sunnudagin 19. juli kl. 15.00. Kappast verður í fjórgongd fyri ung undir 16 ár og vaksin kappast í fjórgongd, fimmgongd og tølt. Seinasta freist at tekna seg er hósdagin 16. juli á tlf. 319706 ella 316896 ella [...] kappingum felagsins í ár fær eisini ferðasteyp í varðveitslu. Hetta er 10. árið á rað, at skipað verður fyri gongulagskappingum í Føroyum.
eitt prógv fyri ríkisborgaraskapi. Eitt danskt pass er soleiðis prógv fyri donskum ríkisborgaraskapi, eitt íslendskt pass er prógv fyri íslendskum ríkisborgaraskapi osfr. At passið er prógv fyri ríkisborgaraskapi [...] staðfesta, at so er. Fyri fólk, sum eru farin at ferðast, kann hetta vera argingarsamt og keðiligt. Men fyri tey, sum í starvi sínum dagliga hava brúk fyri passinum, kann hetta vera ótolandi. Fyri føroyskar sjómenn [...] diskriminerandi yvir fyri teimum, sum av einhvørjari orsøk vilja hava føroyskt pass. Hetta er bart út sagt tvass. Diskriminering snýr seg ikki um at fólk sjálvboðin velja at seta seg í eina verri støðu enn
eg og myndamaðurin byrja spakuliga at takka fyri okkum, meðan Eyvindur greiðir frá um ferðirnar til Rom og aðrarstaðir, og um framsýningina í New York fyri 4 árum síðani, har nærum øll verkini vórðu seld [...] kanska vit kundu lært hvønn annan nakað, møguligvís, eg veit ikki, sigur, Eyvindur, ið ikki sigur seg vita, um hann hevur talent, tí tað er til eftirtíðina at døma um. Øll hava hugin at skapa - Kanska [...] eg elski bygdarfólk. Eg plagi at minna fólk á, at tað skulu 3 ættarlið til, áðrenn ein kann kalla seg havnarfólk, sigur 72 ára gamli Eyvindur Mohr, ið er útlærdur hondverkari, verktoysmakari, við útmerkilsi
hugtikin av náttúruni og her ikki minst hvali, slapp hesaferð veruliga at royna seg. Í nógvum av tí hann sá, kendi hann seg heima aftur í Føroyum ella frá føroyska gerandisdegnum, sum hann serliga var fyrr [...] stendur um æsingarnar. Hvalurin tekur dyk á seg og kavar. Tá ræður um ikki at vera í nánd av endanum, sum er festur í skutulin. Men tað kemur meira enn so fyri, at hvalurin fer á botn við bátinum. Og allir [...] sveivini, tí tað er ikki lukkuligt at koma fyri, tá hvalurin brestir við sveivini. Tá er oftani tryggast at liggja í sjónum. Var hetta ein stór uppliving fyri Trónd, so hevur hann tó ikki bert ?góð? minni
góvu teir seg yvir til løgregluna. Dreingirnir, sum allir vóru sekstan ára gamlir, høvdu stjolið bilin teir koyrdu í, men tað var ikki alt. Tí tá løgreglan fór at kanna menninar, vísti tað seg, at teir [...] Aftaná at teir høvdu tikið taskuna frá kvinnuni høvdu teir tikið tað úr taksuni, sum teir hildu seg hava brúk fyri. Restina høvdu teir tveitt frá sær fram við J. C. Svabosgøtu. Løgreglan fót tí við hundum at [...] var, kom aftur í aftur. Men hjá unglingunum er verri statt. Teir verða ákærdir fyri taskutjóvarí, bilstuldur og eisini fyri at hava roynt at stjolið enn ein bil. Harafturat er blóðroynd tikin av einum teirra
undirritaði hava altíð tosað sera væl saman, so fyri tað skuldi eg ikki havt fyri neyðini at svarað honum aftur í bløðunum. Men eftirsum Ólavur Hátún sjálvur legði fyri við at fara í bløðini um innanhýsis ósemju [...] til óbótaligan skaða fyri føroyskt tónleikarlív. Tessvegna kann tað neyvan undra nakran, at nevndin fyri Summartónar kom til ta niðurstøðu í fjør, at best mundi vera at skipa fyri Atlantsljómi og Summartónum [...] viðgera tónleikarstevnuna Summartónar, sum Kristian Blak o.o. hava skipað fyri síðani 1992. Henda samrøðan við Ólav Hátún snúði seg í høvuðsheitum um nýggju kórstevnuna Atlantsljóm, sum Ólavur hevur tikið
er eisini galdandi fyri øll tey oljusamtøk, sum taka seg upp í leitingarumfarinum og hvørs stórur áhugi er fyri og hvørs nógv ríkidømi man finnast í undirgrundini, ið dult verður fyri føroyingum av teimum [...] sjálvandi læra av royndum hjá teimum oman fyri nevndu, sum kunnu veita hjálp og ráðgeving til at byggja upp eina framtíðar oljuvinnu í Føroyum, sum vit hava fyri neyðini. Tað skulu ikki vera kommunal- og [...] duga at lesa seismikk kanningarúrslit, sum geva teimum fyrimunir, sum ein vísir til, tá ið øll oman fyri nevndu vilja sleppa upp í eitt føroyskt oljuævintýr undir Føroyum, so vit føroyingar skulu vera varin
smærri bátum. Skipað kundi verið fyri veiðu á landi, so sum lundafleyg, havhestafleyg og haruveiðu og fyri túrum fyri myndafólki. Skipað kundu verið upplivingarferðum fyri tey djørvu, til dømis klatritúrar [...] og hetta er ikki minst umráðandi fyri umhvørvispartin í ferðavinnuni. Sum er, er eingin settur á Ferðaráð Føroya at taka sær av umhvørvismálum, hóast Ferðaráð Føroya fyri ein part umsitur umhvørvismál í [...] flúgva alla tíðina, tí hann fær ikki frið, hann sleppur ikki at seta seg, fólk fleyga allan dagin og ganga nær við fuglalandið fyri at taka myndir. Eingin hevur roknað út, hvussu nógv ferðafólk Mykines
svínahúð 24 ára gamli íslendski tatovørurin hevur verið í USA, fyri at læra seg kynstrið. Ein kann ikki útbúgva til tatovør, men bert royna seg og sleppa at arbeiða hjá royndum tatovøri. Vanligt er at byrja [...] Billy í USA, slapp hann at royna seg. Kundar, ið annars bert loyvdu Tattoo Billy at tatovera seg, stólaðu nú eisini uppá dugnaskapin hjá Sigge, og hetta er Sigge taksamur fyri og errin av. Egnan stíl Sigge [...] er at hava nøgdar kundar. - Ikki ber til at fara í læru. Ein má bert royna seg. Tað kann eisini koma fyri, at onkur heldur seg vera tattoo -listamann, til viðkomandi hittir ein slíkan, ið veruliga dugir
kortini, at tað skuldi verið møguleiki fyri, nú Sigmundur bíðar at fáa málið fyri rættin, at hann kann sleppa heim, um hann lovar at koma aftur, tá ið málið kemur fyri aftur. Umframt gjøgnum ávirkanina í [...] beinleiðis áheitan um at taka málið upp, sigur Óli. Kortini sigur hann, at tað ikki er nøkur umbering fyri, at teir nústanni fara at gera nakað við málið. Óli veit ikki meir enn tað, sum Sosialurin skrivaði [...] gjørt, sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara & Navigatørfelagnum. Eitt annað, sum eisini ger seg galdandi, er at Sigmundur ikki var mynstraður eftir sáttmálanum millum Skipara & Navigatørfelagið og