllinum eru eisini møguleikar. Tað fer lættiliga at bera til hjá ítróttarfólki norðanífrá at koma henda vegin.

 

- Sigast kann, at nú er tað bara hugflogið, sum skal hvessast.

 

Men, eru vansar í tí góða sambandinum? 

 

- Sandoyggin er ikki so stór, so skjótt er at fylla vegirnar við bilum.  Men ynskiligast av øllum er, at ungar familjur seta búgv her. Kommunurnar í oynni hava spent seg fyri við at gera grundstykki, sum ikki eiga at vera seld ríkfólki aðrastaðni frá at byggja summarhús á. 

 

Róin Clementsen sigur, at saknur eisini verður í Teistanum, tí her umborð hava sandoyggjafólk, kanska serliga pendlararnir, seinastu mongu árini havt manga hugnaløtuna við glintandi stokkum og góðum práti.

 

- Nú byrjar ein nýggj tíð fyri fólkið í Sandoynni, ásannar Róin Clementsen.