hon helt seg ikki aftur, og fór suður til Tvøroyri at útbúgva seg. Arna er sera løtt at arbeiða saman við. Skemtilig er hon, men ikki at gloyma, so er hon perfektionist, so hon letur ikki alt um seg ganga [...] hevur verið vældámd í sínum arbeiði, og kann ikki sigast annað enn, at tey fólk, sum hon hevur havt við at gera, eru altíð sett í hásæti. Arna er eitt satt arbeiðsgrev, sum tikið verður til. Tá Sambðlið
Gud hevur eina ætlan við lívi okkara. Hann hevur ikki sett okkum inn í henda heim uttan ætlan og uttan mál og mið. Kristin trúgv er ikki bara orð oman á orð. Eitt lív í trúgv og kærleika eigur at spíra [...] og eitt ringt træ ber ringar fruktir. Soleiðis er tað bara. Her er tað satt, at trúgv uttan gerðir er ein deyð trúgv. Tá er ikki talan um kristna trúgv. Hitt æviga lívið byrjar her og nú. Tað skal livast [...] systir og móðir hansara. Nútíðin hevur gjørt kristnu trúnna bert til orð. Mong menniskju halda, at tað ikki er neyðugt at gera tað góða. Men hetta er ein stór misskiljing bæði av Bíbliuni og Luther. Eitt gott
dansurin hevur á okkara døgum. Erhann ikki ein fornleivd? Hoyrir hann ikki fortíðini til? Hvat skal endamálið vera við at gera so nógv burtur úr føroyskum dansi? Vit eru ikki í iva: dansurin hevur størri týdning [...] íkastið. Hetta er ein av mongum orsøkum til, at vit eiga at halda lív í føroyska dansinum. Hann hevur ikki bert týdning fyri okkum, men fyri umheimin uttan fyri okkum. Dansurin er sum øllum kunnugt komin av [...] røðarunum á stevnuni nevndi, at tað er dansifeløgunum fyri at takka, at dansinum er lív lagað. Hetta er so satt sum tað er sagt. Dansifeløgini hava gjørt og gera eitt stórt arbeiði fyri at varðveita føroyska dansin
1980 og varð valdur í býráðið í desember sama ár. Hann sat frá 1980 til 2000 í býráðnum, burtusæð skeiðið frá 1988 til 1992, tá Sjálvstýrisflokkurin ikki varð umboðaður í Tórshavarn býráð. Soleiðis hevur [...] formaður í Sjálvstýrisfelagnum í Streymoy sigur, at hann einki hevur við hetta at gera longur, tí hann er ikki limur í flokkinum meir. Hann varð herfyri koyrdur úr flokkinum saman trimum við øðrum. Orsøkin var [...] Sjálvstýri, sigur, at nakrar fyrireikingar hava verið gjørdar til uppstilling í høvuðsstaðnum, men enn er ikki greitt, um Sjálvstýri fer at stilla upp. Flokkurin hevur í mong ár havt umboð í Tórshavnar býráð.
