Fert tú í bløðini við einumhvørjum, ræður um, at tú greiðir lesarunum frá allari gongdini í málinum og ikki bara einum parti av tí. Eyðvitað kann sumt vera meira viðbrekið at viðgera enn annað ? men tað hjálpir ikki til: annaðhvørt sigur tú fólki allan sannleikan, ella eigur tú at tiga.
Ólavur Hátún ger hvørki, tá ið hann í samrøðu við Dimmalætting (Fríggjad. 26/6) fer at viðgera tónleikarstevnuna Summartónar, sum Kristian Blak o.o. hava skipað fyri síðani 1992. Henda samrøðan við Ólav Hátún snúði seg í høvuðsheitum um nýggju kórstevnuna Atlantsljóm, sum Ólavur hevur tikið stig til ? og eftir røttum átti hann bara at viðgjørt Atlantsljóm í samrøðuni og slettis ikki blandað Summartónar uppí.
Fyrst er at siga, at Ólavur Hátún og undirritaði hava altíð tosað sera væl saman, so fyri tað skuldi eg ikki havt fyri neyðini at svarað honum aftur í bløðunum. Men eftirsum Ólavur Hátún sjálvur legði fyri við at fara í bløðini um innanhýsis ósemju í føroyska tónleikalívinum, helt eg tað vera rættast at tríva í pennin, so lesarin ikki fær skeiva fatan av nøkrum. Lætt er at misskilja tað, ið Ólavur Hátún førir fram um Summartónar ? og vil illa til, kann lesarin lættliga fáa fatan av, at Kristian Blak er eitt grúiligt tvørball, sum hvørki vil lova Ólavi upp í part í Summartónum ella samstarva við seg. Rættiliga so einfalt er hetta málið ikki.
Menna kórsangin
í Útnorði
Sum Ólavur Hátún sjálvur vísir á í bløðunum, samstarvaðist hann fyri tveimum árum síðani við Kristian Blak um at skipa Atlantsljóm sum ein part av Summartónum. Í mong ár hevur Ólavur Hátún ætlað sær at skipað fyri hesi kórstevnu í Útnorði, tí hann hevur ikki verið heilt nøgdur við norðurlendska kórsambandið Nordklang. Ólavur vil vera við, at kórini í Útnorði verða forfjónað í hesum samstarvi, og at eitt tiltak sum Atlantsljómur hevði ment kórsangin í hesum útjaðaraøki. Eisini sigur hann við føroysku bløðini, at síðani Føroyakórið datt niðurfyri, hevur saknur verið í einum serligum kórtiltaki, so at stór kórverk kunnu verða framførd í Føroyum.
Eftirsum Summartónleikardagarnir í Norðurlandahúsinum vóru hildnir uppat seinast í áttatiárunum, man tað hava kenst natúrligt at samstarvast við Kristian Blak og Summartónar fyrraárið. Hetta tiltakið hjá Kristiani hevur jú hepnast avbera væl, síðani farið varð undir tað í 1992.
Kristiani Blak dámdi væl hetta uppskotið at skipa Atlantsljóm sum ein part av Summartónum, og eftirsum hann dugir sera væl at leggja til rættis og hevur gott samband við stuðlar ymsastaðni, var fíggingin skjótt í lagi. Men, ikki lesaranum at siga, so krevur eitt so mikið stórt og umfatandi tiltak sum Summartónar, at skil er í, og at alt er fyrireikað út í æsir ? og tað í góðari tíð. Eitt nú mást tú halda allar umsóknarfreistir og arbeiða við øllum tí praktiska í minsta lagi eitt ár frammanundan. Í so máta eru Kristian Blak og Ólavur Hátún nokk so ólíkir.
Við tað at avboð komu úr Íslandi til Atlantsljóm í 1996, varð henda kórstevnan avlýst. Hetta vísir Ólavur Hátún eisini á í bløðunum. Hví íslendingar góvu avboð, veit eg ikki. Men tað var, sum Ólavur sjálvur sigur, sera óheppið fyri Summartónar, at Atlantsljómur varð av ongum. Tað, sum harmaði Kristian Blak einamest í hesum máli, var kortini ikki, at ætlaða kórstevnan varð avlýst (slíkt kann meir enn so koma fyri) men tað var meiri tað, at Kristian var seinastur av øllum, sum fekk hetta at vita ? hóast hann sjálvandi átti at verið tann fyrsti! Sum nevndin fyri Summartónar vísir á: hevði Ólavur Hátún av illum sagt teimum frá beinanvegin og ikki bíðað til í seinastu løtu. Her stóðu jú sera nógvir pengar upp á spæl, og at avlýsa tiltøk í evstu løtu kann skjótt fáa ilt í stuðlarnar. Summartónar kundu lættliga komið í ringt orð av hesum »eksperimenti«, og uttan fíggjarligan stuðul hevði henda tónleikastevna dottið niðurfyri. Og tað hevði verið til óbótaligan skaða fyri føroyskt tónleikarlív.
