Uttan fyrilit kann óbótaligur skaði gerast á umhvørvið

­ Ferð eftir ferð er ávíst, at tað er ógvuliga torført at hugsa um búskaparligan vøkstur og taka umhvørvisfyrilit samstundis. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at ábyrgdarøkini hjá Ferðaráðnum verða útgreinað, og hetta er ikki minst umráðandi fyri umhvørvispartin í ferðavinnuni, sigur Durita Brattaberg.

­ Tað er ein vansi í sjálvum sær, at eingin serkønur er settur at taka sær av umhvørvismálum í ferðavinnuni, sigur Durita Brattaberg, landbúnaðarkandidatur í umhvørvisstýring. Hon hevur fingið til uppgávu at gera eina umhvørvisætlan fyri ferðavinnuna í Føroyum.

Endamálið hjá Ferðaráð Føroya er at menna og skipa ferðavinnu í Føroyum soleiðis, at hon kann gerast ein meiri týðandi táttur í samfelagsbúskapinum og fjøltáttar vinnu- og samfelagslív til frama fyri livilíkindini og trivnaðin hjá teimum, sum her búgva.

­ Ferðaráð Føroya hevur ógvuliga umfatandi uppgávur. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at ábyrgdarøkini hjá Ferðaráðnum verða útgreinað, og hetta er ikki minst umráðandi fyri umhvørvispartin í ferðavinnuni. Sum er, er eingin settur á Ferðaráð Føroya at taka sær av umhvørvismálum, hóast Ferðaráð Føroya fyri ein part umsitur umhvørvismál í ferðavinnuni, tí eingin annar ger tað. Fyrimunirnir við einari umhvørvisætlan eru tí nógvir, m.a. kann Ferðaráð Føroya yvirfyri myndugleikum, viðskiftafólki og áhugaðum vísa á eina ítøkiliga ætlan fyri, hvat skal gerast á ferðavinnu- og umhvørvisøkinum tey komandi árini, sigur Durita Brattaberg.


Yvirorðnað umhvørvisætlan

Í bygnaðarbroytingunum er nevnt, at ein Náttúru- og Búnaðarstova skal setast á stovn undir Vinnumálastýrinum í Landsstýrinum. Náttúru- og Búnaðarstovan skal vera hægsti myndugleiki í náttúruumsitingini í landinum.

­ Trupulleikarnar av, at Náttúru- og Búnaðarstovan ikki er sett á stovn merkja vit kanska skjótt, í fall at oljuboringar verða, sigur Durita Brattaberg.

Skilabest hevði verið, heldur Durita, um Ferðaráð Føroya ger eina umhvørvisætlan fyri síni ábyrgdarøki og ein annar stovnur ger eina "yvirorðnaða umhvørvisætlan", har ferðavinnan er ein partur. Grundin til, at hetta kundi verið eitt skilagott arbeiðsbýti, er, at Ferðaráð Føroya hevur sum endamál at økja um umsetningin í landsbúskapinum.

­ Ferð eftir ferð er ávíst, at tað er ógvuliga torført at hugsa um búskaparligan vøkstur og taka umhvørvisfyrilit samstundis. Tað er beinleiðis í andsøgn við hvørt annað, sigur Durita Brattaberg.

Á umboðsráðsfundi í ferðavinnuni í farna mánaði legði Durita Brattaberg fram uppskot til gerð av eini umhvørvisætlan.

­ Við eini umhvørvisætlan verða ábyrgdarøkini hjá Ferðaráðnum gjølla og beinrakin lýst. Umhvørvisætlanin skal vísa, hvat Ferðaráðið hevur sett sær fyri at gera á ymiskum økjum innan umhvørvisøkið, til dømis tey komandi fimm árini, sigur Durita Brattaberg.

­ Sum er hyggur eingin eftir, um ferðavinnan hevur árin á náttúruna. Hvørja ávirkan hevur tað á føroysku náttúruna, at bátar sigla undir Vestmannabjørgini fleiri ferðir um dagin alt summarið til dømis. Man hevur varhugan av, at har er lítið av fugli. Ongar kanningar eru gjørdar av, hvør orsøkin kann vera til, at lítið av fugli er undir Vestmannabjørgunum. Helst eru tað fleiri orsøkir, m.a. hevur fuglameingið verið í afturgongd av náttúrligum orsøkum. Tó er tað nærliggjandi at hugsa, at ferðslan við ferðafólki tætt undir bjørgunum við motorbátum hevur árin á fuglalívið. Kanningar mugu tí gerast, sum sláa fast, hvat veruliga er orsøkin til, at lítið av fugli er undir t.d. Vestmannabjørgunum. Umhvørvisfyrilit mugu gerast av myndugleikunum um t.d., hvør ferðsla við ferðafólkum er loyvd við motorbátum, um títtleika av túrunum, hvussu nær bátarnir kunnu fara bjørgunum ella nær á degnum túrar kunnu vera gjørdir. Eisini má fylgjast við gongdini og kanningar gerast um ferðslan hevur óynskt árin á umhvørvið, sigur Durita Brattaberg.

­ Tíbetur liva føroyingar so nær náttúruni, at teir rópa varskó, um eitthvørt verður galið. Tað er helst ein veruleiki, at fuglur verður órógvaður av fólki. Í filminum um Mykines hjá Ullu Boye Rasmussen "Tre blink mod vest" sigur ein eldri maður, at fuglurin má flúgva alla tíðina, tí hann fær ikki frið, hann sleppur ikki at seta seg, fólk fleyga allan dagin og ganga nær við fuglalandið fyri at taka myndir. Eingin hevur roknað út, hvussu nógv ferðafólk Mykines tolir. Tað ber til at áseta, hvussu nógv fólk kunnu ferðast út har, sigur Durita Brattaberg.


Umhvørvisvinarlig ferðatilboð

Umhvørvisvinarlig ferðamannatilboð eru til dømis fiski- og stimitúrar við bátum, deksbátum, sluppum ella smáum bátum, regattasigling við smærri bátum. Skipað kundi verið fyri veiðu á landi, so sum lundafleyg, havhestafleyg og haruveiðu og fyri túrum fyri myndafólki. Skipað kundu verið upplivingarferðum fyri tey djørvu, til dømis klatritúrar í gjáum, ferðir inn í helli, fara eftir havhestaungum við línu, túrar við havkajakk. Bóndagarðsferiur er eisini eitt uppskot.

­ At vera úti í náttúruni hevur stórt virði. Tað hevur nakað við heilsu at gera, tú fært fríska luft, tú verður veðurbardur, tað er vælvera og heilsubót samstundis sum tú fært frið og eitt gott upplivilsi. Føroyingar eins og øll onnur í verðini røra seg minni og tí er eisini av týdningi at fáa føroyingar við. At fara ein túr til fjals nýtist ikki at vera so strævið. Skulu vit fáa føroyingar at hugsa um umhvørvið og hava virðing fyri okkum sjálvum, náttúruni og grundarlagnum mugu vit út í náttúruna og umhvørvið og kenna okkara egna land, sigur Durita Brattaberg.