havi eg ikki kunnað gjørt í longri tíð. Hetta er fantastiskt at blíva vælsignaður á hendan hátt, sigur hann. Gamal fótbóltsskaði Søgan um vánaliga gongulagið hjá Arna Tausen er gomul. Vit skulu heilt aftur [...] hesum garði og hann stóð ikki aftanfyri tey ungu í leiki. Tann eina dagin var hann óheppin. Teir leiktu fótbólt, og hann var áhalsin. Knæðið fór úr lið. Tað rættaði seg ongantíð heilt aftur. Hann kom undir [...] Christian Hedegaard. Veikir vøddar fingu megi Nógv blivu grødd, og undirritaði fekk ikki eyguni av Arna, har hann sat fremst í koyristólinum, eitt sindur boygdur. Havi altíð havt ein serligan tokka til
av einum píki. Dánjal Pauli sat í landsstýrinum í seks ár. Dánjal Pauli hevur eisini verið við í mongum øðrum almennum størvum. Í 1957 varð hann valdur í jarðarráðið. Her sat hann til hann í 1975 fór í [...] bili. Men viðhvørt kundi kavi liggja leingi. Útgerðin til kavarudding var ein spaki, og hann munaði ikki nógv. Tá mátti mjólkin fara til Havnar við rutubátinum. Hon varð í árabáti førd út til gomlu Rituna [...] ættirnar nú í fjórða ættarliði Tey bæði fingu Súsannu, sum sigst at vera røsk at ganga á fjall, men sum ikki vildi vera bóndi. Tí er tað nú Súsanna, dóttir Olavus, sum hevur tikið garðin. Tær báðar eru uppkallaðar
treytum. Minnist meg fyrst í sekstiárinum koma inn á Strendur at vitja. Í køkinum sat ungur maður úr Kolbanagjógv. Hann sat við køksborðið, hevði fingið ein drekkamunn frá mammu. Á køksborðinum lá eitt ark [...] skeldast. Teir vóru móðir og heitir og fjúsið var stutt. Har vóru sannleikarnir ikki innpakkaðir. Um rættin nú skal flytast ella ikki, er møguliga ein spurningur um, hvør tað er, ið skal flyta rættina, gera [...] allan vegin. Ikki meira enn niðan komin, illa nokk sett hakan í, hoyrdist kirkjuklokkan í Glyvra kirkju ringja páskini inn. Um Lias hevði gloymt klokkuna, ella at tað var páskaaftan, veit eg ikki, men fyri
tosaði við konuna, um tey ikki skuldu fara yvir at hitta mammu hansara. Konan legði honum eina við, at fóru tey, mátti hann ikki bera agg til mammuna, tí mamman hevði í sínari tíð heilt vist gjørt tað besta [...] fólkum í Hvalba, Dánjali og Olinu Thomsen. Hann hevði tað gott hjá teimum og visti ikki betur enn, at hesi bæði fólkini, sum ikki áttu onnur børn, vóru foreldur hansara. - Eina ferð, eg var tólv ára gamal, var [...] tvey børn við honum. Minnist ikki vitjanina Johan hevur fingið at vita, at mamman eina ferð var heima aftur og vitjaði, meðan hann var smádrongur. Men hann minnist tað ikki og hevur tí tá neyvan fingið
ganga nøkur heilt fá ár, so eru útoyggjarnar eitt yvirstaðið kapittul í Føroyum. ? Tí mugu stig takast beinanvegin. Annars verður ov seint, tí vit eru við at koma til tað punktið, har tað ikki vendst aftur [...] útoyggjarnar. Men gongdin síðani hevur verið eitt satt vónbrot. ?Vit mugu bara staðfesta, at hóast trý ár eru farin, síðani álitið varð handað løgmanni, er ikki eitt tað einasta av uppskotunum í tí sett í verk [...] útoyggjamálum varð settur í Oljumálaráðnum. Men tað dugir Olga Biskopstø ikki rættiliga at síggja meiningina við. ? Eg veit ikki, hvat ein slíkur fulltrúi skuldi setast á oljumálaráðnum til, tí spurningar
handlarnar ella ikki. Tór Marni Weihe heldur, at tað hevur verið ein keðilig gongd seinastu tíðina, við at fólkið fær minni og minni ávirkan á týdningarmikil politisk mál. Hetta er ikki í tráð við satt fólkaræði [...] i. Hann heldur, at ov ofta vísir tað seg, at politiska skipanin ikki torir at taka støðu í ávísum málum. - og tá okkara politikarar ikki tora at gera nakað við eitt mál, so eiga teir at lata Føroya fólk [...] sleppa at selja rúsdrekka ella ikki. - Hetta hevði loyst risastórar knútar í føroyskum politikki, og loyvt politisku skipanini at arbeitt skjótari og betri, tí at tingfólkini ikki longur vórðu noydd at dansa