nú hann meira ella minni burturav vildi halga seg komandi oljuvinnuna, sampakkaði tað ikki so væl at halda á fram við konslastarvinum. Hann metti konslaembætið hava verið í góðum og tryggum hondum, meðan [...] og metti eisini, at samvinnan millum Føroyar og Bretland er nógv ment. Men maður kemur í mans stað. Um sama mundið ynskti hann nýggja konsulinum Tummas Hanus Dam tillukku við álitisstarvinum og vónaði, [...] tað góða samstarvið, sum Johan Mortensen hevði borgað fyri millum føroyingar og bretar kundi halda fram við einum nýggjum konsuli.
eldur var komin í eina turkitrumlu, men tá ið sløkkiliðið kom fram, hevði húseigarin longu verið í holt við at sløkkja við eldsløkkjara, so skaðin er avmarkaður. Seinnu ferð var eina lítla løtu seinni, [...] frá eldi í einum bygningi í Havn. Men tá ið sløkkiliðið kom fram, vísti tað seg, at eldur var ikki í kortini. Tvørtur ímóti var talan var um eitt tekniskt brek, sum slóð eldávaringina til.
á vegnum, gekk leiðin so úr Milano, fram við vakra umhvørvinum við Garda-sjógvin og so norður móti italsku Alpunum, har steðgað varð við Mezzocorona, har sjálv kappingin fer fram. Her stóð ferðalagið framvegis [...] eyguni leitaðu á Malpensa-flogvøllinum, so stóð »Viedeto fumare«, ella tað, sum tey í Onglandi kalla fyri »no smoking area«. Royking ella ikki, so koyrdi bussurin so skjótt, sum alt viðførið var fingið til [...] Kilometra hædd Og tað byrjaði so eisini við, at kvinnurnar vórðu sleptar upp á fjall. Andalo, har landsliðshópurin heldur til í Italia liggur nevnliga í 1.050 metra hædd, so hóast veðrið í Norðuritalia hevur
sum ikki er so lætt at koma í takholt við. Men ikki er hann einsamallur svikari her í hesum stóra skapanarverkinum, hann kennir seg so væl í. Har fer ein kjógvi so væl nøgdur strúkandi fram við brekkuni [...] kom framvið og legði so á at troytta hana, til hon spýði fongin uppaftur. So fekk hann sítt. Væl gagnist honum. Eta slíkt, onnur áður hava svølgt. Hann um tað. Men Harraguð. Hvat um tað. Soleiðis gera øll [...] vatnið. Hetta fitta sílið, sum so friðarligt svimur fram við landi í leitan síni eftir einum og hvørjum etandi. Hetta er helst ein og hvør smáfiskur, ið flýggjar, og so er best at bera skjótt at. Tað ger
sum hava alt frammanundan. Og tað verða politiskar avgerðir um, hvør fær lut í tí parti, ið higartil hevur verið boðin út. Hesi loyvi kunnu so keypast og seljast víðari til feløg og einstaklingar, har [...] Eins og vit sóu við Vesturvón og Krúnborg og so mongum øðrum, áðrenn 2007, tá ið loyvini vórðu uppsøgd Tann privata uppboðssølan Talan verður sostatt um eina privata uppboðssølu, ið neyvan nakar hevði [...] fast við, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks og kann ikki gerast ogn hjá einstaklingum. Tað var so nær við, at vit avreiddu tað endaliga í 2007. Men í seinastu løtu – millum aðru og triðju viðgerð í
bleiv borin av vøllinum, fekk tríggjar pentur omanfyri vinstra eygað og helt fram. ? Læknin spurdi, um eg vildi halda fram, og tað vildi eg sjálvandi. Men í teimum næstu luftdystunum aftaná tað brúkti [...] r eru góðir, so eru teir ikki »yvirmenniskju« Eg haldi vit høvdu bóltin meir og høvdu fleiri opnar kjansir og vóru eisini meira ágrýtnir. Teir vóru vandamiklast við hornaspørkunum, men so fór Elliott út [...] vit ikki gjørdust ov bráir og fóru fram at selja okkum. Tað var umráðandi at halda disiplinina, hóast tað teir seinastu 10 minuttirnar sjálvandi kundi gera tað sama, um vit taptu 1-0 ella 2-0. Tað megnaðu
fráboðan um, at persónur hevði stolið vørur í handllinum Bónus í Marknagili í Havn. Fráboðanin kom um tveytíðina, men stuldurin var farin fram um middagsleitið. Av tí at vakmyndatól er í handlinum, so veit [...] myndir eru av honum, og tey vita eisini, hvør persónurin er. Viðkomandi frættir tí helst frá løgregluni um tað.
mál á muni, so mest av øllum ráddi um hjá heimaliðnum at halda so hampuliga fast um leiðsluna, og hetta eydnaðist eisini. Sveinbjørn við aftur Umframt at teir sjálvsagt fegnaðust um úrslitið, so munnu strandingar [...] hildu teir fast um og útbygdu í seinnu hálvfinaluni. Neistin fylgdi so dánt við fyrstu løtuna, men eftir at StÍF nóg so tíðliga fór at draga frá, komu havnarmenninir ongantíð aftur í aftur. So at siga allan [...] tey fremstu evnini til strikuplássið hjá VÍF, so tá tey heittu á meg her inni, játtaði eg beinanvegin, tí tað er so eingin ivi um, hvar hjarta hjá mær er. Um sjálvan finaludystin, sum nú stendur fyri framman
tað líkist ongum, at vit hava økt skuldina so nógv, so góðar sum tíðirnar hava verið. Tí má gongdin vendast. Men hon heldur, at nettupp tí at tíðirnar eru so góðar, hava vit ein gyltan møguleika. - Verður [...] milliardir. Og tann gongdin kann ikki halda fram. Tað segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, við Rás2 í dag. Fíggjarlógin, sum er løgd fram, er bara ein lýsing av støðuni og hesa næstu [...] boðað frá, at eitt húski við lág- ella miðalinntøku, undir 250.000 krónur um árið, skal vænta at fáa einar 1500 krónur í skattalætta um mánaðin. Tað at kosta landskassanum 170 milliónir krónur, treytað av,
Sandsprestur hugsar nógv um, hvussu hann skal fáa veruliga jólaboðskapin fram, nú jólini annars eru so nógv merkt av skíggjum, stákan og gávum. – Veruligi jólaboðskapurin er, at Gud gjørdist hold, at Jesus [...] hvønn annan um á jólum, sigur Havstein Klein. Avmarka skíggjatíðina Eins og aðrir prestar og prædikufólk annars, so stendur sandsprestur í avbjóðingini, at bera tann veruliga jólaboðskapin fram í eini tíð [...] Vit vera upptikin av skíggjum, stákan og øðrum, ið tekur okkara tíð. Ikki so, skíggjar eru eisini restina av árinum. Tí er gott, um vit kunnu avmarka tíðina frammanfyri skíggjunum, sigur sandsprestur. – Eg