handilsmann, sum var úr Kollafirði, og Sáru Mariu, f. Olsen, av Heygum í Vestmanna. Petur Mohr Dam kom á ting, tá Javnaðarflokkurin fyrstu ferð fekk umboðan á tingi í 1928. Hann var formaður floksins mestu tíðina [...] og Fólkaflokkurin landsstýri, og vóru Petur Mohr Dam og Javnaðarflokkurin tá í andstøðu í átta ár, til flokkurin aftur kom í landsins stýri sum størsti flokkur í 1958 ? aftur saman við Sjálvstýrisflokkinum
eftirsitandi hjúnarfelagin rætt til 74% av eftirlønini. * Fyrsta til fjórða árið, tey sita sum landsstýrisfólk, veksur eftirlønargjaldið við 9% av lønini hvørt ár. Fimta til áttanda árið, tey sita sum la [...] tilsamans, hava tey rætt til 60% av lønini í eftirløn. Løgmenn og landsstýrisfólk fáa sostatt fulla eftirløn eftir bert átta árum, og tað verður útgoldið, tá tey eru fylt 67 ár. Til samanberingar kann nevnast [...] nøkur undantøk til hesa regluna. 1: Fyrsta undantakið er soljóðandi: Um aldurin á landsstýrismanninum, umframt tvær ferðir starvsaldurin á tingi og í landsstýrinum geva 95 tilsamans, ber til at fáa fulla
Atgongumerkini til landsdystin móti Norðurírlandi í morgin vóru skrædd burtur eftir fáum tímum, tá tey vóru sett til sølu á heimasíðuni hjá FSF fyrr í ár. Hetta er sama søga sum vit hava sæð nakrar ferðir [...] ferðir nú, og bæði til dystin móti Grikkalandi í juni og næsta dystin móti Rumenia í oktobur, vóru atgongumerkini útseld eftir stuttari tíð. Og eins og til dystin móti Grikkalandi, so eru fólk nú farin í [...] í gongd við at selja síni atgongumerki á netinum. Ikki eru líka nógv atgongumerki sett til sølu sum undan dystinum móti Grikkalandi, men í skrivandi løtu er hægsta boð upp á tvey atgongumerki 700 krónur
avgjaldi og sølu er longu komið væl áleiðis og verður væntandi klárt til politiska viðgerð í hesi vikuni. - Miðað verður ímóti skjótari viðgerð, soleiðis at eisini aðrir skipabólkar sleppa til makrelfiskiskap [...] kvotuni, sum politisk semja er um at útluta nótaskipum uttan avgjald. Kvota er eisini sett av at nýta til vísindaligar royndir eftir makreli. Politiska viðgerðin av, hvussu hini 83.200 tonsini skulu býtast [...] verða lutað út móti avgjaldi. Av hesum verða 25.000 tons lutað nótaskipum. 38.200 tons verða lutað út til onnur skip enn nótaskip, sum ein felagskvota við hámarki, soleiðis at ávís spjaðing verður millum
at flokkar kunnu stilla 10 fólk fleiri upp, enn tað kunnu veljast á ting. Tað verða vald 33 fólk á ting. Fyri at fáa fólk vald á ting skal ein flokkurin hava 1/33 part av atkvøðunum. Harvið er tinggáttin [...] Til valið hesaferð stilla 100 menn og 69 kvinnur upp fyri teir sjey flokkarnar. Kynsbýtið er heldur javnari, enn tað plagar at vera og allir flokkarnir tilsamans halda seg innan fyri ásetingarnar í ja [...] prosent av hvørjum kyni skulu vera umboðað – tó at javnstøðulógin IKKI er galdandi fyri uppstilling til løgtingsval. Av teimum uppstillaðu eru 59,2 prosent menn og 40,8 prosent kvinnur. Flokkarnir kunnu
dámar væl, tí so kann hann ringja til vinmenninar og senda sms til teirra. Hans er ikki til ordiligt, men tað kundi hann verið. Hans hevur júst fingið eitt nýtt smart ting á fartelefonina. Hann hevur nevniliga [...] væl nøgd. Hans er glaður um nýggju tænastuna, og so eru foreldrini eisini glað. Tey er glað, líka til rokningin kemur. Fleiri túsund krónur í rokning á fartelefonini hjá Hansi. Foreldrini skilja onki og
Rætti. Maðurin varð ákærdur fyri at hava 20 ecstacy pillarar og 20 gramm av amfetamini til egið brúk og til víðari sølu. Maðurin viðgekk seg sekan í hesum ákærum. Maðurin, ið er úr Havn, tók við dóminum.
kanningararbeiðið hjá løgregluni. Tveir aðrir menn, sum eisini vórðu handtiknir 16. januar, gingu við til, at varðhaldsfongslingin varð longd uttan rættarfund. Teir koma væntandi fyri rættin í komandi viku [...] játtað seg sekar. Tríggir aðrir menn sita eisini handan rimar, og teir eru skuldsettir fyri smugling og sølu av rúsevnum. Tilsamans sita sostatt sjey persónar varðhaldsfongslaðir í stóra narkomálinum. Fýra vórðu
besta hjá Vága Floghavn, síðani umskipanina til alment partafelag í 2007. Sambært felagnum sjálvum gav Vága Floghavn hall, øll árini áðrenn felagið varð lagt um til alment partafelag. Fyrsta heila roknskaparárið [...] at fáa inntøkur frá parkeringsgjøldum, leigugjøldum og provisjónsgjøldum av matarsølu og tollfríari sølu. - Ætlanin er, at hesar inntøkur skulu vaksa enn meira í framtíðini, sigur Jákup Sverri Kass. Vága
hava verið til sølu í seks vikur, eru fleiri enn 4.000 av slagnum seld Five Star Entertainment, sum stendur fyri konsertini við Bryan Adams í summar, sigur í tíðindaskrivi, at tey higar til hava selt fleiri [...] netsøluni hjá Eik og í Kunningarstovuni í Havn, men nú seinastu atgongumerkini verða sett til sølu, ber eisini til at keypa hesi á Kunningarstovunum í Vági, Runavík og Klaksvík. Á hesum støðum byrjar at