Tessvegna kann tað neyvan undra nakran, at nevndin fyri Summartónar kom til ta niðurstøðu í fjør, at best mundi vera at skipa fyri Atlantsljómi og Summartónum hvør sær. No hard feelings, men ?
»Húsið er upptikið«
Summartónar hava verið eitt av føstu summartiltøkunum í Norðurlandahúsinum síðani 1992. Norðurlandahúsið er uppií at fyrireika Summartónar, veitir ein triðing av stuðlinum, og skrivlig avtala er ímillum Norðurlandahúsið og Summartónar, at henda tónleikarstevna er seinastu vikuna í Juni ? á hvørjum ári. Longu í Mai mánaði í fjør boðaðu fyrireikararnir Norðurlandahúsinum frá, at BBC fór møguliga at koma til Summartónar 1998 og hevði kanska brúk fyri plássi í húsinum. Eisini hevur Kristian Blak sent Norðurlandahúsinum mangt faxið um júst Summartónar 1998. Tessvegna skuldi starvsfólkið í Norðurlandahúsinum vitað um Summartónar eins væl og føroyingar vita um Ólavsøkuna.
Tískil fekk Kristian Blak sum vátan vøtt frammaná, tá ið hann í Oktober mánaði frætti frá sangarum í Havnarkórinum um ætlaninar at framføra Deyðsmessu Verdis seinasta vikuskiftið í Juni mánaði ? og at tey høvdu fingið Norðurlandahúsið til tess! Við øðrum orðum: Norðurlandahúsið hevði í hyggju at útihýsa einum av sínum egnu, føstu tiltøkum fyri at geva einum spildurnýggjum tiltaki innivist!!! Hóast skrivligu avtaluna ímillum Norðurlandahúsið og Summartónar??
Higartil hevur Kristian Blak onga líkinda frágreiðing fingið frá stjóranum í Norðurlandahúsinum um, hvussu hetta mistakið yvirhøvur kundi koma fyri. Men hinvegin bar Peter Turchianinoff ongan stórvegis ótta fyri, at Atlantsljómur fór at gerast veruleiki í ár, so Summartónar mundu fara at fáa innivist í Norðurlandahúsinum kortini. Ja, so segði maðurin?
Fólk kunnu vera ring at fáa fatur á hesa ársins tíð, so ringt kann vera at fáa øll leysatíðindi váttað ? men Peter Turchianinoff hevur sagt Kristian Blak, at stýrið fyri Norðurlandahúsið hevði álagt honum at geva Atlantsljómi innivist í húsinum nettupp ta vikuna. Hóast Turchianinoff væl visti av Summartónum, nyttaði honum einki at muta ímóti stýrinum. Her stóðu norðurlendskir pengar upp á spæl.
Um nakað sum helst er í hesum tíðindum, fáa vit valla at vita, fyrr enn Peter Turchianinoff kemur aftur til Føroya um ólavsøkumundið.
Hetta mistakið kom eyðvitað illa við hjá Summartónum. Tað eydnaðist at finna onnur konserthøli, men nógv eykaarbeiði stóðst av hesum. Norðurlandahúsið er jú hóast alt væl egnað til stór tiltøk og eisini bygt til tað sama. Í so smáum býum sum Havnini syngur sjálvsagt fittur partur av teimum, sum ganga á konsertir, í kóri ? og hesa vikuna, sum tónleikatiltøkini bæði hava verið, eru tey í Havnarkórinum ikki sloppin tvøran fót fyri venjingum, hóast mong teirra væl kundu hugsað sær at farið á konsert.
Hvat í allari víðu verð skuldi tað vera gott fyri, at hesar stevnurnar kollideraðu??? Hvør vinnur við tí, og hvat vinna tey?
Hvør sigur satt?
Skulu vit trúgva tí, ið Peter Turchianinoff hevur sagt við Kristian Blak, so hevur hann fingið harraboð frá stýrinum fyri Norðurlandahúsið at geva Atlantsljómi pláss hesa seinastu vikuna í Juni. Tað er annars ikki oftari enn so, at stýrið fer út í æsir við at leggja seg út í virksemið í húsinum. Tí er natúrligt at spyrja: Kann tað vera so, at Ólavur Hátún er farin uttan um stjóran í Norðurlandahúsinum og beinleiðis til stýrið til tess at tryggja sær pláss hesa vikuna í Juni? Ella tosar Peter Turchianinoff í ørviti?
Fyri flestøllum kunnu leysasøgurnar um Ólav Hátún og stýrið í Norðurlandahúsinum gott tykjast vera tann reini heilaspuni og ljótar illgitingar. Men tíverri er tað ikki heilt óhugsandi, tí Ólavur Hátún hevur roynt hetta kynstrið áður ? við einum øðrum stjóra. Tað hevur undanmaður Turchianinoffs, Jan Kløvstad, sjálvur sagt mær:
Ólavur var komin algoystur til sín einaferð og bað um húsið til eitthvørt tiltak. Men Jan Kløvstad kundi bara boða honum frá, at Norðurlandahúsið var upptikið akkurát tá, og at Ólavur var alt ov seint úti um seg. Hetta vildi Ólavur Hátún ikki lata sær lynda, og í øðini fór hann til stýrið at forklaga Jan Kløvstad fyri »vantandi samstarvsvilja«. Men Jan greiddi bara stýrinum frá støðuni, og so spurdist ikki meir burtur úr tí. Kanska er Peter Turchianinoff ikki líka treiskur sum Jan Kløvstad í so máta??
Hvussu er og ikki! Tá ið Ólavur Hátún sigur við Dimmalætting, at hann »mátti smíða, meðan jarnið var heitt, og í tí rokinum kom samstarvið við Summartónar ikki við«, tá »pellar« hann ikki bara. Tá lýgur hann, so tað stendur eftir.
Tí Ólavur Hátún veit væl av, at nevndin fyri Summartónar vil ikki samstarvast út í æsir um Atlantsljóm.. Knaska er tað hetta, sum nívir hann? Harafturat stendur rimmarfast, at Ólavur Hátún longu í heyst bílegði sær Norðurlandahúsið til somu viku, sum Summartónar skuldu vera ? og at Ólavur er úti um seg í so góðari tíð, er nýtt, ið sjáldan sker; tað vita øll, ið kenna Ólav. Hetta málið má hava verið sera átroðkandi.
Hetta ótrúliga »bragd« hevur Ólavur Hátún framt ? uttan at spyrja hvørki Kristian Blak ella nakran annan eftir! Hevði Ólavur doyð av at samráðst við Summartónafólkini um tíðspunktið fyri kórstevnuni? Ólavsa jørn plaga sjáldan at vera heit eitt heilt ár frammanundan, so tað mátti borið til at »smíðað«, t.e. ringt til Kristian og spurt? ha?
Síðani kunnu vit altíð kjakast um organisatiónina í Norðurlandahúsinum, men tað ger kortini ikki Ólav Hátún til nakran eingil í hesum føri.
Av berari tilvild
? kanska
Tað kann sjálvandi vera í berum, blektaðum gáloysni, at Ólavur Hátún hevur lagt Atlantsljóm í somu viku sum Summartónar ? og harvið medvirkað til, at Summartónar vórðu útihýstir úr Norðurlandahúsinum í ár. Kanska. Men tá ið hugsað verður um, hvussu altráður Ólavur er eftir at halda føroysku Kórstevnuna Dýra Biðidag ? samstundis sum Hornorkesturstevna er ? og at hann »av einihvørji orsøk« kallar Havnarkórið saman til eykavenjingar so títt og knapt tað frættist um eitt nú kingokonsertir hjá Kristian Blak, fert tú at ivast í, um allar hesar »kollisiónir« munnu vera av berari tilvild, ella um onkur djúpari filosofi er aftanfyri.
Tá ið Ólavur Hátún harafturat sigur við Dimma-lætting, at hann vónar, at »hesi bæði tiltøkini kunnu stuðla upp undir hvørt annað heldur enn at leggja forðingar í vegin«, skilji eg ikki reiðiliga, hvat ið maðurin meinar við. Er hann farin at tosa í ørviti á gamalsaldrinum, ella er hetta feril av samvitskubiti? Tí álvaratos: tað skal meira enn góður vilji til at kalla Ólavsa atburð í hesum máli fyri »samstarvslyndi«. Er hann blivin fornermaður, ella hvat bagir?
Hvat verður tað næsta, ið vit fara at frætta frá Ólavi? Uppskot um at flyta ólavsøkuna til Oktober, tá ið Jazzfestivalurin er? Ella flyta jólini til Dýra biðidag?
Tað er at vóna, at fólk fer at taka væl undir við Atlantsljómi. Men tað er sanniliga eisini at vóna, at pláss kann vera fyri øllum sløgum av tónleiki í Føroyum, og at menn kunnu arbeiða saman í sátt og semju, og ikki bara lúra eftir, nær tiltøkini hjá øðrum eru. Og leggja síni egnu tiltøk samstundis?
Stockholm, í skergarðinum
7. juli 1998
Heri Eysturlíð